Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Ápostlasøgan
Kapittul 1
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Hina fyrru bókina skrivaði eg, Teofilus, um alt tað, sum Jesus fór undir at gera og læra,
2 inntil tann dag Hann varð tikin upp, eftir at Hann við Heilaga Andanum hevði givið ápostlunum, sum Hann hevði útvalt, boð.
3 Fyri teimum hevði Hann eisini, eftir at Hann hevði liðið, víst Seg livandi við mongum prógvum, við tað at Hann í 40 dagar læt teir síggja Seg, og talaði um tað, sum hoyrir ríki Guds til.
4 Meðan Hann nú var saman við teimum, gav Hann teimum tað boð, at teir skuldu ikki fara úr Jerúsalem, men bíða eftir tí, sum Faðirin hevði lovað - "sum tit", segði Hann, "hava hoyrt Meg tala um.
5 Tí Jóhannes doypti við vatni; men tit skulu verða doyptir í Heilaga Andanum, áðrenn nógvir dagar eru umlidnir."
6 Táið teir nú vóru komnir saman, spurdu teir Hann: "Harri! Er hetta tíðin, táið Tú endurreisir Ísrael ríkið?"
7 Hann svaraði teimum: "Tað er ikki fyri tykkum at vita tíðir og tímar, sum Faðirin hevur ásett av Sínum egna valdi.
8 Men tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerúsalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar."
9 Táið Hann hetta hevði sagt, varð Hann tikin upp, meðan teir sóu, og skýggj tók Hann burtur úr eygsjón teirra.
10 Sum teir nú stardu upp móti himli, í tí Hann fór burtur, stóðu hjá teimum tveir menn í hvítum klæðum.
11 Teir søgdu: "Tit menn úr Galilea! Hví standa tit og hyggja upp móti himli? Hesin Jesus, sum er tikin upp til Himmals frá tykkum, skal koma aftur, á sama hátt sum tit sóu Hann fara til Himmals."
12 Tá fóru teir aftur til Jerúsalem av fjallinum, sum kallast Oljufjallið og er nær við Jerúsalem, sabbatsferð haðani.
13 Táið teir vóru komnir hagar, fóru teir upp í salin í erva, har sum teir hildu til - Pætur, Jóhannes, Jákup, Andrias, Filip, Tummas, Bartolomeus, Matteus, Jákup, sonur Alfeus, Símun Zelotes og Judas, sonur Jákup.
14 Allir hesir hildu á í bønini av einum huga saman við nøkrum kvinnum, Mariu, móður Jesus, og brøðrum Hansara.
15 Á hesum døgum reistist Pætur mitt ímillum brøðurnar - har var tá savnaður ein flokkur, okkurt um 120 í tali; hann segði:
16 "Tit menn, brøður! Skriftorðið mátti ganga út, sum Heilagi Andin frammanundan hevði talað við munni Dávids um Judas, sum varð vegvísari teirra, ið tóku Jesus.
17 Hann var jú roknaður millum okkara og hevði fingið lut í hesi tænastu.
18 Hann keypti sær nú jarðarstykki fyri lønina, ið hann hevði fingið fyri illgerð sína; og hann datt eftir høvdinum og skrædnaði av um miðju, og allur innvølur hansara kom út.
19 Hetta varð øllum kunnigt, sum í Jerúsalem búgva, og jørðin fekk eisini á teirra egna máli navnið Hakeldama, tað er Blóðjørð.
20 Skrivað stendur jú í Sálmabókini: "Bústaður hansara leggist í oyði, og eingin veri, sum býr í honum!" og: "Annar taki embæti hansara!"
21 Tí eigur ein av monnunum, ið fylgdust við okkum, alla tíðina ið Harrin Jesus gekk inn og gekk út hjá okkum,
22 líka frá dópi Sínum við Jóhannesi, og til tann dag Hann varð tikin upp frá okkum - ein teirra eigur saman við okkum at verða vitni um uppreisn Hansara."
23 Teir settu tá fram tveir, Jósef, sum kallaðist Barsabbas og hevði tilnavnið Justus, og Mattias.
24 Og teir bóðu soleiðis: "Tú, Harri, sum kennir hjørtu alra! - Vís okkum, hvønn av hesum báðum Tú hevur valt
25 at taka sætið í hesi tænastu og hesum ápostladómi, sum Judas fór úr fyri at fara til sítt egna stað!"
26 So kastaðu teir lut teirra millum, og luturin fall á Mattias; hann varð tá roknaður saman við hinum ellivu ápostlunum.