Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Triðja Mósebók
Kapittul 25
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27
1 HARRIN talaði við Móses á Sinaifjalli og segði:
2 "Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: "Táið tit koma inn í landið, ið Eg gevi tykkum, skal landið halda sabbatshvílu fyri HARRANUM.
3 Seks ár skalt tú sáa mark tína, og seks ár skalt tú røkja víngarð tín og heysta grøðina av landinum.
4 Men sjeynda árið skal vera landinum háheilagur sabbatur - sabbatur fyri HARRANUM; tá mást tú ikki sáa mark tína og ikki røkja víngarð tín.
5 Tað, ið veksur upp av sær sjálvum, eftir at tú hevur heystað, mást tú ikki skera, og vínberini á órøkta víntræi tínum mást tú ikki henta; tað skal vera landinum sabbatsár.
6 Tað, ið grør av sær sjálvum, meðan landið heldur sabbat, skal vera tykkum til føði - tær sjálvum, tænara tínum, arbeiðskonu tíni, hinum daglønta arbeiðsmanni tínum og teimum fremmandu, ið halda til hjá tær;
7 og fæ títt og tey villu dýrini í landi tínum skulu eisini eta av allari grøðini, ið har veksur.
8 Tú skalt telja sjey sabbatsár fram, sjey ferðir sjey ár, so at tær sjey áravikurnar verða 49 ár.
9 Tá skalt tú lata lúðurin ljóða í landinum tann tíggjunda í sjeynda mánaði; bótardagin skulu tit lata lúðurin ljóða um alt land tykkara.
10 Tit skulu halda fimtiunda árið heilagt og lata boða frælsi í landinum fyri øll, ið har búgva; tað skal vera tykkum fagnaðarár, og tit skulu koma aftur, ein og hvør á ogn sína og ein og hvør til ætt sína.
11 Fagnaðarár skal hetta árið, hitt fimtiunda, vera tykkum; ikki mugu tit sáa, og ikki mugu tit heysta tað, ið veksur upp av sær sjálvum tað árið, ei heldur henta vínberini av órøktu víntrøunum.
12 Tí tað er fagnaðarár, heilagt skal tað vera tykkum; tit skulu eta tað, ið markin ber av sær sjálvari.
13 Fagnaðarárið skal ein og hvør tykkara koma aftur á ogn sína.
14 Táið tú selur næsta tínum okkurt ella keypir okkurt frá honum, mugu tit ikki gera hvør øðrum órætt.
15 Táið tú keypir okkurt frá næsta tínum, skal verða roknað eftir árunum síðani seinasta fagnaðarár; eftir talinum á árunum, ið eftir eru at heysta í, skal hann selja tær.
16 Tess fleiri ár ið eftir eru, tess hægri skalt tú seta virðið, og tess færri ár ið eftir eru, tess lægri skalt tú seta virðið; tí tað, ið hann selur tær, eru grøðirnar, so mangar sum tær nú eru.
17 - Eingin av tykkum má gera næsta sínum órætt; tú skalt óttast Gud tín. - Eg eri HARRIN Gud tykkara!
18 Tit skulu halda lógir Mínar og akta eftir boðum Mínum og halda tey; so skulu tit búgva trygg í landinum.
19 Og landið skal geva frukt sína, og tit skulu eta og verða mett og búgva trygg har.
20 Men siga tit nú: "Hvat skulu vit eta sjeynda árið, táið vit hvørki sáa ella fáa grøði okkara í hús!"
21 - so skulu tit vita, at Eg skal senda signing Mína yvir tykkum sætta árið, so tað gevur grøði fyri trý ár.
22 Áttanda árið skulu tit sáa - men eta við sama lagi av hini gomlu grøðini; líka til grøðin av níggjunda árinum kemur, skulu tit eta gamalt korn.
23 Jørðina í landinum mugu tit ikki selja við alla; tí landið er Mítt, tit eru bert fremmandir og gestir hjá Mær.
24 Í øllum landinum, ið tit fáa í ogn, skulu tit geva loyvi til, at jørðin kann verða loyst.
25 Táið bróðir tín kemur í armóð og noyðist at selja nakað av ogn síni, skal loysari hansara, næsti skyldmaður hansara, koma og loysa tað, ið bróðirin hevur selt.
26 Hevur ein nú ongan loysara, men fær ráð til tað sjálvur og kemur at eiga tað, ið krevur til at loysa tað,
27 so skal hann rokna eftir, hvussu mong ár ið eru gingin, síðani hann seldi, og bert gjalda manninum, ið keypti tað, fyri tíðina, ið eftir er; tá verður ognin hansara aftur.
28 Men hevur hann ikki nóg mikið at gjalda honum við, so skal tað, ið hann hevur selt, vera ogn hansara, sum keypti tað, líka til fagnaðarárið; men fagnaðarárið skal tað verða latið fyri einki og koma undir hin gamla ánaran aftur.
29 Táið ein selur sethús í staði við múrum rundanum, skal rættur hansara at loysa tað galda, eitt heilt ár frá tí hann seldi; eitt ár geldur rættur hansara at loysa tað.
30 Men er tað ikki loyst, áðrenn eitt heilt ár er gingið, so skal húsið - um tað nú er í staði við múrum rundanum - við alla verða ogn hansara, ið keypti tað, hansara og eftirkomara hansara; tað skal ikki latast fyri einki fagnaðarárið.
31 Men húsini í bygdum við ongum múrum rundanum, tey skulu verða roknað uppí jørðina í landinum; tey skulu kunna loysast, og fagnaðarárið skulu tey verða latin fyri einki.
32 Men viðvíkjandi húsunum í býum, sum Levitarnir eiga, tá skal rætturin at loysa tey ongantíð falla burtur.
33 Um ein av Levitunum ikki loysir hús, ið hann hevur selt, so skal tað verða latið fyri einki fagnaðarárið - um so er at húsið er í býi, sum teir eiga; tí húsini í býum Levitanna eru ogn teirra millum Ísraelsmenn.
34 Heldur ikki má jørðin, ið hoyrir til býir teirra, seljast; tí hon er æviga ogn teirra.
35 Táið bróðir tín kemur í armóð og er ikki mentur at bjarga sær longur, skalt tú styðja hann; sum fremmandur og innfluttur skal hann liva hjá tær.
36 Tú mást ikki taka rentu ella yvirmál frá honum; nei, tú skalt óttast Gud tín og lata bróður tín liva hjá tær.
37 Tú mást ikki læna honum pening móti rentu ella lata hann fáa av mati tínum móti yvirmáli.
38 - Eg eri HARRIN Gud tykkara, sum leiddi tykkum út av Egyptalandi, til at geva tykkum Kána’ansland og vera Gud tykkara.
39 Táið bróðir tín kemur í armóð og noyðist at selja tær seg sjálvan, mást tú ikki lata hann tæna hjá tær, sum trælur tænir.
40 Hann skal vera hjá tær sum dagløntur maður ella sum innfluttur og tæna hjá tær inntil fagnaðarárið.
41 Tá skalt tú geva hann frían, bæði hann og børn hansara, og hann skal fara aftur til ætt sína og fedraogn sína.
42 - Tí teir eru tænarar Mínir, sum Eg leiddi út av Egyptalandi; teir mugu ikki verða seldir, sum trælir verða seldir.
43 Tú mást ikki við harðskapi valda yvir honum; tú skalt óttast Gud tín.
44 Men vilt tú fáa tær trælir ella trælkvinnur, so skalt tú keypa tey frá fólkasløgunum, ið rundan um tykkum búgva.
45 Eisini av børnunum hjá teimum innfluttu, ið búgva hjá tykkum sum fremmand - av teimum og av eftirkomarum teirra, sum búgva hjá tykkum og eru fødd í landi tykkara - kunnu tit keypa tykkum trælir og trælkvinnur, og tey skulu vera ogn tykkara;
46 tey kunnu tit lata børn tykkara fáa í arv eftir tykkum, so tey kunnu hava tey sum ogn; tey kunnu tit við alla nýta sum trælir. Men móti brøðrum tykkara, Ísraelsmonnum, mást tú ikki við harðskapi valda, bróðir yvir bróður.
47 Táið fremmandur ella innfluttur hjá tær ríkast upp, og ein av brøðrum tínum, sum býr honum nær, kemur í armóð og noyðist at selja seg til hin fremmanda ella hin innflutta hjá tær ella til eftirkomara eftir ætt fremmandamans,
48 so skal hann kunna loysast, eftir at hann hevur selt seg. Ein av brøðrum hansara skal loysa hann,
49 ella pápabeiggi hansara, sonur pápabeiggja hansara ella ein annar av næstu skyldmonnum í ætt hansara; hann kann eisini loysa seg sjálvur, fær hann ráð til tað.
50 Táið hann tá ger upp við tann, ið keypti hann, skulu teir rokna út tíðina, frá tí árinum hann seldi seg til hansara og til fagnaðarárið, og peningurin, ið hann seldi seg fyri, skal býtast sundur við áratalinum; tíðin, ið hann hevur verið hjá honum, skal verða roknað, sum hann hevði verið dagløntur arbeiðsmaður.
51 Eru enn mong ár eftir, skal hann í loysigjald lata so mikið av tí, ið hann varð keyptur fyri, sum svarar til hesi ár.
52 Men eru árini fá eftir til fagnaðarárið, skal hann gera upp við hann eftir teimum; hann skal í loysigjald lata tað, ið svarar til árini, ið hann hevur eftir.
53 Sum dagløntur arbeiðsmaður, ið tænir ár eftir ár, skal hann vera hjá honum; tú mást ikki tola, at hann við harðskapi valdar yvir honum.
54 Men verður hann ikki loystur á ein av hesum háttum, skal hann verða givin fríur fagnaðarárið, bæði hann og børn hansara.
55 Tí Mær hoyra Ísraelsmenn til sum tænarar; teir eru tænarar Mínir, sum Eg leiddi út av Egyptalandi. - Eg eri HARRIN Gud tykkara!"