Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Triðja Mósebók
Kapittul 22
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27
1 Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:
2 "Sig við Áron og synir hansara, at teir skulu ansa sær væl við hinum heiløgu gávum, sum Ísraelsmenn halga Mær, so teir vanhalga ikki heilaga navn Mítt! - Eg eri HARRIN!
3 Sig við teir: "Ein og hvør av allari ætt tykkara, nú ella í komandi tíðum, sum kemur nær hinum heiløgu gávum, ið Ísraelsmenn halga HARRANUM, meðan hann er óreinur, tað menniskja skal verða týnt frá ásjón Míni. - Eg eri HARRIN!
4 Eingin av eftirkomarum Árons, sum spitalskur er ella hevur útflot, má eta av hinum heiløgu gávum, fyrrenn hann er vorðin reinur, heldur ikki tann, sum nemur við nakran, ið er vorðin óreinur av líki, ella tann, ið sáð gongur frá,
5 ei heldur tann, ið hevur nomið við nakað skriðdýr, sum ein verður óreinur av, ella við menniskja, sum ein verður óreinur av - veri nú óreinskan hjá tí tað, ið hon vera vil!
6 Tann, ið nemur við nakað slíkt, skal vera óreinur líka til kvølds, og hann má ikki eta av hinum heiløgu gávum, fyrrenn hann hevur tváað likami sínum í vatni.
7 Táið sólin er undirfarin, er hann reinur, og tá kann hann eta av hinum heiløgu gávum; tí tær eru matur hansara.
8 Sjálvdeyð ella sundurskrædd dýr má hann ikki eta, tí so verður hann óreinur. - Eg eri HARRIN!
9 Teir skulu akta eftir tí, ið Eg havi sagt við teir at akta eftir, so teir draga ikki synd oman yvir seg og doyggja, fyri tað at teir vanhalga hitt heilaga. - Eg eri HARRIN, sum halgar teir!
10 Eingin fremmandur má eta av hinum heilaga; ein, ið hevur tilhald hjá presti ella arbeiðir hjá honum fyri dagløn, má ikki eta av hinum heilaga.
11 Men táið prestur fyri pening sín keypir sær træl, so kann hann eta av tí, somuleiðis teir trælir, ið føddir eru í húsi hansara; teir kunnu eta av mati hansara.
12 Táið prestadóttir giftist við leikmanni, má hon ikki eta av hinum heiløgu offurgávum;
13 men táið prestadóttir verður einkja ella verður vrakað og eingi børn eigur, og hon so kemur aftur í hús faðirs síns og er har sum á ungu árum sínum, tá kann hon eta av mati faðirs síns. - Men eingin fremmandur má eta av honum.
14 Táið onkur av misgáum kemur at eta av hinum heilaga, skal hann samsýna prestinum hitt heilaga og leggja fimting aftrat.
15 Prestarnir mugu ikki vanhalga hinar heiløgu gávur, sum Ísraelsmenn ofra HARRANUM,
16 og soleiðis draga misgerð og skyld oman yvir teir, táið teir eta hinar heiløgu gávur teirra. - Tí Eg eri HARRIN, sum halgar teir!""
17 HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
18 "Tala við Áron og synir hansara og allar Ísraelsmenn og sig við teir: "Táið onkur av húsi Ísraels ella av hinum fremmandu í Ísrael kemur við offurgávu - tað veri nú lovað offur ella sjálvkravt offur, ið teir bera HARRANUM fram sum brennioffur -
19 so skal ofrið vera so, at tit kunnu toknast HARRANUM við tí; tað skal vera lýtaleyst kríatúr av hannslagi, av neytunum, seyðinum ella geitunum.
20 Nakað, sum lýti er á, mugu tit ikki ofra; tí við tí toknast tit ikki HARRANUM.
21 Táið onkur ber HARRANUM fram takkoffur av neytunum ella smáfænum - tað veri nú til at uppfylla lyfti ella sum sjálvkravt offur - so skal tað vera lýtaleyst kríatúr; annars líkar HARRANUM ikki ofrið; als einki lýti má vera á tí.
22 Kríatúr, ið eru blind, beinbrotin ella særd, ella sum hava svullir, skrubb ella annað útbrot, mugu tit ikki ofra HARRANUM; tit mugu ikki leggja eldoffur av teimum á altarið fyri HARRAN.
23 Kríatúr av neytunum ella smáfænum, sum hevur ov stóran ella ov lítlan lim, tað kanst tú ofra sum sjálvkravt offur; men sum lovað offur líkar HARRANUM tað ikki.
24 Kríatúr, sum eistuni eru kleimd, kroyst, avslitin ella burturskorin á, mugu tit ikki ofra HARRANUM; slíkt mugu tit ikki gera í landi tykkara!
25 Heldur ikki mugu tit keypa slík kríatúr frá útlendingi og ofra Gudi tykkara tey sum matoffur; tí tey hava lýti, tey eru brekað - við teimum toknast tit ikki HARRANUM.""
26 Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:
27 "Táið kálvur verður kálvaður, ella lamb verður lembt, so skulu tey verða hjá mammuni sjey dagar; men frá áttanda deginum duga tey til at vinna náði HARRANS sum eldoffur til Hansara.
28 Tit mugu ikki drepa kúnna og kálv hennara sama dag, ei heldur ærina ella geitina og lamb teirra.
29 Táið tit ofra HARRANUM lovoffur, mugu tit ofra tað so, at tit toknast HARRANUM.
30 Tað skal etast sama dag; tit mugu einki leiva av tí til morgunin eftir. - Eg eri HARRIN!
31 Tit skulu halda boð Míni og gera eftir teimum. - Eg eri HARRIN!
32 Tit mugu ikki vanhalga heilaga navn Mítt; tí Eg vil verða halgaður millum Ísraelsmenn. - Eg eri HARRIN, sum halgar tykkum,
33 og sum leiddi tykkum út av Egyptalandi at vera Gud tykkara! - Eg eri HARRIN!"