Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Ápostlasøgan
Kapittul 9
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Men Saul froysti við sama lagi hóttur og morð móti lærisveinum Harrans. Hann fór til høvuðsprestin
2 og bað hann um brøv til Damaskus, til sýnagogurnar har, fyri at, um hann fann nøkur, menn ella kvinnur, sum hoyrdu til vegin, hann tá kundi føra tey bundin til Jerúsalem.
3 Men meðan hann var á veg og var komin nær til Damaskus, skein knappliga ljós av himli um hann,
4 og hann fall til jarðar og hoyrdi rødd, ið segði við hann: "Saul, Saul! Hví søkir tú at Mær?"
5 Tá segði hann: "Hvør ert Tú, Harri?" Hann svaraði: "Eg eri Jesus, Hann, sum tú søkir at.
6 Men reis teg og far inn í staðin, so skal verða sagt tær, hvat tú skalt gera!"
7 Menninir, sum vóru í ferðini við honum, stóðu málleysir, tí teir hoyrdu víst røddina, men sóu ongan.
8 Saul reistist nú upp av jørðini; men táið hann læt upp eyguni, sá hann einki. Teir tóku tá í hond hansara og leiddu hann inn í Damaskus.
9 Og tríggjar dagar var hann uttan sjón og hvørki át ella drakk.
10 Í Damaskus var lærisveinur, ið æt Ánanias. Við hann segði Harrin í sjón: "Ánanias!" Hann svaraði: "Her eri eg, Harri!"
11 Harrin segði við hann: "Reis teg, far í gøtuna, sum kallast hin beina, og spyr í húsi Judasar eftir einum, ið eitur Saul, úr Tarsus - tí hann biður!
12 Hann hevur í sjón sæð mann, ið eitur Ánanias, koma inn og leggja hendurnar á seg, fyri at hann skuldi fáa sjón sína aftur."
13 Tá svaraði Ánanias: "Harri, eg havi hoyrt av mongum um henda mann, hvussu nógv ilt hann hevur gjørt hinum heiløgu Tínum í Jerúsalem!
14 Og her hevur hann vald frá høvuðsprestunum at binda øll tey, sum ákalla navn Títt."
15 Men Harrin segði við hann: "Far! Tí hesin er Mær útvaldur reiðskapur til at bera fram navn Mítt, bæði fyri heidningar, kongar og Ísraelsmenn.
16 Tí Eg skal vísa honum, hvussu nógv hann skal líða fyri navns Míns skuld."
17 Tá fór Ánanias avstað, kom inn í húsið, legði hendurnar á hann og segði: "Saul, bróðir! Harrin, Jesus, Hann, sum opinberaði Seg fyri tær á vegnum, ið tú komst eftir, hevur sent meg, fyri at tú skalt fáa sjón tína aftur og verða fyltur av Heilaga Andanum."
18 Tá fall við tað sama eins og skøl frá eygum hansara, og hann fekk sjónina aftur. Og hann reisti seg og varð doyptur.
19 So fekk hann sær at eta og styrknaði. Hann varð nú nakrar dagar hjá lærisveinunum í Damaskus.
20 Og við tað sama prædikaði hann Jesus í sýnagogunum, at Hann er Sonur Guds.
21 Øll, ið hoyrdu hann, vóru ovfarin og søgdu: "Er hetta ikki hann, sum í Jerúsalem oyddi tey, sum ákallaðu hetta navn! Hann var jú komin higar at føra tey bundin til høvuðsprestarnar!"
22 Men Saul mentist og tepti Jødarnar, sum í Damaskus búðu, við tað at hann prógvaði, at hesin er Kristus.
23 Táið nú long tíð var umliðin, løgdu Jødarnir upp ráð um at drepa hann.
24 Men Saul fekk at vita um ráðini, teir høvdu lagt upp móti honum. Teir hildu eisini vakt við portrini bæði dag og nátt fyri at drepa hann.
25 Men lærisveinarnir tóku hann á náttartíð og lótu hann út ígjøgnum múrin; teir sígdu hann niður í kurv.
26 Táið hann so kom til Jerúsalem, royndi hann at halda seg til lærisveinarnar; men tey ræddust hann øll, tí tey trúðu ikki, at hann var lærisveinur.
27 Men Barnabas tók sær av honum og fór við honum til ápostlarnar; hann segði teimum tá, hvussu hann hevði sæð Harran á vegnum, og at Hann hevði talað til hansara, og hvussu hann í Damaskus hevði vitnað hugreystur í navni Jesusar.
28 So gekk hann tá inn og út hjá teimum í Jerúsalem
29 og vitnaði hugreystur í navni Harrans. Og hann tosaði við Jødarnar, sum talaðu griskt, og hevði orðadrátt við teir. Teir royndu tá at drepa hann;
30 men táið brøðurnir fingu tað at vita, fóru teir til Kesarea við honum og sendu hann haðani til Tarsus.
31 Samkoman hevði nú frið um alt Judea, Galilea og Samaria; hon varð uppbygd og livdi í ótta Harrans og vaks við hjálp Heilaga Andans.
32 Nú hendi tað, sum Pætur ferðaðist um allastaðni, at hann eisini kom til hini heiløgu, sum í Lydda búðu.
33 Har fann hann mann, sum æt Eneas; hann hevði í átta ár ligið á songini og var lamin.
34 Pætur segði við hann: "Eneas! Jesus Kristus grøðir teg. Far upp og reið sjálvur song tína!" Tá fór hann við tað sama upp.
35 Øll, sum í Lydda og Saron búðu, sóu hann, og tey vendu við til Harran.
36 Í Joppe var millum lærisveinarnar kvinna, ið æt Tabita, tað er útlagt: Dorkas. Hon var rík av góðum verkum og gav nógvar olmussur.
37 Nú varð hon á teimum døgum sjúk og doyði. Tey vaskaðu hana tá og løgdu hana í ein sal í erva.
38 Og við tað at Lydda var nær við Joppe, og lærisveinarnir høvdu frætt, at Pætur var har, sendu teir tveir menn til hansara og bóðu hann: "Kom til okkara - drála ikki!"
39 Pætur reistist tá og fór við teimum. Táið hann kom hagar, fóru tey upp í salin í erva við honum, og allar einkjurnar stóðu hjá honum og grótu og vístu kyrtlarnar og klæðini, ið "Hindin" hevði gjørt, meðan hon var hjá teimum.
40 Tá segði Pætur við tey, at tey skuldu øll fara út; so fall hann á knæ og bað; síðani vendi hann sær til hitt deyða likamið og segði: "Tabita, reis teg!" Hon læt tá upp eyguni, og táið hon sá Pætur, settist hon upp.
41 Hann rætti henni tá hondina og reisti hana upp. So rópti hann hini heiløgu og einkjurnar inn og leiddi hana fram fyri tey, livandi.
42 Hetta spurdist um alt Joppe, og mong komu til trúgv á Harran.
43 Eftir hetta varð hann langa tíð í Joppe hjá garvara, ið æt Símun.