Leita í Bíbliuni
Víđkađ leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Triđja Mósebók
Kapittul 16
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27
1 Táiđ teir báđir synir Áron vóru deyđir - teir, sum doyđu fyri tađ, at teir stigu fram fyri ásjón HARRANS - tá talađi HARRIN viđ Móses
2 og segđi viđ hann: "Sig viđ Áron, bróđur tín, at hann má ikki eina og hvřrja tíđ fara inn í halgidómin, inn um forhangiđ, fram at náđistólinum, sum er á řrkini - fyri at hann skal ikki doyggja! Tí Eg opinberi Meg í skýnum yvir náđistólinum.
3 Bert soleiđis skal Áron koma inn í halgidómin: Viđ ungum tarvi til syndoffur og veđri til brennioffur.
4 Hann skal lata seg í heilagan undirkyrtil av líni, vera í buksum av líni uttan á blygd síni, binda belti av líni um seg og húgvu av líni um hřvd sítt; hetta eru hini heilřgu klćđini; og hann skal tváa likami sínum í vatni, áđrenn hann fer í tey.
5 Samkoma Ísraelsmanna skal lata hann fáa tveir bukkar til syndoffur og veđr til brennioffur.
6 Nú skal Áron leiđa fram tarvin - sum er til syndoffur fyri hann sjálvan - og gera bót fyri seg og hús sítt.
7 Síđani skal hann taka bukkarnar báđar og leiđa teir fram fyri ásjón HARRANS, at durum samkomutjaldsins.
8 Áron skal kasta lut um bukkarnar, ein lut fyri HARRAN og ein fyri Azazel.
9 Bukkin, iđ lutur HARRANS fellur á, skal Áron leiđa fram og ofra sum syndoffur;
10 men bukkurin, iđ lutur Azazels fellur á, skal verđa leiddur livandi fram fyri ásjón HARRANS, fyri at bót kann verđa gjřrd viđ honum, og so skal hann verđa sleptur út í oyđimřrkina til Azazel.
11 Áron skal soleiđis leiđa fram tarvin - sum er til syndoffur fyri hann sjálvan - og gera bót fyri seg og hús sítt; hann skal drepa syndoffurtarv sín.
12 So skal hann taka eldpannu, fulla av glóđum av altarinum, iđ stendur fyri ásjón HARRANS, og tveir nevar av stoyttum, angandi roykilsi, og bera tađ inn um forhangiđ.
13 Hann skal leggja roykilsiđ á eldin fyri ásjón HARRANS, so roykurin av roykilsinum fjalir náđistólin, sum er yvir vitnisburđinum - fyri at hann skal ikki doyggja.
14 So skal hann taka av blóđi tarvsins og sletta viđ fingrinum frammantil á náđistólin; og framman fyri náđistólin skal hann viđ fingrinum sletta av blóđinum sjey ferđir.
15 Síđani skal hann drepa bukkin, iđ skal vera syndoffur fyri fólkiđ, bera blóđ hansara inn um forhangiđ og gera viđ tađ, sum hann gjřrdi viđ blóđ tarvsins, sletta tađ á náđistólin og framman fyri náđistólin.
16 Soleiđis skal hann gera bót fyri halgidómin og reinsa hann frá óreinsku Ísraelsmanna og frá řllum lógbrotum teirra, řllum syndum teirra; á sama hátt skal hann gera viđ samkomutjaldiđ, iđ hjá teimum stendur, mitt í óreinsku teirra.
17 Einki menniskja má vera í samkomutjaldinum, frá tí hann fer inn at gera bót í halgidóminum, og inntil hann kemur út aftur. - Soleiđis skal hann gera bót fyri seg sjálvan, fyri hús sítt og fyri alla samkomu Ísraels.
18 So skal hann fara út til altariđ, iđ stendur fyri ásjón HARRANS, og gera bót fyri tađ; hann skal taka av tarvablóđinum og av bukkablóđinum og smyrja tađ rundanum, á altarhornini;
19 og hann skal sjey ferđir sletta av blóđinum á tađ viđ fingrunum og soleiđis reinsa tađ og halga tađ frá óreinsku Ísraelsmanna.
20 Táiđ hann so er liđugur at gera bót fyri halgidómin, samkomutjaldiđ og altariđ, skal hann leiđa fram hin livandi bukkin.
21 Áron skal leggja báđar hendur á hřvd hins livandi buks og játta yvir honum allar misgerđir Ísraelsmanna og řll lógbrot teirra - allar syndir teirra; hann skal leggja tađ á hřvd buksins og síđani lata mann - sum stendur til reiđar til hetta - sleppa honum út í oyđimřrkina.
22 Bukkurin skal tá bera allar misgerđir teirra út í oyđiđ land; bukkurin skal verđa sleptur út í oyđimřrkina.
23 Síđani skal Áron fara inn í samkomutjaldiđ, lata seg úr línklćđunum, sum hann fór í, táiđ hann fór inn í halgidómin, og leggja tey har.
24 So skal hann tváa likami sínum í vatni á heilřgum stađi, lata seg í vanligu klćđi síni og fara út og ofra sítt egna brennioffur og brenniofriđ fyri fólkiđ og soleiđis gera bót fyri seg og fyri fólkiđ.
25 Tađ feita av syndofrinum skal hann brenna á altarinum.
26 Tann, iđ sleppir bukkinum út til Azazel, skal vaska klćđi síni og tváa likami sínum í vatni; tá fyrsta kann hann koma inn í tilhaldiđ.
27 Men syndoffurtarvurin og syndoffurbukkurin, hvřrja blóđ varđ boriđ inn í halgidómin at gera bót viđ, teir skulu verđa bornir út um tilhaldiđ og brendir, bćđi húđ, kjřt og gor.
28 Tann, iđ brennir teir, skal vaska klćđi síni og tváa likami sínum; so kann hann koma inn í tilhaldiđ.
29 Hetta skal vera tykkum ćvig lóg: Tann tíggjunda í sjeynda mánađi skulu tit fasta og einki arbeiđi gera - bćđi hin innfřddi og hin fremmandi, iđ hjá tykkum býr.
30 Tí tann dagin skal bót gerast fyri tykkum fyri at reinsa tykkum, so tit verđa rein fyri HARRANUM frá řllum syndum tykkara.
31 Hvílusabbatur skal hann vera tykkum, og tit skulu tá fasta; ćvig lóg skal hetta vera.
32 Tann presturin, iđ verđur salvađur og vígdur til at gera prestatćnastu eftir fađir sín, skal vera tann, iđ ger bót; hann skal fara í línklćđini, hini heilřgu klćđini,
33 og hann skal gera bót fyri hitt alraheilagasta, samkomutjaldiđ og altariđ; prestarnar og alt fólkiđ í samkomuni skal hann gera bót fyri.
34 Hetta skal vera tykkum ćvig lóg, at bót verđur gjřrd fyri Ísraelsmenn eina ferđ um áriđ fyri at reinsa tey frá řllum syndum teirra." - Áron gjřrdi, sum HARRIN hevđi giviđ Mósesi bođ um.