Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Triðja Mósebók
Kapittul 26
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27
1 "Tit mugu ikki gera tykkum avgudar; skurðmyndir ella minnissteinar mugu tit ikki reisa tykkum og ikki seta steinar við myndum í landi tykkara fyri at tilbiðja hjá teimum; tí Eg eri HARRIN Gud tykkara!
2 Sabbatar Mínar skulu tit halda, og fyri halgidómi Mínum skulu tit hava ærufrykt. - Eg eri HARRIN!
3 Akta tit nú lógir Mínar og halda boð Míni og gera eftir teimum,
4 so skal Eg senda tykkum regnið í rættari tíð, so at jørðin gevur grøði sína, og trøini á markini bera ávøkst sín.
5 Treskitíðin skal vara hjá tykkum, líka til vínheystið byrjar, og vínheystið skal vara, til kornið verður sáað. Tit skulu eta tykkum mett av breyði tykkara og búgva trygg í landi tykkara.
6 Eg skal geva frið í landinum, so tit kunnu leggjast til hvíldar, uttan at nakar ræðir tykkum upp; Eg skal avoyða tey villu dýrini í landinum, og einki svørð skal gera ófrið í landi tykkara.
7 Tit skulu jagstra fíggindar tykkara, og teir skulu falla fyri svørði tykkara.
8 Fimm av tykkum skulu reka hundrað, hundrað av tykkum skulu reka tíggju túsund, og fíggindar tykkara skulu falla fyri svørði tykkara.
9 Eg skal venda Mær til tykkara, gera tykkum fruktbør og lata tykkum nørast; og Eg skal staðfesta sáttmála Mín við tykkum.
10 Tit skulu hava gamalt korn at eta, inntil tit noyðast at beina tað burt fyri at fáa rúm til tað nýggja.
11 Eg skal reisa bústað Mín mitt ímillum tykkara, og sál Mín skal ikki vraka tykkum.
12 Eg skal ferðast mitt ímillum tykkara og vera Gud tykkara, og tit skulu vera fólk Mítt.
13 - Eg eri HARRIN Gud tykkara, sum leiddi tykkum út av Egyptalandi, so tit skuldu ikki longur vera trælir teirra; Eg breyt okstengur tykkara og læt tykkum ganga upprætt.
14 Men akta tit Meg ikki, og gera tit ikki eftir øllum hesum boðum -
15 vanvirða tit fyriskipanir Mínar og vraka lógir Mínar, so tit halda ikki øll boð Míni, men bróta sáttmála Mín,
16 so skal Eg geva tykkum líka fyri líka; Eg skal heimsøkja tykkum við ræðuligum vanlukkum, við tærandi sjúku og brennandi fepri, so at eygu tykkara sløkna, og sálin ørmaktast. Til onga nyttu skulu tit sáa sáð tykkara, tí fíggindar tykkara skulu eta tað upp.
17 Eg skal seta ásjón Mína ímóti tykkum, og fíggindar tykkara skulu vinna sigur á tykkum; teir, ið hata tykkum, skulu valda yvir tykkum, og tit skulu flýggja, tóat eingin er eftir tykkum.
18 Akta tit Meg so kortini ikki, skal Eg tykta tykkum enn meiri, ja, sjeyfalt, fyri syndir tykkara.
19 Eg skal bróta hugmóð og styrki tykkara, Eg skal lata himmal tykkara verða sum jarn og jørð tykkara sum kopar.
20 Til onga nyttu skulu tit oyða kraft tykkara burtur; tí land tykkara skal ikki geva grøði sína, og trøini í landinum skulu ikki geva ávøkst sín.
21 Standa tit Mær tá kortini ímóti og vilja ikki akta Meg, so skal Eg sláa tykkum enn meiri, ja, sjeyfalt, sum syndir tykkara hava uppiborið.
22 Eg skal senda villdýr ímóti tykkum, og tey skulu ræna børn tykkara frá tykkum, týna fæ tykkara og minka um tal tykkara, so at vegir tykkara verða oydnir.
23 Lata tit tykkum so kortini ikki tykta av Mær, men standa Mær ímóti,
24 so skal eisini Eg standa tykkum ímóti og sláa tykkum sjeyfalt meiri fyri syndir tykkara.
25 Eg skal lata tykkum verða rámt av hevndarsvørði, ið skal hevna sáttmálan; og søkja tit tykkum skjól í býum tykkara, so skal Eg senda pest ímillum tykkara, og tit skulu falla í hond fíggindans.
26 Eg skal minka so um breyðið, ið var styrki og stuðul tykkara, at tíggju kvinnur skulu baka breyð tykkara í einum ovni og geva tykkum breyðið aftur eftir vekt, so tit fáa ikki etið tykkum mett.
27 Akta tit Meg nú kortini ikki, men standa Mær ímóti,
28 so skal eisini Eg í vreiði standa tykkum ímóti og tykta tykkum sjeyfalt meiri fyri syndir tykkara.
29 Tit skulu eta kjøtið av sonum tykkara og kjøtið av døtrum tykkara.
30 Eg skal leggja offurheyggjar tykkara í oyði og beina fyri sólstólpum tykkara; Eg skal dunga líkini av tykkum oman á teir deyðu kropparnar av andstyggiligu avgudum tykkara, og sál Míni skal standast við tykkum.
31 Eg skal gera býir tykkara til oyðimørk og leggja halgidómar tykkara í oyði, og Eg skal ikki njóta hin góða angan av ofrum tykkara.
32 Eg skal leggja land tykkara í oyði, so at fíggindar tykkara, sum búgva í tí, skulu óttast um tað;
33 tykkum sjálv skal Eg spjaða millum heidningarnar, og við drignum svørði skal Eg elta tykkum; land tykkara skal verða oyðið, og býir tykkara oyðimørk.
34 Tá skal landið fáa sabbatsár síni aftur - alla ta tíð tað liggur oyðið, meðan tit eru í landi fíggindans - ja, tá skal landið hvíla og fáa sabbatsár síni aftur!
35 Alla tíðina, ið tað liggur oyðið, skal tað hava hvíld - hvíldina, ið tað ikki fekk sabbatsár tykkara, táið tit búðu har.
36 Og tey, ið eftir verða av tykkum, teimum skal Eg geva mótleyst hjarta í landi fíggindans, so ljóðið av fúkandi blaði skal fáa tey at flýggja; tey skulu flýggja, sum ein flýggjar fyri svørði, og falla, tóat eingin er eftir teimum.
37 Tey skulu falla, hvørt um annað, sum svørð hevði verið eftir teimum - tóat eingin er eftir teimum. Ja, tit skulu ikki verða ment at standa móti fíggindum tykkara.
38 Tit skulu ganga til grundar millum heidningarnar, og land fígginda tykkara skal eta tykkum upp.
39 Tey, ið eftir verða av tykkum, skulu svinna burt í landi fígginda tykkara - fyri misgerðir sínar; eisini fyri misgerðir fedra sína skulu tey svinna burtur - sum teir.
40 Tá skulu tey játta misgerð sína og misgerð fedra sína, sum tey gjørdu í trúloysi sínum móti Mær. Eisini skulu tey játta, at fyri tað at tey stóðu Mær ímóti,
41 so mátti eisini Eg standa teimum ímóti og flyta tey burtur - í land fígginda teirra; ja, tá skal óumskorna hjarta teirra verða eyðmýkt, og tey skulu bøta fyri misgerð sína.
42 Tá skal Eg minnast sáttmála Mín við Jákup; eisini sáttmála Mín við Ísak og sáttmála Mín við Ábraham skal Eg minnast; og landið skal Eg hugsa um.
43 Men fyrst má landið sleppa frá teimum og fáa sabbatsár síni aftur, meðan tað liggur oyðið, og tey eru farin úr tí; og tey skulu bøta fyri misgerð sína, tí - ja, tí tey vanvirdu lógir Mínar og vrakaðu boð Míni.
44 Men heldur ikki tá - táið tey eru í landi fígginda sína - skal Eg koyra tey frá Mær ella vraka tey, so Eg skuldi gjørt tey til einkis ella brotið sáttmála Mín við tey; tí Eg eri HARRIN Gud teirra!
45 Nei, Eg skal - teimum til besta - minnast sáttmálan við fedrarnar, sum Eg leiddi út av Egyptalandi, beint fyri eygum heidninganna, til at vera Gud teirra. - Eg eri HARRIN!""
46 Hetta eru fyriskipanirnar, boðini og lógirnar, ið HARRIN ásetti millum Seg og Ísraelsmenn á Sinaifjalli við Mósesi.