Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Triðja Mósebók
Kapittul 20
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27
1 HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
2 "Sig við Ísraelsmenn: "Hendir tað, at onkur Ísraelsmaður ella onkur av teimum fremmandu, ið hjá Ísrael búgva, gevur Molok avkom sítt, so skal hann lata lív; fólkið í landinum skal steina hann.
3 Eg skal sjálvur seta ásjón Mína móti tí manni og týna hann úr fólki hansara, aftur fyri at hann gav Molok avkom sítt og gjørdi halgidóm Mín óreinan og vanhalgaði heilaga navn Mítt.
4 Um so fólkið í landinum letst ikki at síggja tað og straffar ikki slíkan mann við deyðanum, táið hann gevur Molok avkom sítt,
5 so skal Eg sjálvur seta ásjón Mína móti hesum manni og ætt hansara, og hann og øll tey, ið fylgja honum eftir og í trúleysum fráfalli renna eftir Molok, skal Eg týna úr fólki teirra.
6 Vendir onkur sær til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa, og rennur eftir teimum í trúleysum fráfalli, so skal Eg seta ásjón Mína móti tí menniskja og týna tað úr fólki tess.
7 Halgið tykkum og verið heiløg, tí Eg eri HARRIN Gud tykkara!
8 Aktið eftir lógum Mínum og haldið tær! - Eg eri HARRIN, sum halgar tykkum!
9 Hvør tann, ið bannar faðir ella móður, skal lata lív; hann hevur bannað faðir sínum og móður síni - blóðskyld hvílir á honum!
10 Drívur onkur hor við konu annars mans, við konu næsta síns, so skulu tey bæði lata lív, maðurin og kvinnan, sum hava drivið hor.
11 Liggur maður hjá konu faðirs síns, so hevur hann lyft burtur av blygd faðirs síns; tey skulu bæði lata lív, blóðskyld hvílir á teimum!
12 Liggur maður hjá sonarkonu síni, so skulu tey bæði lata lív; tey hava gjørt skemdarverk, blóðskyld hvílir á teimum!
13 Liggur maður hjá øðrum manni, sum ligið verður hjá kvinnu, so hava teir báðir gjørt viðurstyggiliga gerð; teir skulu lata lív, blóðskyld hvílir á teimum!
14 Giftist maður við kvinnu og móður hennara, so er tað skammiligur atburður; bæði hann og kvinnurnar skulu verða brend; slíkur skammiligur atburður má ikki vera millum tykkara!
15 Maður, ið hevur við kríatúr at gera, skal lata lív; og kríatúrið skulu tit drepa.
16 Kemur kvinna nøkrum kríatúri nær og hevur við tað at gera, so skalt tú drepa bæði kvinnuna og kríatúrið; tey skulu lata lív, blóðskyld hvílir á teimum!
17 Tekur maður systur sína, dóttur faðir sín ella dóttur móður sína, til konu, so hann sær blygd hennara, og hon sær blygd hansara, so er hetta skammiligur atburður; tey skulu verða týnd fyri eygum fólks síns; hann hevur lyft burtur av blygd systur sínar, hann skal bøta fyri misgerð sína!
18 Liggur maður hjá kvinnu, meðan hon hevur mánasjúku sína, og lyftir burtur av blygd hennara, so hevur hann gjørt keldu hennara bera, og hon hevur gjørt blóðkeldu sína bera; tey skulu bæði týnast úr fólki sínum!
19 Tú mást ikki lyfta burtur av blygd móðursystur ella faðirsystur tínar; tí tann, ið hetta ger, hann ger blygdina bera á einari, ið er nærskyld við hann; tey skulu bøta fyri misgerð sína!
20 Liggur maður hjá konu pápabeiggja síns, so hevur hann lyft burtur av blygd pápabeiggja síns; tey skulu bøta fyri misgerð sína og doyggja barnleys!
21 Tekur maður konu bróður síns, so er tað skammleysur atburður; hann hevur lyft burtur av blygd bróður síns, tey skulu verða barnleys!
22 Aktið eftir øllum lógum og boðum Mínum og haldið tey, so ikki landið, ið Eg leiði tykkum inn at búgva í, spýr tykkum út!
23 Takið ikki eftir siðunum hjá tí fólki, ið Eg reki burtur fyri tykkum! Alt slíkt gjørdu tey; tí buðu tey Mær ímóti,
24 og Eg segði við tykkum: "Tit skulu fáa land teirra í ogn, Eg gevi tykkum tað at eiga, eitt land, ið flýtur í mjólk og hunangi." - Eg eri HARRIN Gud tykkara, sum hevur skilt tykkum frá øllum øðrum fólkasløgum!
25 Tit skulu gera mun á reinum og óreinum dýrum og reinum og óreinum fuglum, so tit ikki gera tykkum sjálv til andstygd við teimum dýrum, teimum fuglum ella tí, sum á jørðini skríður - øllum tí, sum Eg havi skilt út og sagt, at tit skulu rokna tað óreint.
26 Tit skulu vera Mær heiløg; tí Eg, HARRIN, eri heilagur, og Eg havi skilt tykkum frá øllum øðrum fólkasløgum at vera Míni.
27 Táið onkur - maður ella kvinna - fæst við at mana upp deyð ella spáa, skal hann lata lív; tey skulu verða steinað, blóðskyld hvílir á teimum.""