Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Triðja Mósebók
Kapittul 3
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27
1 "Vil onkur bera fram takkoffur, og hann tekur tað av neytunum, so kann offurdýrið, ið hann kemur við fram fyri ásjón HARRANS, vera annaðhvørt tarvur ella kúgv; men lýtaleyst skal tað vera.
2 Hann skal leggja hondina á høvd offurdýrsins og drepa tað fyri durum samkomutjaldsins; og synir Áron, prestarnir, skulu sletta blóðið rundanum á altarið.
3 So skal hann av takkofrinum ofra HARRANUM eldoffur, og tað skal vera netjan og øll tálgin á innvølinum,
4 bæði nýruni við nýrumørinum, innantil við lendarnar, og hitt størra livrarblaðið, tað skal hann taka út saman við nýrunum.
5 Og synir Áron skulu brenna tað á altarinum saman við brenniofrinum, ið liggur oman á viðinum á eldinum; tað er eldoffur, góður angi fyri HARRANUM.
6 Er tað av smáfænum, ið hann ber HARRANUM fram takkoffur, so kann tað vera kríatúr, annaðhvørt av hannslagi ella av honslagi; men lýtaleyst skal tað vera.
7 Er tað seyð, ið hann vil ofra, so skal hann leiða hann fram fyri ásjón HARRANS.
8 Hann skal leggja hondina á høvd offurdýrsins og drepa tað framman fyri samkomutjaldið, og synir Áron skulu sletta blóðið rundanum á altarið.
9 So skal hann av takkofrinum bera HARRANUM fram eldoffur, og tað skal vera tað feita: Alla hárónna - hann skal skera hana av heilt inni við næsta ryggjarstykkið - netjuna og alla tálgina á innvølinum,
10 bæði nýruni við nýrumørinum, innantil við lendarnar, og hitt størra livrarblaðið; tað skal hann taka út saman við nýrunum.
11 Og presturin skal brenna tað á altarinum; tað er HARRANUM eldoffurmáltíð.
12 Er tað geit, ið hann ofrar, so skal hann leiða hana fram fyri ásjón HARRANS.
13 Hann skal leggja hondina á høvd hennara og drepa hana framman fyri samkomutjaldið, og synir Áron skulu sletta blóðið rundanum á altarið.
14 So skal hann av ofri sínum bera HARRANUM fram eldoffur, og tað skal vera netjan og øll tálgin á innvølinum,
15 bæði nýruni við nýrumørinum, innantil við lendarnar, og hitt størra livrarblaðið; tað skal hann taka út saman við nýrunum.
16 Og presturin skal brenna tað á altarinum - tað er eldoffurmáltíð, góður angi. Alt feitt hoyrir HARRANUM til.
17 Tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann, hvar tit so búgva: Einki feitt og einki blóð mugu tit eta!""