Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Triðja Mósebók
Kapittul 23
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27
1 Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:
2 "Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: "Hesar eru høgtíðir HARRANS, sum tit skulu lýsa sum heilagar samkomur - høgtíðir Mínar eru hesar:
3 Seks dagar skal verða arbeitt, men sjeyndi dagurin er háheilagur sabbatur við heilagari samkomu; tá mugu tit einki arbeiði gera; tað er sabbatur HARRANS, allastaðni har sum tit búgva.
4 Hesar eru høgtíðir HARRANS við heiløgum samkomum, tær, ið tit skulu lýsa, hvørja á síni tíð:
5 Um sólsetur tann fjúrtanda í fyrsta mánaði eru páskir HARRANS.
6 Tann fimtanda í sama mánaði skulu tit halda HARRANUM høgtíðina hini ósúrgaðu breyðini; í sjey dagar skulu tit eta ósúrgað breyð.
7 Fyrsta dagin skulu tit halda heilaga samkomu; tit mugu einki arbeiði gera.
8 Í sjey dagar skulu tit ofra HARRANUM eldoffur. Sjeynda dagin skal aftur verða hildin heiløg samkoma; tit mugu einki arbeiði gera.""
9 HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
10 "Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: "Táið tit koma inn í landið, ið Eg gevi tykkum, og heysta grøðina av tí, skulu tit bera prestinum fyrsta bundið av heysti tykkara.
11 Hann skal sveiggja bundið fyri ásjón HARRANS, so tit verða fagnaðir av HARRANUM; dagin eftir sabbatin skal presturin sveiggja tað.
12 Sama dag ið tit sveiggja bundið, skulu tit ofra lýtaleysan, veturgamlan seyð sum brennioffur til HARRAN.
13 Matofrið, ið til hoyrir, skal vera tveir tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, sum er blandað við olju - til eldoffur fyri HARRANUM, til góðan anga - og drykkjuofrið fjórðingurin av hin av víni.
14 Hvørki breyð ella bakað korn ella rátt korn mugu tit eta fyrrenn henda dagin - fyrrenn tit hava borið Gudi tykkara ofrið fram; tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann, allastaðni har sum tit búgva.
15 Frá deginum eftir sabbatin - frá tí degi, ið tit bera fram sveiggibundið, skulu tit telja fullar sjey vikur;
16 50 dagar skulu tit telja, til dagin eftir sjeynda sabbatin; tá skulu tit bera HARRANUM fram offur av tí nýggju grøðini.
17 Úr bústøðum tykkara skulu tit koma við sveiggibreyðum, tveimum breyðum, sum skulu vera gjørd av tveimum tíggjundapørtum av efu av fínum mjøli og bakað við súrdeiggi; tey eru frumgróðuroffur til HARRAN.
18 Umframt breyðið skulu tit føra fram sjey lýtaleysar, veturgamlar seyðir, ungan tarv og tveir veðrar; teir skulu vera til brennioffur fyri HARRANUM - og matofrið og drykkjuofrini, ið til hoyra; tað er eldoffur, HARRANUM til góðan anga.
19 Tit skulu ofra bukk sum syndoffur og tveir veturgamlar seyðir sum takkoffur.
20 Teir skal presturin sveiggja - seyðirnar báðar - fyri ásjón HARRANS, saman við frumgróðurbreyðunum; teir skulu vera HARRANUM halgaðir og hoyra prestinum til.
21 Sama dag skulu tit lata lýsa, at heiløg samkoma skal verða hildin; tit mugu einki arbeiði gera; tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann, allastaðni har sum tit búgva.
22 Táið tit heysta grøðina í landi tykkara, mást tú ikki skera akur tín heilt út á bakkarnar, ei heldur mást tú henta elmuna; tað skalt tú lata verða eftir til hin fátæka og hin fremmanda. - Eg eri HARRIN Gud tykkara!""
23 Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:
24 "Tala við Ísraelsmenn og sig: "Tann fyrsta í sjeynda mánaði skulu tit halda hvíludag, minningardag við lúðrablástri og heilagari samkomu.
25 Tá mugu tit einki arbeiði gera, og tit skulu ofra HARRANUM eldoffur.""
26 HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
27 "Tann tíggjundi í hesum sama mánaði, tí sjeynda, er bótardagurin; tá skulu tit halda heilaga samkomu, og tit skulu fasta og ofra HARRANUM eldoffur.
28 Tann dagin mugu tit einki arbeiði gera; tí tað er bótardagurin; tá skal bót verða gjørd fyri tykkum fyri ásjón HARRANS Guds tykkara.
29 Tí ein og hvør, ið ikki fastar tann dagin, skal oyðast úr fólki sínum.
30 Og ein og hvønn, ið ger nakað arbeiði tann dagin, skal Eg týna úr fólki hansara.
31 - Tit mugu einki arbeiði gera tann dagin; tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann, allastaðni har sum tit búgva.
32 Háheilagur sabbatur skal hann vera tykkum, og tit skulu fasta; frá um kvøldið tann níggjunda í hesum mánaði til kvøldið eftir skulu tit halda sabbatshvílu tykkara."
33 Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:
34 "Tala við Ísraelsmenn og sig: "Tann fimtanda í hesum sama mánaði, tí sjeynda, skal leyvsalahøgtíðin haldast; hon skal haldast HARRANUM í sjey dagar.
35 Fyrsta dag skal vera heiløg samkoma; tit mugu einki arbeiði gera.
36 Í sjey dagar skulu tit ofra HARRANUM eldoffur, og áttanda dagin skulu tit halda heilaga samkomu og ofra HARRANUM eldoffur; tað er hátíðarsamkoma; tit mugu einki arbeiði gera.
37 Hesar eru høgtíðir HARRANS, sum tit skulu lýsa sum heilagar samkomur; á teimum skulu tit ofra HARRANUM eldoffur: Brennioffur, matoffur, sláturoffur og drykkjuoffur, hvønn dag tað, ið til hoyrir tann dagin
38 - umframt sabbatar HARRANS og umframt gávur tykkara og øll ofrini, ið tit hava lovað, og øll tey sjálvkravdu offur, ið tit geva HARRANUM.
39 Men tann fimtanda í sjeynda mánaði, táið tit hava fingið grøðina av landinum í hús, skulu tit halda høgtíð HARRANS, og hon skal haldast í sjey dagar; fyrsti dagurin skal vera hvíludagur, og áttandi dagurin skal vera hvíludagur.
40 Fyrsta dagin skulu tit taka tykkum ávøkst av vøkrum trøum, pálmagreinar og kvistar av blaðríkum trøum og pílatrøum; og í sjey dagar skulu tit vera glað fyri ásjón HARRANS Guds tykkara.
41 Hesa høgtíð skulu tit halda sum høgtíð HARRANS sjey dagar um árið; tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann; í sjeynda mánaði skulu tit halda hana.
42 Tá skulu tit í sjey dagar búgva í leyvsølum; øll innfødd í Ísrael skulu búgva í leyvsølum,
43 fyri at eftirkomarar tykkara skulu vita, at Eg læt Ísraelsmenn búgva í leyvsølum, táið Eg leiddi teir út av Egyptalandi. - Eg eri HARRIN Gud tykkara.""
44 Móses kunngjørdi nú Ísraelsmonnum høgtíðir HARRANS.