Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Triðja Mósebók
Kapittul 5
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27
1 "Táið onkur syndar, við tað at hann hoyrir upprópið til at gera eið og kundi vitnað um okkurt, ið hann annaðhvørt hevur sæð ella hevur fingið at vita um, men kortini ikki sigur frá - og soleiðis dregur skyld oman yvir seg -
2 ella táið onkur, uttan at hann veit av tí, nemur við okkurt óreint, tað veri nú tann deyða kroppin av einum óreinum, villum dýri ella tann deyða kroppin av einum óreinum dýri av fænum ella tann deyða kroppin av einum óreinum skriðdýri - og hann soleiðis verður óreinur og dregur skyld oman yvir seg -
3 ella táið hann, uttan at hann veit av tí, nemur við óreinskuna hjá einum menniskja - tað veri nú, hvat tað vera má, sum ein verður óreinur av - og hann so fær tað at vita og sær, at hann hevur drigið skyld oman yvir seg -
4 ella táið onkur, uttan at hugsa um tað, blakar ein eið út av munninum um, at hann skal gera okkurt, ilt ella gott - tað veri nú, hvat tað vera má, sum ein kann svørja uppá í tankaloysi - og hann so fær tað at vita og sær, at hann hevur drigið skyld oman yvir seg í onkrum slíkum -
5 so skal tann, ið soleiðis hevur drigið skyld oman yvir seg í onkrum av hesum, játta tað, ið hann hevur syndað í;
6 og til bót fyri syndina, ið hann hevur gjørt, skal hann sum syndoffur bera HARRANUM fram eitt kríatúr av honslagi av smáfænum, ær ella geit, og presturin skal gera bót fyri hann og gera hann reinan fyri synd hansara.
7 Men hevur hann ikki ráð at lata eitt kríatúr av smáfænum, so skal hann í bót fyri synd sína bera HARRANUM fram tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar, annan fuglin sum syndoffur og annan sum brennioffur.
8 Hann skal koma til prestin við teimum, og presturin skal fyrst ofra tann, ið er til syndoffur; hann skal kippa hann tætt uppi við nakkan, men ikki slíta høvdið av.
9 So skal hann sletta av blóði syndoffursins á síðu altarsins, og tað, ið eftir er av blóðinum, skal verða kroyst út, so tað rennur niður við altarið; tað er syndoffur.
10 Hin fuglin skal hann ofra sum brennioffur, soleiðis sum fyriskrivað er. - Táið presturin soleiðis hevur gjørt bót fyri hann og gjørt hann reinan fyri syndina, ið hann hevur gjørt, fær hann fyrigeving.
11 Men hevur hann heldur ikki ráð at lata tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar, so skal hann, í bót fyri tað, ið hann hevur syndað, ofra sum syndoffur tíggjundapartin av efu av fínum mjøli; hann skal ikki hella olju út yvir tað ella leggja roykilsi á tað; tí tað er syndoffur.
12 Hann skal koma til prestin við tí, og presturin skal taka ein neva av mjølinum sum minningaroffur og brenna tað á altarinum saman við eldofrum HARRANS; tað er syndoffur.
13 Táið presturin soleiðis hevur gjørt bót fyri hann, fyri syndina, ið hann hevur gjørt í onkrum av hinum, ið nevnt er, fær hann fyrigeving. - Og tað, ið eftir er, skal presturin hava - á sama hátt sum við matofrinum.""
14 HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
15 "Táið onkur av misgáum ognar sær nakað av tí, ið vígt er HARRANUM, og soleiðis verður sekur í sviki, skal hann í bót fyri synd sína ofra HARRANUM sum skyldoffur lýtaleysan veðr av smáfæi sínum, ein, ið er mettur til í minsta lagi tveir silvurseklar eftir halgidómsvektini.
16 Og tað, ið hann av órøttum hevur ognað sær av hinum vígdu gávum, skal hann lata aftur fyri og leggja fimtingin aftrat. Hann skal fáa prestinum tað, og táið presturin hevur gjørt bót fyri hann við skyldoffurveðrinum, fær hann fyrigeving.
17 Táið onkur, uttan at vita av tí, syndar móti einum av boðum HARRANS og ger okkurt, ið Hann hevur forboðið at gera - og hann soleiðis dregur skyld oman yvir seg, og misgerð hvílir á honum -
18 skal hann sum skyldoffur leiða til prestin lýtaleysan veðr av smáfæi sínum, ein, ið tú metir góðan til offur. Presturin skal tá gera bót fyri hann, fyri syndina, ið hann, uttan at vita av, hevur gjørt; so fær hann fyrigeving.
19 - Tað er skyldoffur; hann hevur drigið skyld oman yvir seg fyri HARRANUM."
20 Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:
21 "Táið onkur syndar og ger svik móti HARRANUM, við tað at hann lýgur fyri næsta sínum viðvíkjandi onkrum, ið honum er litið upp í hendur ella fingið at goyma, ella viðvíkjandi onkrum, ið hann hevur rænt, ella sum hann hevur noytt næstan at lata seg fáa,
22 ella hann hevur funnið okkurt, ið mist er, men ikki vil vera við tað, ella hann ger rangan eið um eitt ella annað av øllum tí, ið kann verða einum menniskja til synd
23 - so skal tann, ið soleiðis hevur syndað og drigið skyld oman yvir seg, lata aftur tað, ið hann hevur rænt ella hevur noytt næsta sín at lata seg fáa ella tað, ið honum var litið upp í hendur, ella tað mista, ið hann hevur funnið,
24 ella hvat tað nú kann vera, ið hann hevur gjørt rangan eið uppá; hann skal lata tað aftur við fullum virði og leggja fimtingin aftrat. Sama dag sum hann ber fram skyldoffur sítt, skal hann geva ánaranum tað.
25 Og í bót fyri synd sína skal hann leiða HARRANUM fram lýtaleysan veðr av smáfæi sínum, ein, ið tú metir góðan til offur; hann skal koma til prestin við honum; tað skal vera skyldoffur hansara.
26 So skal presturin gera bót fyri hann fyri ásjón HARRANS, so hann fær fyrigeving, hvat hann so hevur gjørt og drigið skyld oman yvir seg við."