1 | Táið vit nú høvdu slitið okkum leysar frá teimum og vóru farnir avstað, hildu vit beint til Kos, næsta dagin til Rodus og haðani til Patara. |
|
2 | Har sóu vit skip, ið skuldi fara yvir til Fønikia; vit fóru tá umborð í tað og hildu avstað. |
|
3 | Táið Kýpern var komin undan hjá okkum og farin afturum bakborðsmegin, sigldu vit til Sýria og fóru inn í Týrus; har skuldi skipið leggja upp farmin. |
|
4 | Vit leitaðu tá upp lærisveinarnar og steðgaðu har sjey dagar; teir søgdu av Andanum við Paulus, at hann mátti ikki fara til Jerúsalem. |
|
5 | Táið vit høvdu verið har teir dagarnar at enda, fóru vit haðani og hildu longur fram, og teir fylgdu okkum allir, við konum og børnum, út um býin. Vit fullu so á knæ í fjøruni og bóðu. |
|
6 | Síðani søgdu vit hvørt øðrum farvæl; og vit fóru umborð í skipið, men tey fóru heimaftur til sín sjálvs. |
|
7 | Vit endaðu nú sjóferðina og komu úr Týrus til Ptolemais; har heilsaðu vit brøðrunum og steðgaðu hjá teimum ein dag. |
|
8 | Dagin eftir fóru vit haðani og komu til Kesarea. Har fóru vit inn hjá Filip evangelisti - sum var ein av hinum sjey - og vórðu hjá honum. |
|
9 | Hann átti fýra ógiftar døtur, sum høvdu profetiska gávu. |
|
10 | Vit steðgaðu nú har fleiri dagar. Tá kom oman úr Judea profetur, ið æt Agabus. |
|
11 | Hann kom til okkara og tók belti Paulusar, bant við tí hendur og føtur sínar og segði: "So sigur Heilagi Andin: Tann mann, ið hetta belti eigur, skulu Jødarnir soleiðis binda í Jerúsalem og geva hann heidningunum upp í hendur." |
|
12 | Táið vit hoyrdu hetta, bóðu vit hann, bæði vit og tey har á staðnum, um ikki at fara niðan til Jerúsalem. |
|
13 | Men Paulus svaraði: "Hvat gera tit, at tit gráta og gera hjarta mítt mótleyst! Eg eri til reiðar, ikki bert at verða bundin, men eisini at doyggja í Jerúsalem fyri navn Harrans Jesusar!" |
|
14 | Við tað at hann nú ikki læt seg yvirtala, góvust vit og søgdu: "Verði vilji Harrans!" |
|
15 | Táið hesir dagar vóru at enda, gjørdu vit okkum til og fóru niðan til Jerúsalem. |
|
16 | Úr Kesarea komu eisini nakrir av lærisveinunum við okkum; teir fóru við okkum til Mnason, mann úr Kýpern, gamlan lærisvein; hjá honum skuldu vit halda til. |
|
17 | Táið vit komu til Jerúsalem, tóku brøðurnir glaðir ímóti okkum. |
|
18 | Dagin eftir fór Paulus við okkum til Jákup, og allir hinir elstu komu hagar. |
|
19 | Táið hann hevði heilsað teimum, segði hann frá tí, sum Gud hevði gjørt millum heidningarnar við tænastu hansara - einum fyri og øðrum eftir. |
|
20 | Táið teir hoyrdu tað, prísaðu teir Gudi. So søgdu teir við hann: "Tú sært, bróðir, hvussu mangir túsund Jødar ið eru, sum hava tikið við trúgv, og teir eru allir ídnir fyri lógini. |
|
21 | Nú hava teir hoyrt um teg, at tú úti millum heidningarnar lærir allar Jødar at falla frá Mósesi og sigur, at teir skulu ikki umskera børn síni, ei heldur fylgja siðunum. |
|
22 | Hvat er nú at gera? Ið hvussu er, fer mongd av fólki at koma saman, tí tey fáa at frætta, at tú ert komin. |
|
23 | Ger tí, sum vit nú siga við teg! Vit hava her fýra menn, sum hava lyfti á sær. |
|
24 | Tak teir við tær og lat teg reinsa saman við teimum, og ber tú fyri teir tað, ið tað kostar, so teir fáa latið høvd sítt raka! So fáa øll at síggja, at einki er í tí, sum tey hava hoyrt um teg, men at tú eisini sjálvur livir so, at tú heldur lógina. |
|
25 | Men um heidningarnar, ið hava tikið við trúgv, hava vit gjørt av, og skrivað tað til teirra, at teir einki slíkt skulu halda, men bert varða seg fyri tí, ið ofrað er til avgudar, fyri blóði, fyri hinum kvalda og fyri siðloysi." |
|
26 | Tá tók Paulus menninar við sær; dagin eftir læt hann seg so reinsa saman við teimum og fór inn í templið at kunngera, nær dagarnir vóru at enda, sum teir lótu seg reinsa - táið ofrið skuldi berast fram fyri hvønn teirra. |
|
27 | Men táið dagarnir sjey vóru tætt við at enda, fingu Jødarnir úr Asia at síggja hann í templinum, og teir østu upp alt fólkið, løgdu hond á hann |
|
28 | og róptu: "Tit menn av Ísrael! Komið til hjálpar! Hetta er maðurin, ið allastaðni lærir øll ímóti fólkinum og lógini og hesum staði! Og so er hann eisini komin við Grikkum inn í templið og hevur vanhalgað hetta heilaga stað!" |
|
29 | - Teir høvdu frammanundan sæð Trofimus úr Efesus fylgjast við honum í býnum, og nú hildu teir, at Paulus var komin inn í templið við honum. |
|
30 | Røringur kom nú í allan staðin, og fólkið tyrptist saman; teir tóku Paulus og drógu hann út úr templinum, og við tað sama vórðu dyrnar stongdar. |
|
31 | Nú royndu teir at drepa hann; men boð vórðu send niðan til herhøvdingan yvir vaktini, at alt Jerúsalem var í røringi. |
|
32 | Hann tók við tað sama hermenn og høvuðsmenn við sær og leyp avstað oman til teirra. Táið teir sóu herhøvdingan og hermenninar, góvust teir at sláa Paulus. |
|
33 | Tá steig herhøvdingin til, læt hann taka og beyð, at hann skuldi verða bundin við tveimum leinkjum; hann spurdi so, hvør hann var, og hvat hann hevði gjørt. |
|
34 | Summi í hópinum róptu tá eitt, summi annað; og við tað at hann einki vist kundi fáa at vita fyri ganginum, beyð hann, at hann skuldi verða førdur inn í borgina. |
|
35 | Men táið hann kom at trappunum, noyddust hermenninir at bera hann; so illa leikaði hópurin í. |
|
36 | Tí øll mannamúgvan fylgdi eftir og rópti: "Burt við honum!" |
|
37 | Í tí Paulus nú skuldi verða førdur inn í borgina, segði hann við herhøvdingan: "Fái eg loyvi at siga orð við teg?" Hann svaraði: "Dugir tú griskt? |
|
38 | Ert tú tá ikki hin Egyptin, sum nakað síðani gjørdi uppreistur og fór út í oyðimørkina við hinum 4000 manndráparunum?" |
|
39 | Tá svaraði Paulus: "Eg eri Jødi úr Tarsus - borgari í ikki ókendum býi í Kilikia; men eg biði teg: Gev mær loyvi at tala til fólkið!" |
|
40 | Hann gav honum loyvi til tað. Tá tók Paulus støðu á trappuni og gav við hondini fólkinum tekin. Táið nú var vorðið heilt kvirt, fór hann at tala til teirra á hebraiskum máli og segði: |
|
|