Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Triðja Mósebók
Kapittul 18
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27
1 HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
2 "Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: "Eg eri HARRIN Gud tykkara!
3 Tit mugu ikki bera tykkum at, sum tey bera seg at í Egyptalandi, har sum tit hava búð, ei heldur, sum tey bera seg at í Kána’anslandi, sum Eg lati tykkum koma í - tit mugu ikki fylgja eftir siðum teirra.
4 Eftir boðum Mínum skulu tit gera, og lógir Mínar skulu tit halda, so tit fylgja eftir teimum. - Eg eri HARRIN Gud tykkara!
5 Ja, tit skulu halda lógir Mínar og boð Míni; tað menniskja, ið ger eftir teimum, skal liva við teimum - Eg eri HARRIN!
6 Eingin av tykkum má koma nakrari kvinnu nær, sum er nærskyld við hann, so hann lyftir burtur av blygd hennara. - Eg eri HARRIN!
7 Tú mást ikki lyfta burtur av blygd faðirs tíns - við at lyfta burtur av blygd móður tínar; hon er móðir tín, tú mást ikki lyfta burtur av blygd hennara!
8 Tú mást ikki lyfta burtur av blygd konu faðirs tíns - tað er blygd faðirs tíns!
9 Tú mást ikki lyfta burtur av blygd systur tínar - hon veri nú dóttir faðir tín ella dóttir móður tína, hon veri nú fødd heima ella uttan fyri heimið.
10 Tú mást ikki lyfta burtur av blygd sonardóttur ella dótturdóttur tínar - tað er tín egna blygd!
11 Blygd dóttur konu faðirs tíns - sum hon eigur við faðir tínum - mást tú ikki lyfta burtur av - hon er systir tín!
12 Tú mást ikki lyfta burtur av blygd faðirsystur tínar - hon er nærskyld við faðir tín!
13 Tú mást ikki lyfta burtur av blygd móðursystur tínar - hon er nærskyld við móður tína!
14 Tú mást ikki lyfta burtur av blygd pápabeiggja tíns - konu hansara mást tú ikki koma nær; hon er faðirsystir tín!
15 Tú mást ikki lyfta burtur av blygd sonarkonu tínar; hon er kona son tín, burtur av blygd hennara mást tú ikki lyfta!
16 Tú mást ikki lyfta burtur av blygd bróðurkonu tínar - tað er blygd bróður tíns!
17 Hevur tú lyft burtur av blygdini á eini kvinnu, so mást tú ikki eisini lyfta burtur av blygd dóttur hennara; heldur ikki sonardóttur ella dótturdóttur hennara mást tú taka og lyfta burtur av blygd teirra; tær eru jú nærskyldar við hana, slíkt er skammiligur atburður!
18 Tú mást ikki giftast við konusystur tíni, meðan kona tín livir, so at tú setur ilt ímillum tær við at lyfta burtur av blygdini á báðum.
19 Tú mást ikki koma kvinnu nær og lyfta burtur av blygd hennara, meðan hon hevur mánasjúku sína.
20 Tú mást ikki liggja hjá konu næsta tíns og gera teg óreinan við henni.
21 Tú mást ikki geva avkom títt at verða ofrað til Molok; tú mást ikki vanhalga navn Guds tíns. - Eg eri HARRIN!
22 Tú mást ikki liggja hjá mannfólki, soleiðis sum ein liggur hjá kvinnu - tað er andstygd!
23 Tú mást ikki hava við nakað kríatúr at gera og gera teg óreinan við tí; ei heldur má nøkur kvinna lata nakað kríatúr hava við seg at gera - tað er skemdargerð!
24 Gerið tykkum ikki órein við nøkrum slíkum! Við øllum slíkum gjørdu tey seg órein, heidningafólkini, ið Eg reki út fyri tykkum.
25 Av hesum varð landið óreint, og Eg heimsøkti tað fyri misgerð teirra, so at landið spýði út íbúgvar sínar.
26 Haldið tit tí lógir Mínar og boð Míni, bæði tit sjálv og hin fremmandi, ið hjá tykkum býr, og gerið ongar av hesum viðurstyggiligu gerðum!
27 Tí alt hetta viðurstyggiliga gjørdu tey, ið búðu í landinum fyri tykkum, og soleiðis varð landið óreint.
28 Annars skal landið spýggja tykkum út, tí tit gera tað óreint, sum tað spýði út fólkið, ið var har fyri tykkum.
29 Tí ein og hvør, ið ger okkurt av hesum viðurstyggiliga, skal verða týndur úr fólki sínum - ja, hvør tann, ið slíkt ger!
30 Aktið tí eftir boðunum, ið Eg gevi tykkum, og takið ikki eftir nøkrum av teimum viðurstyggiligu siðum, ið tey hava havt undan tykkum, so tit gera tykkum órein við teimum! - Eg eri HARRIN Gud tykkara!""