Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Triðja Mósebók
Kapittul 13
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27
1 HARRIN talaði við Móses og Áron og segði:
2 "Táið onkur á húðina fær knútar ella útbrot ella ljósan plett, og tað tykist at gera seg til spitalsku á likami hansara, so skal verða komið við honum til Áron prest ella til ein av hinum prestunum, sonum Áron.
3 Presturin skal hyggja at tí sjúka staðnum á húðini, og um so er, at hárini á tí sjúka staðnum eru hvítnað, og staðið tykist at liggja djúpari enn húðin rundanum, so er tað spitalska, og tá skal presturin, við tað sama sum hann sær tað, døma hann óreinan.
4 Men er hvítur plettur á húðini, og hann ikki tykist at liggja djúpari enn húðin rundanum, og hárini á honum ikki eru hvítnað, so skal presturin halda hin sjúka innistongdan í sjey dagar.
5 Sjeynda dagin skal presturin aftur hyggja at honum. Vísir tað seg tá, at hitt sjúka staðið sær tað sama út og hevur ikki breitt seg longur út um húðina, so skal presturin halda hann innistongdan í sjey dagar aftrat.
6 Sjeynda dagin skal presturin uppaftur hyggja at honum. Vísir tað seg tá, at hitt sjúka staðið er bliknað og hevur ikki breitt seg longur út um húðina, so skal presturin døma hann reinan; tá er tað bert vanligt útbrot; hann skal vaska klæði síni, so er hann reinur.
7 Men breiðir útbrotið seg um húðina, eftir at hann hevur latið prestin sýna seg til at verða dømdan reinan, so skal hann eina ferð enn lata prestin hyggja at sær.
8 Táið presturin tá sýnar hann og sær, at útbrotið hevur breitt seg longur út um húðina, skal hann døma hann óreinan - tað er spitalska.
9 Táið ein hevur fingið spitalsku, skal verða komið til prestin við honum,
10 og presturin skal hyggja at honum. Sær hann tá, at hvítur knútur er á húðini, sum hárini eru hvítnað á, og at vilt kjøt veksur í knútinum,
11 so er tað gomul spitalska á húðini á likami hansara, og tá skal presturin døma hann óreinan; honum nýtist ikki at steingja hann inni, tí hann er óreinur.
12 Men brýtur spitalskan soleiðis út á húðini, at øll húðin á hinum sjúka, frá ovast til niðast, er spitølsk, allastaðni ið presturin sær,
13 og sær presturin, táið hann hyggur at hinum sjúka, at spitalskan hevur breitt seg út um allan kropp hansara, so skal hann døma hin sjúka reinan; hann er vorðin hvítur, allur sum hann er - hann er reinur.
14 Men við tað sama sum vilt kjøt vísir seg á honum, er hann óreinur;
15 og táið presturin sær tað villa kjøtið, skal hann døma hann óreinan; tað villa kjøtið er óreint, tað er spitalska.
16 Hvørvur nú tað villa kjøtið aftur, og hin sjúki verður hvítur, so skal hann koma til prestin;
17 og vísir tað seg, táið presturin hyggur at honum, at hitt sjúka staðið er vorðið hvítt, so skal hann døma hin sjúka reinan - tá er hann reinur.
18 Fær onkur á húðina svull, ið verður grøddur,
19 men tað so á staðnum, har svullurin var, kemur hvítur knútur ella bleikreyður plettur, so skal hann lata prestin sýna seg.
20 Táið tá presturin hyggur at honum og sær, at staðið tykist at liggja djúpari enn húðin rundanum, og at hárini á tí eru hvítnað, so skal presturin døma hann óreinan; tað er spitalska, ið er brotin út, har sum svullurin var.
21 Men sær presturin, táið hann hyggur at tí sjúka staðnum, eingi hvít hár á tí, og tykist tað ikki at liggja djúpari enn húðin rundanum, men er bliknað, so skal presturin halda hann innistongdan í sjey dagar.
22 Breiðir tað seg tá longur út um húðina, so skal presturin døma hann óreinan; tað er spitalska.
23 Men verður hin ljósi pletturin, sum hann var, og breiðir seg ikki, so er tað bert arrið eftir svullin, og presturin skal døma hann reinan.
24 Fær onkur brunasár á húðina, og kjøtið, ið veksur í brunasárinum, vísir seg sum bleikreyðan ella hvítan plett,
25 so skal presturin hyggja at sárinum, og sær hann tá, at hárini á hinum ljósa plettinum eru hvítnað, og at hann tykist at liggja djúpari enn húðin rundanum, so er tað spitalska, ið er brotin út í brunasárinum, og presturin skal døma hann óreinan; tað er spitalska.
26 Men sær presturin, táið hann hyggur at hinum ljósa plettinum, eingi hvít hár á honum, og tykist hann ikki at liggja djúpari enn húðin rundanum, men er bliknaður, so skal presturin halda hann innistongdan í sjey dagar.
27 Sjeynda dagin skal presturin sýna hann; hevur tá pletturin breitt seg longur út um húðina, skal presturin døma hann óreinan; tað er spitalska.
28 Men verður hin ljósi pletturin, sum hann var, og breiðir seg ikki út um húðina, men er bliknaður, so er tað knútur eftir brunasárið, og presturin skal døma hann reinan; tað er bert arrið eftir brunasárið.
29 Hevur maður ella kvinna sjúkt stað á høvdinum ella skegginum,
30 so skal presturin hyggja at tí sjúka staðnum, og tykist tað tá at liggja djúpari enn húðin rundanum, og gul, kløn hár eru á tí, so skal presturin døma hann óreinan; tað er skurv, spitalska á høvdinum ella skegginum.
31 Men tykist skurvið, táið presturin hyggur at tí, ikki at liggja djúpari enn húðin rundanum - men hárini á tí tó ikki eru svørt - so skal presturin halda tann, ið skurvið hevur, innistongdan í sjey dagar.
32 Sjeynda dagin skal presturin hyggja at tí sjúka staðnum, og hevur skurvið tá ikki breitt seg, eru ikki gul hár komin á tað, og tykist skurvið ikki at liggja djúpari enn húðin rundanum,
33 so skal tann, ið skurvið hevur, raka sær, tó ikki har sum skurvið er, og presturin skal aftur halda hann innistongdan í sjey dagar.
34 Sjeynda dagin skal presturin hyggja at skurvinum, og vísir tað seg nú, at skurvið hevur ikki breitt seg út um húðina, og tað ikki tykist at liggja djúpari enn húðin rundanum, so skal presturin døma hann reinan; hann skal vaska klæði síni, so er hann reinur.
35 Men breiðir skurvið seg út um húðina, eftir at hann er dømdur reinur,
36 so skal presturin sýna hann; og vísir tað seg nú, at skurvið hevur breitt seg, so nýtist prestinum ikki at hyggja eftir, um gul hár eru - hann er óreinur.
37 Men sær skurvið tað sama út, og svørt hár eru vaksin á tí, so er skurvið grøtt; hann er reinur, og presturin skal døma hann reinan.
38 Fær maður ella kvinna ljósar plettir, hvítar plettir, á húðina,
39 so skal presturin sýna tey. Sær hann tá, at plettirnir á húð teirra eru bleikhvítir av liti, so er tað vandaleyst útbrot, sum er komið á húðina; ein slíkur er reinur.
40 Missir ein hárið aftantil, so er hann berskøllutur - hann er reinur fyri tað.
41 Og missir hann hárið frammantil, so er hann pannuskøllutur, hann er reinur fyri tað.
42 Men kemur bleikreyður plettur, har sum hann er berskøllutur, tað veri nú aftan ella framman á høvdinum, so er tað spitalska, ið brýtur út, har sum hann er berskøllutur, aftan ella framman á høvdinum.
43 Tá skal presturin sýna hann, og vísir tað seg nú, at bleikreyður knútur er, har sum hann er berskøllutur, aftan ella framman á høvdinum, vorðin sum spitalska aðrastaðni á húðini,
44 so er hesin persónur spitalskur, hann er óreinur, presturin skal døma hann óreinan; hann hevur fingið sjúkuna á høvdið.
45 Tann, ið hevur fingið spitalsku, klæði hansara skulu verða skrædd, hár hansara skal vaksa, sum tað vil, hann skal balla klæði um skegg sítt og rópa: "Óreinur, óreinur!"
46 So leingi sum hann hevur sjúkuna, skal hann vera óreinur; óreinur er hann, hann skal búgva fyri seg sjálvan; uttanfyri tilhaldið skal bústaður hansara vera.
47 Táið spitalska kemur á plagg, tað veri nú av ull ella av líni,
48 ella á vovið ella bundið toy, tað veri nú av líni ella ull, ella á leður ella okkurt, ið er av leðri,
49 og plettirnir á plagginum, leðrinum, tí vovna ella bundna toyinum, ella tí, ið er av leðri, vísa seg at vera grønligir ella reydligir, so er tað spitalska og skal verða sýnað av prestinum.
50 Táið presturin hevur sýnað skaðan, skal hann lata tað, ið plettirnir eru á, vera innan læstar dyr í sjey dagar.
51 Sær hann nú sjeynda dagin, at plettirnir hava breitt seg longur útum á plagginum, tí vovna ella bundna toyinum, leðrinum, ella tí, ið er av leðri, so er tað spitalska av ringasta slagi - tað er óreint
52 og skal brennast, tað veri nú plagg ella vovið ella bundið toy av ull ella av líni, ella nakað, ið er av leðri, sum plettirnir eru á - tað er spitalska av ringasta slagi, tað skal brennast.
53 Men sær presturin, táið hann hyggur at tí, at plettirnir hava ikki breitt seg longur útum á plagginum, tí vovna ella bundna toyinum, ella hesum, ið er av leðri,
54 so skal hann lata tað, ið plettirnir eru á, vaska, og hann skal uppaftur halda tað innan læstar dyr í sjey dagar.
55 Táið hann tá sýnar tað, eftir at tað er vaskað, og plettirnir síggja tað sama út, tá er tað óreint, um skaðin so ikki hevur breitt seg longur útum; tú skalt brenna tað, tað er av tí slagnum, ið etur seg inn á rættuni ella á ranguni.
56 Men vísir tað seg, táið presturin sýnar tað, at plettirnir á plagginum, leðrinum ella tí vovna ella bundna toyinum eru bliknaðir, eftir at tað er vaskað, so skal hann skræða tað av, sum plettirnir eru á.
57 Koma tá plettirnir aftur seinni, á plagginum, tí vovna ella bundna toyinum ella tí, ið er av leðri - hvat tað nú vera má - so er tað spitalska, ið brýtur út; tú skalt brenna tað, ið plettirnir eru komnir á.
58 Men tað plagg, tað vovna ella bundna toy, ella tað av leðri - hvat tað nú vera má - sum plettirnir fara av, táið tað verður vaskað, skal uppaftur vaskast, so er tað reint.
59 - Hetta er lógin um spitalsku á plaggi av ull ella av líni, ella á vovnum ella bundnum toyi, ella á onkrum, ið er av leðri - hvat tað nú vera má - lógin, ið tað skal dømast reint ella óreint eftir."