Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Triðja Mósebók
Kapittul 15
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27
1 HARRIN talaði framvegis við Móses og Áron og segði:
2 "Talið við Ísraelsmenn og sigið við teir: "Táið maður hevur útflot úr blygd síni, so ger hetta útflotið hann óreinan.
3 Og viðvíkjandi óreinsku hansara, meðan hann hevur útflotið, so er hetta fyriskipanin: Hann er óreinur, bæði táið blygd hansara gevur útflotið frá sær, og táið hon heldur tí aftur.
4 Hvør lega, sum tann, ið hevur útflot, liggur á, skal vera órein, og hvør sessur, ið hann situr á, skal vera óreinur.
5 Tann, ið nemur við legu hansara, skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds.
6 Tann, ið situr á sessi, sum tann, ið hevur útflot, hevur sitið á, skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds.
7 Tann, ið nemur við ein, ið hevur útflot, skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds.
8 Kemur tann, ið hevur útflot, at spýta á ein, ið er reinur, so skal hesin vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds.
9 Alt tað, sum tann, ið hevur útflot, situr á, táið hann fer eina ferð, skal vera óreint.
10 Tann, sum nemur við nakað, ið hann hevur ligið ella sitið á, skal vera óreinur líka til kvølds; tann, ið ber nakað slíkt, skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds.
11 Ein og hvør, sum tann, ið hevur útflot, nemur við uttan at hava skolað hendurnar í vatni, skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds.
12 Leirílat, sum tann, ið hevur útflot, nemur við, skal brótast; men er tað træílat, skal tað skolast í vatni.
13 Táið tann, ið hevur útflot, sleppur frá útflotinum, skal hann telja sjey dagar fram, frá tí degi hann varð reinur, og so vaska klæði síni og tváa likami sínum í keldu- ella áarvatni; so er hann reinur.
14 Og áttanda dagin skal hann taka sær tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar og koma fyri ásjón HARRANS, at durum samkomutjaldsins, og fáa prestinum fuglarnar.
15 So skal presturin ofra teir, annan sum syndoffur og annan sum brennioffur; soleiðis skal presturin gera bót fyri hann fyri ásjón HARRANS, so at hann verður reinur eftir útflot sítt.
16 Táið sáð gongur frá manni, skal hann tváa øllum likami sínum í vatni og vera óreinur líka til kvølds.
17 Øll klæði og alt av skinni, sum sáð kemur á, skal vaskast í vatni og vera óreint líka til kvølds.
18 Táið maður liggur hjá kvinnu, og sáð gongur frá honum, skulu tey tváa sær í vatni og vera órein líka til kvølds.
19 Táið kvinna hevur mánasjúku sína, og blóð flýtur úr blygd hennara, er hon órein í sjey dagar. Ein og hvør, ið nemur við hana, skal vera óreinur líka til kvølds.
20 Alt, ið hon liggur á, meðan hon hevur mánasjúku sína, skal vera óreint, og alt, ið hon situr á, skal vera óreint.
21 Tann, ið nemur við legu hennara, skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds.
22 Tann, ið nemur við sess, ið hon hevur sitið á, skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds.
23 Nemur onkur við nakað, ið hevur ligið á legu hennara ella á sessinum, ið hon hevur sitið á, so skal hann vera óreinur líka til kvølds.
24 Liggur maður hjá henni, og óreinska hennara kemur á hann, so skal hann vera óreinur í sjey dagar, og hvør lega, ið hann liggur á, skal vera órein.
25 Men táið kvinna missir blóð í longri tíð - uttan at tað er mánasjúkutíð hennara - ella táið hon hevur mánasjúku sína og missir blóð út um ta vanligu tíðina, so skal hon, alla ta tíð hon hevur hetta óreina útflot, vera, sum teir dagarnar hon hevur mánasjúku sína - hon skal vera órein.
26 Hvør lega, ið hon liggur á, so leingi sum hon hevur útflotið, skal vera órein, eins og lega hennara táið hon hevur mánasjúku sína, og hvør sessur, ið hon situr á, skal vera óreinur, eins og táið hon hevur mánasjúku sína.
27 Ein og hvør, ið nemur við tað, verður óreinur og skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds.
28 Men táið hon sleppur frá útflotinum, skal hon telja sjey dagar fram - so er hon rein.
29 Og áttanda dagin skal hon taka sær tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar og koma við teimum til prestin, at durum samkomutjaldsins.
30 Presturin skal ofra annan fuglin sum syndoffur og annan sum brennioffur; soleiðis skal presturin gera bót fyri hana fyri ásjón HARRANS, so hon verður rein eftir óreina útflot sítt.
31 Tit skulu vara Ísraelsmenn við óreinsku teirra, so teir ikki koma at doyggja í óreinsku síni, táið teir gera tabernakul Mítt, sum reist er millum teirra, óreint.
32 - Hetta er lógin um menn, ið hava útflot, og sum sáð gongur frá, so teir verða óreinir av tí,
33 og um kvinnur, ið hava mánasjúku sína - um tann, ið hevur okkurt útflot, tað veri nú maður ella kvinna - og um menn, ið liggja hjá óreinum kvinnum.""