Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Triðja Mósebók
Kapittul 1
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27
1 HARRIN kallaði á Móses og talaði við hann úr samkomutjaldinum og segði:
2 "Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: "Táið onkur av tykkum vil bera HARRANUM fram offur av fænum, kann hann taka offur sítt annaðhvørt av neytunum ella av smáfænum.
3 Er tað brennioffur, ið hann vil bera fram, og hann tekur tað av neytunum, skal tað vera lýtaleyst kríatúr av hannslagi; hann skal koma at durum samkomutjaldsins við tí, so hann verður væl toknaður fyri ásjón HARRANS.
4 Og hann skal leggja hondina á høvd offurdýrsins; so verður tað væl toknað og bøtir fyri hann.
5 Síðani skal hann drepa hin unga tarvin fyri ásjón HARRANS, og synir Áron, prestarnir, skulu bera fram blóðið og sletta tað rundan um á altarið, ið stendur fyri durum samkomutjaldsins.
6 So skal hann fletta offurdýrið og lima tað sundur.
7 Og synir Áron, prestin, skulu kynda eld á altarinum og leggja við á eldin.
8 So skulu synir Áron, prestarnir, leggja stykkini saman við høvdinum og tálgini oman á viðin, ið lagdur er á altareldin.
9 Innvølurin og føturnir skulu verða vaskaðir í vatni, og so skal presturin brenna alt samalt á altarinum; tað er brennioffur, eldoffur, HARRANUM til góðan anga.
10 Tekur hann brennioffur sítt av smáfænum, av seyðinum ella geitunum, so skal tað vera lýtaleyst kríatur av hannslagi.
11 Hann skal drepa tað norðan fyri altarið, fyri ásjón HARRANS, og synir Áron, prestarnir, skulu sletta blóðið úr tí rundanum á altarið.
12 So skal hann skera tað sundur, og presturin skal leggja stykkini saman við høvdinum og tálgini oman á viðin, ið lagdur er á altareldin.
13 Innvølurin og føturnir skulu verða vaskaðir í vatni, og so skal presturin bera alt samalt fram og brenna tað á altarinum; tað er brennioffur, eldoffur, HARRANUM til góðan anga.
14 Eru tað fuglar, ið hann tekur HARRANUM til brennioffur, so skal hann taka offur sítt av turtildúvum ella av dúvuungum.
15 Presturin skal bera fuglin fram at altarinum, snara høvdið av honum og brenna tað á altarinum; og blóðið skal verða kroyst út inn móti síðu altarsins.
16 So skal hann taka kjósina út við gorinum, sum í henni er, og blaka hana á øskudungan eystan fyri altarið.
17 Síðani skal hann kryvja fuglin við veingjunum á; teir má hann ikki skilja frá. Og so skal presturin brenna hann á altarinum, á viðinum, ið lagdur er á eldin; tað er brennioffur, eldoffur, HARRANUM til góðan anga."