Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Triðja Mósebók
Kapittul 21
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27
1 HARRIN segði við Móses: "Tala við prestarnar, synir Áron, og sig við teir: "Prestur má ikki gera seg óreinan millum fólk sítt við at nema við lík,
2 uttan so tað er eitt av næsta skyldfólki hansara, móðir, faðir, sonur, dóttir, bróðir,
3 ella systir - um so er at hon var moyggj og enn hoyrdi ættini til - ikki var burturgift; við henni kann hann gera seg óreinan.
4 Hann má ikki gera seg óreinan; tí hann er høvdingi millum fólk sítt, hann má ikki vanhalga seg.
5 Prestarnir mugu ikki raka seg berskøllutar nakrastaðni á høvdinum, ikki stubba burtur av skegginum og ikki gera skurðir á likamið.
6 Heilagir skulu teir vera fyri Gudi sínum og ikki vanhalga navn Guds síns; tí teir bera fram eldoffur HARRANS, mat Guds síns; tí skulu teir vera heilagir.
7 Eingin av teimum má giftast við skøkju ella kvinnu, ið vanærd er, heldur ikki við kvinnu, ið maðurin hevur rikið frá sær; tí presturin er heilagur fyri Gudi sínum.
8 Tú skalt rokna hann heilagan; tí hann ber fram mat Guds tíns; hann skal vera tær heilagur, tí heilagur eri Eg, HARRIN, sum halgar tykkum.
9 Táið prestadóttir vanhalgar seg við skøkjulívi, vanhalgar hon faðir sín; hon skal brennast á báli.
10 Tann, ið høvuðsprestur er millum brøður sínar, tann, á hvørs høvur salvuoljan er úthelt, og sum er vígdur og hevur latið seg í hini heiløgu klæðini, hann má hvørki ganga ógreiddur ella skræða klæðini.
11 Hann má einki lík fara til; nei, enntá ikki við faðir sínum ella móður síni má hann gera seg óreinan.
12 Hann má ikki fara úr halgidóminum, so hann vanhalgar halgidóm Guds síns; tí salvuolja Guds hansara, sum hann varð vígdur við, er á honum. - Eg eri HARRIN!
13 Til konu skal hann taka kvinnu, sum er moyggj;
14 hann má ikki giftast við einkju, við kvinnu, ið er vrakað, ella sum er vanærd, ella við skøkju; onga uttan moyggj av fólki sínum má hann taka til konu.
15 Annars vanhalgar hann avkom sítt millum fólk sítt. - Tí Eg eri HARRIN, sum halgar hann!""
16 HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
17 "Tala við Áron og sig: "Eingin av avkomi tínum - nú ella í komandi tíðum - sum brekaður er, má stíga fram at bera fram mat Guds síns;
18 tað má eingin, sum brekaður er, hvørki blindur, lamin ella ein, sum hevur lýti í andlitinum, ella sum hevur lim, ið er ov stórur,
19 eingin, sum hevur brotið arm ella bein,
20 eingin, sum er kúlutur ella dvørgvaksin, eingin, sum hevur plett á eyganum, skrubb ella annað útbrot, ella sum eistuni eru kroyst á.
21 Eingin eftirkomari Árons prests, sum brekaður er, má stíga fram at bera fram eldoffur HARRANS; hann er brekaður, hann má ikki stíga fram at bera fram mat Guds síns!
22 Hann kann eta mat Guds síns, bæði hitt háheilaga og hitt heilaga;
23 men við tað at hann er brekaður, má hann ikki koma at forhanginum og fara fram at altarinum; tí so vanhalgar hann heiløgu lutir Mínar. - Tí Eg eri HARRIN, sum halgar teir!""
24 - Móses segði alt hetta við Áron og synir hansara og allar Ísraelsmenn.