Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Ápostlasøgan
Kapittul 26
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Agrippa segði nú við Paulus: "Tú hevur loyvi at tala fyri teg." Tá rætti Paulus út hondina og vardi seg á henda hátt:
2 "Eg rokni meg lukkuligan, at eg í dag skal verja meg fyri tær, Agrippa kongur, viðvíkjandi øllum tí, sum eg eri klagaður fyri av Jødunum,
3 serliga tí tú ert kunnigur við allar siðir og stríðsspurningar Jødanna; tí biði eg teg lurta eftir mær í tolni.
4 Lív mítt frá ungdóminum, hvussu eg líka frá tí fyrsta havi livað millum fólk mítt og í Jerúsalem - tað vita allir Jødar um.
5 Teir kenna meg frammanundan, líka frá upphavi - um teir bert vilja vitna - at eg livdi sum Fariseari eftir hinum strangasta partinum av gudsdýrkan okkara.
6 Og nú standi eg her og skal verða dømdur fyri vónina um lyftið, ið av Gudi er givið fedrunum,
7 og sum hinar tólv ættir okkara vóna at vinna fram til - tí tæna tey Gudi uttan íhald nátt og dag; fyri hesa vón, kongurin, verði eg klagaður av Jødunum!
8 Hví verður hildið ótrúligt tykkara millum, at Gud reisir upp deyð?
9 Eg sjálvur hugsaði nú eisini, at eg átti at gera nógv móti navni Jesusar, Nazarearans;
10 eg gjørdi tað við í Jerúsalem; mong av hinum heiløgu setti eg í fangahús, eftir at eg frá høvuðsprestunum hevði fingið vald til tað, og táið tey skuldu drepast, greiddi eg atkvøðu fyri tí.
11 Eg læt tey íðuliga revsa í hvørji sýnagogu og noyddi tey at spotta, og eg gekk so langt í øði míni móti teimum, at eg elti tey líka til býir í øðrum londum.
12 Í hesum ørindum fór eg tá eisini til Damaskus við valdi og myndugleika frá høvuðsprestunum.
13 Men á vegnum sá eg, kongurin, mitt um dagin ljós av himli, sterkari enn skinið av sólini; tað lýsti um meg og teir, sum við mær vóru í ferðini.
14 Táið vit nú allir fullu til jarðar, hoyrdi eg rødd, ið segði við meg á hinum hebraiska málinum: "Saul, Saul! Hví søkir tú at Mær? Tað verður tær hart at sparka móti oddinum."
15 Tá segði eg: "Hvør ert Tú, Harri?" Harrin svaraði: "Eg eri Jesus, Hann, sum tú søkir at.
16 Men reis teg og statt á fótum tínum! Tí av teirri grund havi Eg opinberað Meg fyri tær - at útvelja teg til tænara og vitni, bæði um tað, sum tú hevur sæð, og um hinar komandi opinberingar Mínar fyri tær.
17 Eg bjargi tær, bæði frá hesum fólki og frá heidningunum. Tí til teirra sendi Eg teg
18 at lata upp eygu teirra, so tey venda sær frá myrkri til ljós og frá valdi Satans til Gud, fyri at tey kunnu fáa fyrigeving syndanna og lut millum teirra, ið halgað eru við trúnni á Meg."
19 Eg varð tí ikki, Agrippa kongur, hini himmalsku sjón ólýðin;
20 nei, eg prædikaði, bæði fyri teimum í Damaskus, fyrst, og í Jerúsalem og um alt Judealand og fyri heidningunum, at tey skuldu venda við og koma aftur til Gud og gera verk, ið hóska saman við umvending.
21 Fyri hetta var tað, nakrir Jødar tóku meg í templinum og royndu at drepa meg.
22 Við teirri hjálp, ið eg havi fingið frá Gudi, havi eg nú staðið til henda dag og vitnað bæði fyri smáum og stórum og sigi einki annað enn tað, sum bæði profetarnir og Móses hava sagt, skuldi henda
23 At Kristus skuldi líða, og at Hann, sum hin fyrsti av teimum, ið rísa upp frá hinum deyðu, skuldi bera hesum fólki og heidningunum boð um ljós."
24 Táið hann á henda hátt vardi seg, segði Festus hart: "Tú ert frá tær sjálvum, Paulus! Hesin nógvi lærdómur ger teg svakan!"
25 Men Paulus svaraði: "Eg eri ikki frá mær sjálvum, mektigasti Festus, nei, eg tali sonn orð við góðum skili!
26 Kongur veit um hetta, og við hann tali eg djarvur; tí eg eri vísur í, at einki av hesum er honum ókunnigt; hetta hevur jú ikki hent í avkróki!
27 Trýrt tú profetunum, Agrippa kongur? Eg veit, at tú trýrt!"
28 Tá segði Agrippa við Paulus: "Lítið vantar á, at tú yvirtalar meg at verða kristnan!"
29 Paulus svaraði: "Um nú lítið vantar á, ella nógv, so vildi eg ynskt til Gud, at ikki bert tú, men eisini øll, sum hoyra meg í dag, skuldu gjørst slík, sum eg eri - hesar leinkjur undantiknar!"
30 Kongurin reistist nú, og landshøvdingin og Berenike og tey, sum sótu har saman við teimum.
31 Táið tey fóru avstað, tosaðu tey hvørt við annað og søgdu: "Hasin maður ger einki, sum vert er deyða ella leinkjur!"
32 Og Agrippa segði við Festus: "Hasin maður kundi verðið givin leysur, hevði hann ikki skotið mál sítt til keisaran."