Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Ápostlasøgan
Kapittul 25
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Tríggjar dagar eftir at Festus hevði tikið við landshøvdingaembætinum, fór hann úr Kesarea niðan til Jerúsalem.
2 Høvuðsprestarnir og hinir fremstu menn Jødanna bóru tá fram fyri hann klagu móti Paulusi. Teir vendu sær til hansara
3 og bóðu hann gera teimum tað til vildar at lata hann føra til Jerúsalem. Hetta gjørdu teir við illum í huga móti Paulusi; tí teir lógu á lúri eftir honum at drepa hann á vegnum.
4 Festus svaraði, at Paulus sat fastur í Kesarea, men at hann sjálvur skjótt fór hagar.
5 "Teir av tykkum," segði hann, "sum hava myndugleika til tað, kunnu jú koma oman við mær tá, um nakað rangt er við hesum manni, og bera fram klagu móti honum."
6 Táið hann nú hevði verið hjá teimum ikki meir enn átta ella tíggju dagar, fór hann til Kesarea. Dagin eftir setti hann seg á dómstólin og beyð, at Paulus skuldi verða førdur fram.
7 Táið hann var komin, tóku Jødarnir, sum vóru komnir úr Jerúsalem, støðu rundan um hann og bóru fram mangar og svárar klagur móti honum; teir vóru tó ikki førir fyri at prógva tær;
8 tí Paulus vardi seg og segði: "Hvørki móti lóg Jødanna, móti templinum ella móti keisaranum havi eg gjørt nakað misbrot!"
9 Men Festus - sum fegin vildi gera seg væl kendan hjá Jødunum - spurdi Paulus: "Vilt tú fara niðan til Jerúsalem og har fáa dóm av mær í hesi søk?"
10 Paulus svaraði: "Eg standi fyri dómstóli keisarans, og rættur mín er at verða dømdur har. Jødunum havi eg ongan órætt gjørt; tað veitst tú eisini fullvæl.
11 Havi eg so órætt, og havi eg gjørt nakað, sum eg eigi at doyggja fyri, biði eg meg ikki undan at doyggja; men er einki í tí, sum hesir klaga meg fyri, kann eingin geva meg teimum í hendur bert fyri at gera teimum til vildar. - Eg skjóti mál mítt til keisaran!"
12 Festus tosaði nú við ráð sítt og segði so: "Tú hevur skotið mál títt til keisaran - tú skalt fara til keisaran!"
13 Táið nakrir dagar vóru gingnir, komu Agrippa kongur og Berenike til Kesarea at biðja Festus vælkomnan.
14 Tey vóru nú har fleiri dagar. Festus bar fram fyri kongin mál Paulusar og segði: "Her er maður, ið Feliks hevur latið eftir seg sum fanga;
15 táið eg var í Jerúsalem, bóru høvuðsprestarnir og hinir elstu Jødanna fram klagu móti honum og bóðu um at fáa hann dømdan.
16 Eg svaraði teimum, at Rómverjar eru ikki vanir at geva mann nøkrum í hendur bert fyri at gera teimum til vildar, men at hin klagaði má fyrst standa andlit til andlit við klagararnar, so hann fær høvi at verja seg móti klaguni.
17 Teir komu tá saman her, og eg drálaði ikki, men setti meg dagin eftir á dómstólin og beyð, at maðurin skuldi verða førdur fram.
18 Men táið klagararnir stigu fram, bóru teir onga klagu fram um nakað slíkt, sum eg hevði væntað;
19 teir høvdu bert nakrar stríðsspurningar við hann um sína egnu gudsdýrkan og um ein Jesus, sum deyður er, men sum Paulus segði, livir.
20 Við tað at eg nú var í iva um, hvussu henda søk átti at verða granskað, spurdi eg, um hann vildi fara til Jerúsalem og har fáa dóm í henni.
21 Men Paulus skeyt málið til keisaran og bað um at verða sitandi, inntil hann kundi verða dømdur av honum; eg gav tí boð, at hann skuldi sita fastur, inntil eg fái sent hann til keisaran."
22 Tá segði Agrippa við Festus: "Eisini eg vildi fegin hoyrt henda mann." Hann svaraði: "Í morgin skalt tú fáa hann at hoyra."
23 Dagin eftir komu so Agrippa og Berenike við nógvum stási og fóru inn í dómshøllina, herhøvdingarnir og hinir mætastu menninir í staðnum við; so varð Paulus eftir boði Festusar førdur fram.
24 Festus segði nú: "Agrippa kongur og allir tit menn, ið her eru hjástaddir við okkum! Her síggja tit hann, sum øll fjøld Jødanna, bæði í Jerúsalem og her, hevur gingið á meg um við rópum, at hann eigur ikki at sleppa at liva longur.
25 Men eg dugdi at síggja, at hann hevur einki gjørt, sum hann eigur at doyggja fyri; og við tað at hann sjálvur skeyt mál sítt til keisaran, havi eg gjørt av at senda hann hagar.
26 Nakað álítandi havi eg tó ikki at skriva til harra mín um hann. Tí havi eg ført hann fram fyri tykkum, og serliga fyri teg, Agrippa kongur, fyri at eg, táið hann er avhoyrdur, kann hava okkurt at skriva.
27 Tí eg haldi einki høpi vera í at senda fanga og ikki eisini siga, hvat hann er klagaður fyri."