Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Triðja Mósebók
Kapittul 24
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27
1 HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
2 "Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu lata teg fáa reina olju av stoyttum oljuberum til ljósastakan, so at lampurnar dagliga kunnu verða settar upp!
3 Í samkomutjaldinum, uttan fyri forhangið, sum hongur framman fyri vitnisburðin, har skal Áron gera tær í stand, so tær altíð kunnu brenna, frá kvøldi til morguns, fyri ásjón HARRANS; hetta skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann.
4 Lampurnar á gullljósastakanum skal hann halda í standi fyri ásjón HARRANS, so tær kunnu brenna altíð.
5 Tú skalt taka fínt hveitimjøl og baka tólv køkur; tveir tíggjundapartar av efu skulu vera í hvørjari køku.
6 Tær skalt tú leggja í tvey røð, seks í hvørjum raði, á gullborðið fyri ásjón HARRANS.
7 Á hvørt raðið skalt tú leggja reint roykilsi; tað skal vera minningaroffur fyri breyðini, eldoffur til HARRAN.
8 Sabbatsdag eftir sabbatsdag, gjøgnum allar tíðir, skulu breyðini leggjast fram fyri ásjón HARRANS; tað skal vera gáva frá Ísraelsmonnum - ævigur sáttmáli.
9 Tey skulu Áron og synir hansara hava, og teir skulu eta tey á heiløgum staði; tí tey eru háheiløg og eru partur hansara av eldofrum HARRANS - ævigur rættur."
10 Ein maður, ið var sonur ísraelska kvinnu, men hevði egyptiskan faðir, fór einaferð út millum Ísraelsmenn. Tá fóru teir at klandrast har í tilhaldinum, hesin sonur ta ísraelsku kvinnuna og ein Ísraelsmaður;
11 og sonur ta ísraelsku kvinnuna spottaði navn HARRANS og bannaði tí. Hann varð tá leiddur til Móses. - Móðir hansara æt Selomit og var dóttir Dibri, av ætt Dans.
12 Teir settu hann fastan, inntil teir kundu fáa dóm hansara ásettan við orði frá HARRANUM.
13 Og HARRIN talaði við Móses og segði:
14 "Farið út um tilhaldið við spottaranum! Allir teir, ið hoyrdu, skulu leggja hendurnar á høvd hansara; síðani skal øll samkoman steina hann.
15 Við Ísraelsmenn skalt tú tala og siga: "Tann, ið bannar Gudi sínum, skal bøta fyri synd sína.
16 Tann, ið spottar navn HARRANS, skal lata lív; øll samkoman skal steina hann; veri hann nú fremmandur ella innføddur - hann skal verða steinaður, táið hann spottar navn HARRANS.
17 Drepur onkur menniskja, skal hann lata lív.
18 Men tann, ið drepur kríatúr av fænum, skal endurgjalda tað - livandi kríatúr fyri livandi kríatúr.
19 Voldir onkur næsta sínum kropsmein, so skal sama verða gjørt við hann, sum hann hevur gjørt:
20 Brot fyri brot, eyga fyri eyga, tonn fyri tonn; sama mein, ið hann hevur volt øðrum, skal hann sjálvur fáa.
21 Tann, ið drepur kríatúr av fænum, skal endurgjalda tað; men tann, ið drepur menniskja, skal lata lív.
22 Ein og sami rættur skal galda fyri tykkum; hann skal galda fyri hin fremmanda líka væl sum fyri hin innfødda; tí Eg eri HARRIN Gud tykkara!""
23 Móses segði nú hetta við Ísraelsmenn, og teir fóru út um tilhaldið við spottaranum og steinaðu hann; Ísraelsmenn gjørdu, sum HARRIN hevði álagt Mósesi.