Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Triðja Mósebók
Kapittul 17
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27
1 HARRIN talaði við Móses og segði:
2 "Tala við Áron og synir hansara og við allar Ísraelsmenn og sig við teir: "Hetta er tað, ið HARRIN hevur boðið:
3 Hvør maður av húsi Ísraels, sum drepur neyt, seyð ella geit - í tilhaldinum ella uttan fyri tað -
4 og leiðir ikki kríatúrið fram at durum samkomutjaldsins fyri at bera HARRANUM fram offur framman fyri tabernakul Hansara - tí manni skal hetta verða tilroknað sum blóðskyld; hann hevur úthelt blóð, maðurin skal verða týndur úr fólki sínum.
5 - Hetta er fyriskipað, fyri at Ísraelsmenn skulu koma til HARRAN við drápskríatúrum sínum, sum teir eru vanir at drepa úti á markini, leiða tey fram at durum samkomutjaldsins til prestin, og ofra tey sum takkoffur til HARRAN.
6 Presturin skal tá sletta blóðið á altar HARRANS, sum stendur fyri durum samkomutjaldsins, og brenna tað feita til góðan anga fyri HARRANUM.
7 Teir mugu ikki longur ofra sláturoffur síni til hinar illu andar, sum teir í trúleysum fráfalli renna eftir. - Hetta skal vera teimum ævig lóg, mann eftir mann."
8 Hetta skalt tú siga við teir: "Um onkur av húsi Ísraels ella av teimum fremmandu, ið hjá tykkum búgva, ofrar brennioffur ella sláturoffur
9 og ikki leiðir tað fram at durum samkomutjaldsins og ofrar tað til HARRAN, so skal tann maður týnast úr fólki sínum.
10 Um onkur av húsi Ísraels ella av teimum fremmandu, ið hjá teimum búgva, etur nakað sindur av blóði, so vendi Eg ásjón Míni móti tí, sum blóðið etur, og týni hann úr fólki hansara.
11 Tí sálin í øllum holdi er í blóðinum, og Eg havi givið tykkum tað at nýta á altarinum at gera bót fyri sálir tykkara; tað er blóðið, ið ger bót, tí sálin er í tí.
12 Tí havi Eg sagt við Ísraelsmenn: "Eingin av tykkum má eta blóð; heldur ikki hin fremmandi, ið hjá tykkum býr, má eta blóð."
13 Táið onkur av Ísraelsmonnum ella av teimum fremmandu, ið hjá teimum búgva, veiðir vilt dýr ella fugl - av teimum, ið loyvi er at eta - so skal hann lata blóðið renna út og koyra mold út yvir tað.
14 Tí blóðið er sálin í øllum kjøti - sálin er í tí; tí havi Eg sagt við Ísraelsmenn: "Tit mugu ikki eta blóðið úr nøkrum kjøti; tí blóðið er sálin í øllum kjøti; ein og hvør, ið etur tað, skal verða týndur."
15 Ein og hvør, ið etur sjálvdeyð ella sundurskrædd dýr - hann veri nú av Ísrael ella fremmandur - skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds - tá er hann reinur.
16 Men vaskar hann ikki klæði síni og tváar sær, so skal hann bøta fyri misgerð sína.""