Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Triðja Mósebók
Kapittul 19
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27
1 HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
2 "Tala við alla samkomu Ísraelsmanna og sig við tey: "Tit skulu vera heiløg; tí Eg, HARRIN Gud tykkara, eri heilagur!
3 Hvør og ein av tykkum skal óttast móður sína og faðir sín. Sabbatar Mínar skulu tit halda. - Eg eri HARRIN Gud tykkara!
4 Tit mugu ikki venda tykkum til avgudarnar og ikki gera tykkum stoyptar gudar. - Eg eri HARRIN Gud tykkara!
5 Táið tit ofra HARRANUM takkoffur, skulu tit ofra tað so, at Hann kann hava gleði av tykkum.
6 Sama dag, ið tit ofra tað, skal tað etast, ella eisini dagin eftir; men tað, ið eftir er triðja dagin, skal brennast.
7 Verður tað etið triðja dagin, so er tað andstygd; tá hevur HARRIN ikki gleði av tí;
8 og tann, ið etur tað, skal bøta fyri misgerð sína, tí hann hevur vanhalgað tað, ið var HARRANUM halgað; tað menniskja skal týnast úr fólki sínum.
9 Táið tit heysta grøðina í landi tykkara, mást tú ikki skera akur tín heilt út á bakkarnar, ei heldur mást tú henta elmuna.
10 Tú mást ikki henta berini, ið eftir sita á trøunum, táið tú hevur heystað av víngarði tínum, ella henta upp tey, ið niður eru dottin; tey skalt tú lata verða eftir til hin fátæka og hin fremmanda. - Eg eri HARRIN Gud tykkara!
11 Tit mugu ikki stjala. Tit mugu ikki lúgva. Tit mugu ikki svíkja hvør annan.
12 Tit mugu ikki svørja uppá lygn um navn Mítt, so tú vanhalgar navn Guds tíns. - Eg eri HARRIN!
13 Tú mást ikki við órætti taka nakað frá næsta tínum, ei heldur ræna nakað frá honum. Lønina hjá dagløntum manni mást tú ikki hava liggjandi hjá tær inntil morgunin eftir.
14 Tú mást ikki banna hinum deyva, ei heldur leggja nakað at falla um fyri hin blinda - tú skalt óttast Gud tín! - Eg eri HARRIN!
15 Tit mugu ikki gera órætt, táið tit halda rættargang; tú skalt ikki halda við einum, fyri tað at hann hevur lítið at týða, ei heldur fara í part við ein, fyri tað at hann er mektigur; tú skalt døma næsta tín við rættvísi!
16 Tú mást ikki ganga um og spilla fólk út. Tú mást ikki liggja næsta tínum eftir lívinum. - Eg eri HARRIN!
17 Tú mást ikki í hjartanum hava agg til bróður tín, nei, tú skalt hava at næsta tínum, so tú dregur ikki synd oman yvir teg fyri hansara skuld.
18 Tú mást ikki hevna teg og ikki hava agg til nakran av fólki tínum, nei, tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan. - Eg eri HARRIN!
19 Haldið lógir Mínar! - Av fæi tínum mást tú ikki lata tvey dýr hvørt av sínum slagnum para seg. Tú skalt ikki sáa tvinnanda sløg av sáði í akur tín. Garn og veftur mugu ikki vera hvørt sítt slagið í klæðunum, sum tú gongur í.
20 Táið maður liggur hjá kvinnu og hevur við hana at gera, og hon er trælkvinna, hjákona annars mans, og hvørki leyskeypt ella frígivin, so skulu tey verða revsað; men lívið skulu tey ikki lata, við tað at hon var ikki frí kvinna.
21 Men hann skal koma fram fyri HARRAN, at durum samkomutjaldsins, við skyldofri sínum, skyldoffurveðri.
22 Við skyldoffurveðrinum skal presturin gera bót fyri hann fyri ásjón HARRANS fyri syndina, ið hann hevur gjørt; so fær hann fyrigeving fyri syndina, ið hann hevur gjørt.
23 Táið tit koma inn í landið og planta alskyns frukttrø, so skulu tit rokna hin fyrsta ávøkst teirra at vera yvirhúð teirra; í trý ár skulu tit rokna tey sum óumskorin og ikki eta av teimum.
24 Fjórða árið skal allur ávøkstur teirra við gleðihátíð vígast HARRANUM.
25 Ikki fyrrenn fimta árið skulu tit eta ávøkst teirra; so skulu tey bera tykkum so mikið meiri eftirsíðani. - Eg eri HARRIN Gud tykkara!
26 Tit mugu einki eta við blóðinum í. Tit mugu ikki fáast við spádóm ella gand.
27 Tit mugu ikki klippa niðan av hárinum, ei heldur stubba burtur av skegginum.
28 Tit mugu ikki gera skurðir á likam tykkara av sorg um deyðan, ei heldur rista tykkum merki í húðina. - Eg eri HARRIN!
29 Tú mást ikki vanhalga dóttur tína við at lata hana verða skøkju, so landið fellur til skøkjulív og fyllist við siðloysi.
30 Sabbatar Mínar skulu tit halda, og fyri halgidómi Mínum skulu tit hava ótta. - Eg eri HARRIN!
31 Vendið tykkum ikki til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa! Leitið ikki til teirra, so tit gera tykkum órein við teimum! - Eg eri HARRIN Gud tykkara!
32 Tú skalt reisa teg fyri hinum gráu hárum og heiðra hin gamla; tú skalt óttast Gud tín. - Eg eri HARRIN!
33 Táið fremmandur býr hjá tykkum í landi tykkara, so mást tú ikki vera harður við hann;
34 sum ein av tykkara egnu skulu tit rokna hin fremmanda, ið hjá tykkum býr, og tú skalt elska hann sum teg sjálvan; tí tit hava sjálv verið fremmand í Egyptalandi. - Eg eri HARRIN Gud tykkara!
35 Tit mugu ikki gera órætt, hvørki í dómi, í máti, í vekt ella í máli;
36 beina vekt, røtt lodd, rætta efu og rætta hin skulu tit hava. - Eg eri HARRIN Gud tykkara, sum leiddi tykkum út av Egyptalandi!
37 Aktið eftir øllum lógum og boðum Mínum, og haldið tey! - Eg eri HARRIN!""