1 | "Táið onkur vil bera HARRANUM fram matoffur, skal offur hansara vera fínt mjøl; og hann skal hella olju út yvir tað og leggja roykilsi á tað. |
|
2 | So skal hann bera tað til synir Áron, prestarnar; og presturin skal taka ein neva av tí, av mjølinum og oljuni, og alt roykilsið; hann skal brenna tað sum minningaroffur á altarinum; tað er eldoffur, HARRANUM til góðan anga. |
|
3 | Men tað, sum eftir er av matofrinum, skulu Áron og synir hansara hava sum háheilagan part av eldofrum HARRANS. |
|
4 | Táið tú vilt ofra matoffur av nøkrum, ið bakað er í ovni, skal tað vera av fínum mjøli, ósúrgaðar køkur við olju í ella ósúrgaðar flatkøkur, smurdar við olju. |
|
5 | Og er offur títt matoffur, ið bakað er á plátu, so skal tað vera av fínum mjøli, ið blandað er við olju, og ósúrgað. |
|
6 | Tú skalt bróta tað í bitar og hella olju á tað. - Tað er matoffur. |
|
7 | Men er offur títt matoffur, ið bakað er á pannu, so skal tað verða gjørt av fínum mjøli við olju. |
|
8 | Tað matoffur, ið tilgjørt er á ein av hesum háttum, skalt tú bera HARRANUM fram; tað skal verða borið prestinum, og hann skal bera tað fram at altarinum. |
|
9 | So skal presturin burtur av matofrinum taka minningarofrið og brenna tað á altarinum; tað er eldoffur, HARRANUM til góðan anga. |
|
10 | Men tað, sum eftir er av matofrinum, skulu Áron og synir hansara hava sum háheilagan part av eldofrum HARRANS. |
|
11 | Einki matoffur, ið tit bera HARRANUM fram, má verða súrgað; tí hvørki av súrdeiggi ella hunangi mugu tit brenna nakað sum eldoffur fyri HARRANUM. |
|
12 | Sum gávu av frumgróðri kunnu tit bera HARRANUM slíkt fram, men á altarið - til góðan anga - má tað ikki koma. |
|
13 | Tú skalt lata salt í øll matoffur tíni; tú mást ikki lata salt fattast í matofri tínum; tí saltið hoyrir til sáttmálan við Gud tín; saman við øllum ofrum tínum skalt tú bera fram salt. |
|
14 | Vilt tú bera HARRANUM fram matoffur av frumgróðrinum, skalt tú ofra øks, ið bakað eru við eld, nýheystað, mult korn; tað skal vera matoffur títt av frumgróðrinum. |
|
15 | Tú skalt hella olju út yvir tað og leggja roykilsi á tað; tað er matoffur. |
|
16 | Og presturin skal sum minningaroffur brenna nakað av tí mulda korninum og oljuni og alt roykilsið; tað er eldoffur fyri HARRANUM." |
|
|