Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Triðja Mósebók
Kapittul 14
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27
1 HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
2 "Hetta er lógin um, hvussu gjørt skal verða, táið ein, ið hevur verið spitalskur, skal reinsast: Hann skal verða leiddur fram fyri prestin,
3 og presturin skal fara út um tilhaldið og sýna hann; vísir tað seg nú, at spitalskan er grødd á hinum spitalska,
4 so skal presturin geva boð um, at tikið skal verða fyri tann, ið letur seg reinsa, tveir livandi, reinir fuglar, sedrisviður, skarlaksreytt tógv og isopur.
5 Presturin skal geva boð um, at annar fuglurin skal verða dripin yvir leirílati við vatni úr keldu ella á.
6 So skal hann taka hin livandi fuglin, sedrisviðin, hitt skarlaksreyða tógvið og isopin, og drepa tað alt samalt - eisini hin livandi fuglin - niður í blóð fuglsins, ið dripin varð yvir keldu- ella áarvatninum,
7 og sletta tað sjey ferðir á tann, ið letur seg reinsa eftir spitalsku, og soleiðis reinsa hann; síðani skal hann lata hin livandi fuglin flúgva út yvir markina.
8 Tann, ið letur seg reinsa, skal vaska klæði síni, raka alt hárið av sær og tváa sær í vatni; so er hann reinur. Hann kann tá fara inn í tilhaldið; men í sjey dagar skal hann halda seg uttan fyri tjald sítt.
9 Sjeynda dagin skal hann raka alt hár av sær, hárið á høvdinum, skeggið, eygnabrýrnar - alt hár skal hann raka av sær; og hann skal vaska klæði síni og tváa likami sínum í vatni - so er hann reinur.
10 Áttanda dagin skal hann taka tvey lýtaleys veðurlomb og lýtaleysa gimbur, og til matoffur tríggjar tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, sum er blandað við olju, og logg av olju.
11 So skal presturin, ið stendur fyri reinsanini, leiða tann, ið letur seg reinsa, og allar hesar offurgávur fram fyri ásjón HARRANS, at durum samkomutjaldsins.
12 Nú skal presturin taka annað veðurlambið og bera tað fram sum skyldoffur, saman við hesi loggini av olju, ið til hoyrir, og hann skal sveiggja tað fyri ásjón HARRANS.
13 Lambið skal verða dripið, har sum syndofrið og brenniofrið verða dripin, á hinum heilaga staði; tí eins og syndofrið, so hoyrir eisini skyldofrið prestinum til; tað er háheilagt.
14 Síðani skal presturin taka av blóði skyldoffursins og smyrja tað á høgru oyralippu hansara, ið reinsaður verður, og á tummilfingurin á høgru hond og stórutá á høgra fóti hansara.
15 Og presturin skal taka av tí loggini av olju, ið til hoyrir, og stoyta í vinstra lógva sín;
16 so skal hann drepa høgra fremstafingur í oljuna, ið hann hevur í vinstra lógva, og sletta oljuna við fingrinum sjey ferðir fyri ásjón HARRANS.
17 Av oljuni, ið hann hevur eftir í lógvanum, skal presturin smyrja á høgru oyralippu hansara, ið letur seg reinsa, og á tummilfingurin á høgru hond og stórutá á høgra fóti hansara, uttan á blóðið úr skyldofrinum.
18 Og oljuna, ið hann nú hevur eftir í lógvanum, skal presturin stoyta á høvd hansara, ið letur seg reinsa. - Soleiðis skal presturin gera bót fyri hann fyri ásjón HARRANS.
19 So skal presturin ofra syndofrið, so tann, ið letur seg reinsa, kann fáa bót fyri óreinsku sína; síðani skal hann drepa brenniofrið.
20 Táið presturin tá hevur ofrað brenniofrið og matofrið á altarinum, og soleiðis gjørt bót fyri hann, er hann reinur.
21 Men er hann fátækur og hevur ikki ráð at lata so nógv, so skal hann taka eitt veðurlamb til skyldoffur - tað skal verða sveiggjað til bót fyri hann - og tíggjundapartin av efu av fínum mjøli, ið er blandað við olju, til matoffur, logg av olju
22 og tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar - eftir sum hann nú hevur ráð til; annar fuglurin skal vera til syndoffur, og annar til brennioffur.
23 Áttanda dagin eftir at hann er vorðin reinur, skal hann bera hetta fram fyri ásjón HARRANS, at durum samkomutjaldsins, og fáa prestinum tað.
24 Presturin skal taka skyldoffurlambið og loggina av olju, ið til hoyrir, og sveiggja tað fyri ásjón HARRANS.
25 So skal skyldoffurlambið verða dripið, og presturin skal taka av blóði skyldoffursins og smyrja tað á høgru oyralippu hansara, ið letur seg reinsa, og á tummilfingurin á høgru hond og stórutá á høgra fóti hansara.
26 Og presturin skal stoyta av oljuni í vinstra lógva sín,
27 og við høgra fremstafingri skal hann sletta sjey ferðir fyri ásjón HARRANS av oljuni, ið hann hevur í vinstra lógva.
28 Av oljuni, ið hann hevur í lógvanum, skal presturin smyrja á høgru oyralippu hansara, ið letur seg reinsa, og á tummilfingurin á høgru hond og stórutá á høgra fóti hansara, uttan á blóðið úr skyldofrinum.
29 Og oljuna, ið hann nú hevur eftir í lógvanum, skal presturin hella á høvd hansara, ið letur seg reinsa - til at gera bót fyri hann fyri ásjón HARRANS.
30 Nú skal hann ofra aðra turtildúvuna ella annan dúvuungan - tað, ið hann nú hevur havt ráð at lata -
31 sum syndoffur og hin fuglin sum brennioffur, saman við matofrinum; soleiðis skal presturin fyri ásjón HARRANS gera bót fyri tann, ið letur seg reinsa.
32 - Hetta er lógin um tann, ið hevur havt spitalsku og ikki hevur ráð at koma við tí vanliga ofrinum, táið hann skal reinsast."
33 HARRIN talaði við Móses og Áron og segði:
34 "Táið tit koma inn í Kána’ansland, sum Eg gevi tykkum í ogn, og Eg lati spitalsku koma á okkurt hús í landinum, sum tit fáa í ogn,
35 so skal hann, ið húsið eigur, fara og lata prestin vita tað og siga: "Tað sær mær út, sum spitalska er komin á húsið!"
36 Presturin skal tá geva boð um, at alt skal verða borið út úr húsinum, áðrenn hann kemur at hyggja at plettunum - so ikki alt, sum í húsinum er, skal verða óreint; síðani skal hann koma at sýna húsið.
37 Vísir tað seg nú, táið hann hyggur at plettunum, at plettirnir á veggjum hússins eru grønligar ella reydligar kullur, sum tykjast at liggja djúpari enn veggurin rundanum,
38 so skal hann fara út at durunum og út úr húsinum og halda tað læst í sjey dagar.
39 Sjeynda dagin skal presturin koma aftur og hyggja at, og vísir tað seg nú, at plettirnir hava breitt seg út um veggir hússins,
40 so skal hann geva boð um, at steinarnir, ið plettirnir eru á, skulu verða tiknir út og kastaðir út um býin á óreint stað.
41 Húsið skal verða skavað innan, alt sum tað er, og leirið, ið skavað verður burturav, skal stoytast uttan fyri býin á óreinum staði.
42 So skulu aðrir steinar verða tiknir og laðaðir uppí aftur í staðin fyri hinar, og húsið skal verða klínt við nýggjum leiri.
43 Bróta tá plettirnir út aftur á húsinum, eftir at steinarnir eru út tiknir, og húsið skavað og klínt,
44 so skal presturin koma og sýna húsið; vísir tað seg tá, at plettirnir hava breitt seg á húsinum, so er tað spitalska av ringasta slagi á húsinum; tað er óreint.
45 Tá skal húsið verða niðurrivið, grót, viður og alt leirið, og tað skal verða beint út um býin, á óreint stað.
46 Tann, ið fer inn í húsið, teir dagarnar ið tað stendur læst, verður óreinur líka til kvølds;
47 tann, ið svevur í tí, skal vaska klæði síni, og tann, ið etur í tí, skal vaska klæði síni.
48 Men vísir tað seg, táið presturin kemur og sýnar húsið, at plettirnir hava ikki breitt seg á tí, eftir at tað er klínt, so skal hann døma húsið reint; tí tá er hitt ónda burtur.
49 Tá skal hann, fyri at húsið kann verða reinsað, taka tveir fuglar, sedrisvið, skarlaksreytt tógv og isop.
50 Annan fuglin skal hann drepa yvir leirílati við vatni úr keldu ella á;
51 síðani skal hann taka sedrisviðin, isopin, hitt skarlaksreyða tógvið og hin livandi fuglin og drepa tað niður í blóð fuglsins, ið dripin er, og í keldu- ella áarvatnið, og sletta á húsið sjey ferðir.
52 Táið hann soleiðis hevur reinsað húsið við fuglablóðinum, keldu- ella áarvatninum, hinum livandi fuglinum, sedrisviðinum, isopinum og hinum skarlaksreyða tónum,
53 skal hann sleppa hinum livandi fuglinum út úr býnum og lata hann flúgva út yvir markina. Soleiðis skal hann gera bót fyri húsið; so er tað reint.
54 - Hetta er lógin um alskyns spitalsku og skurv,
55 um spitalsku á klæðum og húsum
56 og um knútar, útbrot og ljósar plettir á húðini,
57 so vitast kann, nær okkurt er óreint, og nær tað er reint." - Hetta var lógin um spitalsku.