1 | HARRIN talaði við Móses og Áron og segði við teir: |
| 2 | "Talið við Ísraelsmenn og sigið: "Hesi eru dýrini, ið tit kunnu eta av øllum fýrføttum dýrum á jørðini: |
| 3 | Øll dýr, ið hava kleyvar, klovnar heilt niðan, og sum jótra, tey kunnu tit eta. |
| 4 | Men hesi mugu tit ikki eta av teimum, ið jótra, og av teimum, ið hava kleyvar: Kamelin, tí víst jótrar hann, men hann hevur ikki kleyvar; - hann skal vera tykkum óreinur; |
| 5 | fjallagrevlingin, tí víst jótrar hann, men hann hevur ikki kleyvar; hann skal vera tykkum óreinur; |
| 6 | haruna, tí víst jótrar hon, men hon hevur ikki kleyvar; hon skal vera tykkum órein; |
| 7 | svínið, tí víst hevur tað kleyvar, og teir klovnar heilt niðan, men tað jótrar ikki; tað skal vera tykkum óreint. |
| 8 | Kjøtið av hesum dýrum mugu tit ikki eta, og eru tey deyð, mugu tit ikki nema við tey; tey skulu vera tykkum órein. |
| 9 | Av øllum tí, sum í vatninum livir, kunnu tit eta hetta: Alt í vatninum - bæði í sjónum og í áunum - sum hevur fjaðrar og roðslu, kunnu tit eta. |
| 10 | Men tað, ið ikki hevur fjaðrar og roðslu av øllum tí, ið livir í sjónum og í áunum, av øllum tí, ið vatnið er fult av - øllum livandi, sum heldur til har - skal vera tykkum andstygd. |
| 11 | Andstygd skal tað vera tykkum; fiskin av slíkum mugu tit ikki eta, og er tað deytt, skulu tit rokna kroppin á tí fyri andstygd. |
| 12 | - Alt í vatninum, sum ikki hevur fjaðrar og roðslu, skal vera tykkum andstygd. |
| 13 | Hesir eru fuglarnir, ið tit skulu rokna fyri andstygd - teir mugu ikki verða etnir, teir eru andstygd -: Ørnin, gripurin, sjóørnin, |
| 14 | glentan, øll falkasløg, |
| 15 | øll ravnasløg, |
| 16 | strutsurin, geykurin, másin, øll heykasløg, |
| 17 | uglan, súlan, náttuglan, |
| 18 | tinsemetfuglurin, pelikanurin, rægripurin, |
| 19 | storkurin, øll hegrasløg, herfuglurin og flogmúsin. |
| 20 | Øll skriðdýr, ið veingir hava og ganga á fýra beinum, skulu vera tykkum andstygd. |
| 21 | Av øllum skriðdýrum, ið veingir hava og ganga á fýra beinum, kunnu tit tó eta tey, ið oman fyri afturbeinini hava springbein at hoppa við á markini. |
| 22 | Av teimum kunnu tit eta hesi: Arbegrashoppur, solamgrashoppur, hargolgrashoppur og hagabgrashoppur. |
| 23 | Men øll onnur skriðdýr, ið veingir hava og ganga á fýra beinum, skulu vera tykkum andstygd. |
| 24 | Hesi eru dýrini, ið tit verða órein av; ein og hvør, ið nemur við kropp teirra, táið tey eru deyð, verður óreinur líka til kvølds, |
| 25 | og ein og hvør, ið ber slíkan deyðan kropp, skal vaska klæði síni og vera óreinur líka til kvølds -: |
| 26 | Øll dýr, ið hava hógvar og ikki kleyvar, og sum ikki jótra, skulu vera tykkum órein; ein og hvør, ið nemur við tey, verður óreinur. |
| 27 | Øll fýrføtt dýr, ið ganga á labbum, skulu vera tykkum órein; ein og hvør, ið nemur við tey, táið tey eru deyð, verður óreinur líka til kvølds; |
| 28 | og tann, ið ber slíkt dýr deytt, skal vaska klæði síni og vera óreinur líka til kvølds. - Órein skulu tey vera tykkum. |
| 29 | Av smádýrum, ið á jørðini rørast, skulu hesi vera tykkum órein: Hermalínið, músin, øll fýrbeinasløg, |
| 30 | anakan, koadýrið, leta’an, hometdýrið og tinsemetdýrið. |
| 31 | Hesi eru tey, ið skulu vera tykkum órein millum øll smádýrini; ein og hvør, ið nemur við tey, táið tey eru deyð, skal vera óreinur líka til kvølds; |
| 32 | og alt tað, ið eitt av hesum dýrum fellur á, táið tað er deytt, verður óreint, bæði træíløt, klæði, skinn, sekkir og annars alt, ið nýtt verður til eitt ella annað arbeiði; tað skal leggjast í vatn og er óreint líka til kvølds; tá er tað reint. |
| 33 | Dettur eitt av teimum niður í leirílat, so verður alt tað óreint, sum í ílatinum er, og ílatið sjálvt skulu tit bróta sundur. |
| 34 | Allur matur, alt, ið verður tilgjørt við vatni, og alt drekka, alt, ið drukkið verður - tað verður óreint í slíkum ílati. |
| 35 | Alt tað, ið slíkur deyður kroppur dettur á, verður óreint; er tað ovnur ella eldstaður, so skal hann rívast niður; hann er óreinur, og hann skal vera tykkum óreinur. |
| 36 | Tó verða keldur og brunnar, støð, sum vatn setur at, framvegis rein; men nemur ein við sjálvan tann deyða kroppin, so verður hann óreinur. |
| 37 | Fellur slíkur deyður kroppur á nakað slag av korni, ið nýtt verður til frækorn, so verður kornið framvegis reint. |
| 38 | Men er vatn latið í frækornið, og tá slíkur deyður kroppur fellur á tað, so skal kornið verða tykkum óreint. |
| 39 | Doyr okkurt av teimum fýrføttu dýrunum, ið tit nýta til føði, so skal tann, ið nemur við tann deyða kroppin, vera óreinur líka til kvølds. |
| 40 | Tann, ið etur kjøt av slíkum deyðum kroppi, skal vaska klæði síni og vera óreinur líka til kvølds, og tann, ið ber slíkan deyðan kropp, skal vaska klæði síni og verða óreinur líka til kvølds. |
| 41 | Øll smádýr, ið á jørðini skríða, skulu vera tykkum andstygd; tey mugu ikki etast; |
| 42 | hvørki tað, ið á búkinum skríður, ella tað, ið gongur á fýra beinum ella fleiri - einki av øllum teimum smádýrum, ið á jørðini skríða, mugu tit eta; tí tey eru andstygd. |
| 43 | Gerið ikki tykkum sjálv viðurstyggilig av nøkrum slíkum skriðdýrum, dálkið tykkum ikki av teimum, so tit verða órein! |
| 44 | Tí Eg eri HARRIN Gud tykkara, og tit skulu halga tykkum og vera heiløg, tí Eg eri heilagur - dálkið tykkum ikki av nøkrum av teimum skriðdýrum, ið á jørðini skríða! |
| 45 | Tí Eg eri HARRIN, sum leiddi tykkum út av Egyptalandi at vera Gud tykkara; og tit skulu vera heiløg, tí Eg eri heilagur. |
| 46 | - Hetta er lógin um fýrføtt dýr og fuglar og allar livandi skapningar, ið rørast í vatninum, og allar livandi skapningar, ið á jørðini skríða |
| 47 | - so at munur kann verða gjørdur á óreinum og reinum, á teimum dýrum, ið etast kunnu, og á teimum, ið ikki mugu etast."" |
| |
|