Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Ápostlasøgan
Kapittul 16
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Hann kom tá til Derbe og Lystra. Har var lærisveinur, ið æt Timoteus, sonur trúgvandi jødiska kvinnu; faðirin var griskur.
2 Hann hevði góðan vitnisburð frá brøðrunum í Lystra og Ikonium.
3 Hann vildi Paulus hava at koma við sær; og hann tók og umskar hann; tí Jødar búðu har rundan um, og teir vitstu allir, at faðir hansara var Grikki.
4 Sum teir nú ferðaðust gjøgnum býirnar, góvu teir teimum boðini at halda, sum ásett vóru av ápostlunum og hinum elstu í Jerúsalem.
5 So styrktust tá samkomurnar í trúnni og vuksu í tali dag frá degi.
6 Teir fóru nú gjøgnum Frýgia og hitt galatiska landið; tí teir vórðu av Heilaga Andanum forðaðir at tala orðið í Asia.
7 Táið teir vóru komnir at Mýsia, royndu teir at halda fram til Bitýnia, men Andi Jesusar loyvdi teimum tað ikki.
8 Teir lupu tá Mýsia um og komu til Troas.
9 Og um náttina vísti sjón seg fyri Paulusi: Makedoniskur maður stóð har, bað hann og segði: "Kom yvir til Makedonia og hjálp okkum!"
10 Táið hann hevði sæð hesa sjón, royndu vit við tað sama at sleppa yvir til Makedonia; tí vit dugdu at síggja, at Gud hevði kallað okkum at kunngera teimum evangeliið.
11 Vit fóru so við skipi úr Troas og hildu beint til Samotrake og dagin eftir til Neapolis,
12 haðani til Filippi, sum er fyrsti býurin í tí partinum av Makedonia, nýbygd. Har í býnum steðgaðu vit eina tíð.
13 Sabbatsdagin fóru vit út um býportrið, fram við eini á, til eitt stað, har tey plagdu at koma saman til bøn; har settust vit og talaðu við kvinnurnar, ið komu saman.
14 Kvinna, ið æt Lýdia, og sum dýrkaði Gud, lurtaði eftir; hon var úr býnum Týatira og handlaði við purpuri. Hjarta hennara læt Harrin upp, so hon gav tí gætur, sum Paulus talaði.
15 Táið nú hon og hús hennara vóru doypt, bað hon okkum og segði: "Halda tit meg vera Harranum trúgva, so komið inn í hús mítt og verðið har!" - Og hon noyddi okkum.
16 Nú hendi tað, einaferð vit fóru út til bønastaðið, at vit møttu gentu, ið hevði spádómsanda, og sum vann harrum sínum nógva inntøku við at spáa.
17 Hon gekk aftan á Paulusi og okkum, rópti og segði: "Hesir menn eru tænarar hins hægsta Guds, og teir kunngera tykkum frelsuvegin!"
18 Hetta gjørdi hon í nógvar dagar. Tá harmaðist Paulus um tað, og hann vendi sær og segði við andan: "Í navni Jesu Krists sigi eg við teg, at tú skalt fara út úr henni!" Og hann fór út í somu stund.
19 Men táið harrar hennara sóu, at eingin vón var hjá teimum longur um inntøku, tóku teir Paulus og Silas og fóru dragandi við teimum á torgið fyri yvirvøldina.
20 Táið teir høvdu leitt teir fram fyri dómararnar, søgdu teir: "Hesir menn volda miklan ófrið í staði okkara! Teir eru Jødar,
21 og teir læra siðir, sum okkum, rómverskum monnum, hvørki loyvist at taka við ella fylgja!"
22 Eisini fólkið reistist móti teimum. Dómararnir lótu tá klæðini skræða av teimum og søgdu, at teir skuldu verða húðflongdir.
23 Táið teir nú høvdu givið teimum nógv sløg, settu teir teir í fangahús og søgdu við fangavaktaran, at hann skuldi ansa væl eftir teimum.
24 Táið hann hevði fingið hetta boð, setti hann teir í hitt innara fangarúmið og setti føtur teirra fastar í stokkin.
25 Men um midnátt bóðu Paulus og Silas og sungu Gudi lovsongir, og fangarnir lurtaðu eftir teimum.
26 Tá kom knappliga stórur jarðskjálvti, so grundvøllur fangahússins ristist, og við tað sama sprungu allar dyr upp, og leinkjurnar loystust av øllum.
27 Fangavaktarin stakk tá upp úr svøvni, og táið hann sá dyr fangahússins opnar, dró hann svørð sítt og ætlaði at drepa seg sjálvan, við tað at hann helt fangarnar vera flýddar.
28 Tá rópti Paulus hart og segði: "Ger tær einki mein! Vit eru allir her!"
29 Hann bað nú lata seg fáa ljós, og hann leyp inn og fall skelvandi niður fyri Paulusi og Silasi.
30 So leiddi hann teir út og segði: "Harrar! Hvat skal eg gera, fyri at eg kann verða frelstur?"
31 Teir svaraðu: "Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur, tú og hús títt!"
32 Teir talaðu nú orð Harrans til hansara og til øll, sum í húsi hansara vóru.
33 So tók hann teir til sín í sama tíma um náttina og vaskaði sár teirra, og hann sjálvur og øll hansara vórðu við tað sama doypt.
34 Hann fór niðan í hús sítt við teimum og setti teir til borðs, og hann var glaður um, at hann við øllum húsi sínum var komin til trúgv á Gud.
35 Táið nú var vorðið dagur, sendu dómararnir tænarar sínar við boðum: "Gev hasar menn leysar!"
36 Fangavaktarin segði tá Paulusi hetta: "Dómararnir hava sent boð, at tit skulu verða givnir leysir; farið tí nú út, og farið avstað í friði!"
37 Men Paulus segði við teir: "Teir hava latið okkum húðfleingja fyri eygum alra, og tað ódømdar, okkum, sum tó eru rómverskir borgarar; so hava teir sett okkum í fangahús - og nú reka teir okkum loyniliga burtur! Ikki so! Komi teir sjálvir og leiði okkum út!"
38 Tænararnir bóru dómarunum hesi boð. Tá vórðu teir ræddir - táið teir fingu at hoyra, at teir vóru rómverskir borgarar.
39 Og teir komu við góðum orðum til teirra, leiddu teir út og bóðu teir fara haðani úr býnum.
40 So fóru teir út úr fangahúsinum og fóru inn hjá Lýdiu. Táið teir høvdu hitt brøðurnar og ámint teir, fóru teir avstað.