Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Ápostlasøgan
Kapittul 23
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Tá hugdi Paulus álvarsamt uppá ráðið og segði: "Tit menn, brøður! Á allan hátt við góðari samvitsku havi eg livað fyri Gudi til henda dag."
2 Ánanias høvuðsprestur segði tá við teir, ið hjá honum stóðu, at teir skuldu sláa hann á munnin.
3 Men Paulus segði við hann: "Gud skal sláa teg, kálkaði veggur tín! Tú situr her at døma meg eftir lógini, og tú brýtur lógina við at geva boð, at eg skal verða sligin!"
4 Teir, ið hjá stóðu, søgdu nú: "Skeldar tú høvuðsprest Guds!"
5 Paulus svaraði: "Brøður, eg vitsti ikki, at hann var høvuðsprestur! Skrivað er jú: "Móti høvdinga í fólki tínum mást tú ikki tala ilt.""
6 - Nú vitsti Paulus, at annar parturin av teimum var Saddukearar, og annar Farisearar. Tí rópti hann í ráðnum: "Tit menn, brøður! Eg eri Fariseari, sonur Fariseara; fyri vón og fyri uppreisn hinna deyðu er tað, eg verði dømdur!"
7 Táið hann hetta hevði sagt, varð tvídráttur millum Fariseararnar og Saddukeararnar, og flokkurin varð ósamdur.
8 Tí Saddukearar siga, at eingin uppreisn er, ei heldur eingil ella andi; men Farisearar játta trúgv á bæði.
9 Nú varð nógv róp; og nakrir skriftlærdir av Farisearaflokkinum reistust, trættu harðliga og søgdu: "Vit finna einki ilt hjá hesum manni! Hvat, um tað nú var andi, ið talaði við hann, ella eingil!"
10 Við tað at nú varð hart stríð, varð herhøvdingin ræddur fyri, at Paulus skuldi verða sundurskræddur av teimum; hann segði tí við herfólkið, at teir skuldu fara oman og taka hann frá teimum við valdi og føra hann inn í borgina.
11 Náttina eftir stóð Harrin fyri honum og segði: "Ver hugreystur! Sum tú hevur vitnað um Meg í Jerúsalem, skalt tú vitna um Meg í Róm við!"
12 Táið nú var vorðið dagur, tóku Jødarnir seg saman og bannaðu sær fyri, at teir skuldu hvørki leska vátt ella turt, fyrrenn teir høvdu dripið Paulus.
13 Teir, ið soleiðis svóru seg saman, vóru yvir 40.
14 Teir fóru til høvuðsprestarnar og hinar elstu og søgdu: "Vit hava bannað okkum fyri, at vit skulu einki leska, fyrrenn vit hava dripið Paulus.
15 Tí mugu tit nú saman við ráðnum lata herhøvdingan vita, at hann skal leiða hann oman til tykkara, sum at tit høvdu ætlað at granska mál hansara gjøllari. So halda vit okkum til reiðar at drepa hann, áðrenn hann kemur vegin fram."
16 Men systursonur Paulus fekk at hoyra um hetta loyniliga ráð, og hann kom og fór inn í borgina og segði Paulusi frá tí.
17 Tá rópti Paulus ein høvuðsmannin og segði: "Far við hesum unga manni til herhøvdingan! Hann hevur nakað at siga honum."
18 Hann tók hann tá við sær, fór til herhøvdingan við honum og segði: "Paulus fangi kallaði meg til sín og bað meg fara til tín við hesum unga manni; hann hevur nakað at siga tær."
19 Herhøvdingin tók tá í hond hansara, fór burturfrá við honum og spurdi: "Hvat eru tað fyri boð, tú hevur til mín?"
20 Hann svaraði: "Jødarnir eru komnir ásamt um at biðja teg lata Paulus føra oman fyri ráðið í morgin, sum at tað hevði viljað fingið gjøllari at vita um hann.
21 Lat teir nú ikki fáa teg til hetta! Tí meir enn 40 menn av teimum liggja á lúri eftir honum; teir hava bannað sær fyri, at teir skulu hvørki leska vátt ella turt, fyrrenn teir hava dripið hann; og nú halda teir seg lidnar og bíða eftir, at tú skalt játta."
22 Herhøvdingin læt tá hin unga mannin fara og segði við hann: "Tú skalt ongum siga, at tú hevur latið meg fingið hetta at vita!"
23 So kallaði hann tveir av høvuðsmonnunum til sín og segði: "Latið 200 hermenn halda seg til reiðar at fara til Kesarea um triðja tíman í nátt, somuleiðis 70 hestmenn og 200 spjótmenn!"
24 Og hann beyð teimum at hava dýr til reiðar, sum teir skuldu lata Paulus ríða á, so hann óskaddur kundi verða førdur til Feliks landshøvdinga.
25 Hann skrivaði so ljóðandi bræv:
26 "Klaudius Lýsias heilsar hinum mektiga landshøvdinga Feliks.
27 - Henda mann høvdu Jødarnir lagt hond á, og teir mundu dripið hann; men eg kom til við herfólkinum og tók hann av teimum, við tað at eg hevði fingið at vita, at hann var rómverskur borgari.
28 Eg vildi nú hava at vita, hvat teir klagaðu hann fyri, og førdi hann tí oman fyri ráð teirra.
29 Tá fekk eg at síggja, at teir høvdu klagu móti honum um nakrar stríðsspurningar í lóg síni, men at hann var ikki klagaður fyri nakað, sum gjørdi hann sekan til deyða ella fangahús.
30 Men við tað at mær eru send boð um, at Jødarnir hava lagt svikaráð móti manninum, sendi eg hann við tað sama til tín. Eg havi eisini sagt við teir, ið hava klagu móti honum, at teir skulu flyta fram fyri teg tað, sum teir hava at siga."
31 Hermenninir tóku nú Paulus, soleiðis sum teir høvdu fingið boð um, og fóru um náttina við honum til Antipatris.
32 Dagin eftir lótu teir hestmenninar fara longur við honum og fóru sjálvir aftur til borgina.
33 Táið hinir so komu til Kesarea, fingu teir landshøvdinganum brævið og førdu eisini Paulus fram fyri hann.
34 Táið hann hevði lisið brævið, spurdi hann, hvørjum parti av ríkinum hann var úr, og táið hann hevði fingið at vita, at hann var úr Kilikia, segði hann:
35 "Eg skal taka teg til avhoyringar, táið eisini teir koma, sum hava klagu móti tær." Síðani segði hann, at hann skuldi verða settur fastur í borg Heródesar.