Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Ápostlasøgan
Kapittul 27
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Táið nú var avgjørt, at vit skuldu fara við skipi til Italia, góvu teir Paulus og nakrar aðrar fangar upp til høvuðsmann, ið æt Julius, úr herflokki keisarans.
2 Vit fóru tá umborð í skip úr Adramyttium, sum skuldi fara til staðirnar fram við Asiastrondini. So hildu vit avstað; Aristarkus, Makedoningur úr Tessalonika, var við okkum.
3 Dagin eftir fóru vit inn á Sidon. Og Julius - sum vísti Paulusi vælvild - gav honum loyvi at fara til vinir sínar har og njóta gott av umsorgan teirra.
4 Haðani fóru vit so longur og sigldu inn undir Kýpern; tí mótvindur var.
5 Táið vit so høvdu siglt um havið við Kilikia og Pamfýlia, komu vit til Mýra í Lýkia.
6 Har sá høvuðsmaðurin skip úr Aleksandria, sum skuldi til Italia, og hann beindi okkum umborð í tað.
7 Í nógvar dagar gekk nú seint við siglingini, og tað var nóg illa, vit vunnu fram til Knidus; við tað at vit høvdu ólagaligan vind, hildu vit inn undir Kreta við Salmone.
8 Tað var ikki meir, enn vit vunnu um har og komu til stað, ið kallast Góðuhavnir, nær við býin Lasea.
9 Nú var long tíð gingin, og vandi var longu at ferðast á sjónum - tað var enntá farið um føstuna; Paulus ávaraði teir tí og segði:
10 "Tit menn! Eg síggi, at henda sjóferð verður til vanlukku og stóran skaða, ikki bert fyri farmin og skipið, men eisini fyri lív okkara."
11 Men høvuðsmaðurin setti meiri lít til stýrimannin og skiparan enn til tað, ið Paulus segði.
12 Og við tað at havnin hóskaði ikki væl til vetrarlegu, mældu teir flestu til at fara haðani við og vita, um teir kundu kanska vinna fram og taka vetrarlegu í Føniks, havn í Kreta, sum vendir móti útsynningi og útnyrðingi.
13 Táið nú sunnangul kom, hildu teir bera til at gera, sum teir ætlaðu; teir lættu akker og sigldu fram við Kreta, tætt í landi.
14 Men ikki var leingi, tá brast øgiligur stormur á niður av oynni, Eurakvilo kallaður.
15 Hann hevði skipið við sær, og tað kundi ikki haldast upp ímóti; vit lótu tað tí falla og lótu reka.
16 Vit komu tá inn undir lítla oyggj, ið æt Klauda, og tað var við neyð, vit fingu bjargað bátinum.
17 Táið teir høvdu tikið hann inn, tóku teir til bjargingarráð og løgdu tog um skipið. Og við tað at teir óttaðust fyri, at teir skuldu reka niður á Sýrtuna, løgdu teir seglið og róku so.
18 Vit vóru nú illa staddir av storminum; og dagin eftir tóku teir til at blaka fyri borð.
19 Triðja dagin kastaðu vit við egnum hondum skipsgreiðurnar út.
20 Og táið nú hvørki sól ella stjørnur sóust í fleiri dagar, og vit lógu undir ódnarveðri, ið ikki var lítið, so var nú alt mót úti um, at vit kundu verða bjargaðir.
21 Táið teir nú leingi einki høvdu etið, steig Paulus fram mitt ímillum teirra og segði: "Tit menn! Tit skuldu aktað meg og ikki farið úr Kreta! So høvdu tit ikki komið okkum í hesa vanlukku og henda skaða.
22 Men nú biði eg tykkum hava gott mót; tí eingin av tykkum skal doyggja; bert skal skipið ganga burtur.
23 Tí í nátt stóð fyri mær eingil frá Gudi, sum eg tilhoyri, og sum eg eisini tæni; hann segði:
24 "Óttast ikki, Paulus! Tú skalt koma at standa fyri keisaranum; og Gud hevur givið tær sum gávu allar teir, ið við tær eru í ferðini."
25 Havið tí gott mót, tit menn! Tí eg havi tað álit á Gudi, at so skal verða, sum mær er sagt.
26 Men vit mugu stranda á eini oyggj."
27 Táið nú fjúrtanda náttin kom - vit róku um á Adriahavið - hildu skipsmenninir seg um midnátt skilja, at teir nærkaðust landi.
28 Teir skattaðu tá dýpið og fingu 20 favnar. Táið teir vóru komnir eitt sindur longur, skattaðu teir aftur dýpið og fingu 15 favnar.
29 Teir óttaðust nú fyri, at vit fóru at koma á sker; tí kastaðu teir fýra akker út úr aftara enda skipsins og ynsktu eftir, at dagur skuldi koma.
30 Skipsmenninir royndu nú at rýma av skipinum; teir lótu bátin niður á sjógvin og lótust at ætla at leggja akker út úr fremra enda.
31 Paulus segði tá við høvuðsmannin og hermenninar: "Verða hesir ikki verandi á skipinum, kunnu tit ikki verða bjargaðir!"
32 Tá høgdu hermenninir av tog bátsins og lótu hann fara.
33 Inntil tað fór at lýsa, áminti nú Paulus allar at fáa sær mat og segði: "Hetta er nú fjúrtandi dagur, tit hava bíðað fastandi og einki fingið at eta.
34 Eg biði tykkum tí fáa tykkum at eta; tað hoyrir við til bjarging tykkara. Tí ikki skal hár falla av høvdi nakars tykkara."
35 Táið hann hetta hevði sagt, tók hann breyð, takkaði Gudi fyri eygum alra, breyt tað og fór at eta.
36 Tá kom mót í teir allar, og eisini teir fingu sær at eta.
37 - Vit vóru tilsamans 276 sálir á skipinum.
38 Táið teir nú vóru mettir, lættu teir um skipið við at kasta hveitina á sjógvin.
39 Táið dagur kom, kendu teir ikki landið; men teir sóu vík við fjøru, og har gjørdu teir av at seta skipið á land, um tað var gjørligt.
40 Teir kappaðu tí akkerini og lótu tey verða í sjónum, loystu róðurtogini, vundu upp seglið fyri vindinum og hildu inn í fjøruna.
41 Men teir komu á riv við dýpi báðumegin; har stóð skipið; fremri partur tess varð fastur og vikaðist ikki, men aftari parturin soraðist sundur av brotunum.
42 Hermenninir høvdu nú hug at drepa fangarnar, so eingin av teimum skuldi svimja burtur og flýggja.
43 Men høvuðsmaðurin - sum vildi bjarga Paulusi - forðaði teimum í hesum, sum teir ætlaðu, og segði, at teir, ið dugdu at svimjà, skuldu fyrstir leypa á sjógvin og koma sær á land;
44 síðani skuldu hinir bjarga sær, summir á plonkum og summir á tí, sum brotnaði burtur av skipinum. Á henda hátt gekk so, at allir komu bjargaðir á land.