Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Ápostlasøgan
Kapittul 17
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Teir ferðaðust nú gjøgnum Amfipolis og Apollonia og komu til Tessalonika. Har høvdu Jødarnir sýnagogu,
2 og Paulus fór - sum hann var vanur - inn til teirra. Tríggjar sabbatar helt hann nú samtalur við teir út av skriftunum,
3 legði út og vísti á, at Kristus mátti líða og rísa upp frá hinum deyðu; og hann segði: "Hesin Jesus, ið eg beri tykkum boð um, Hann er Kristus!"
4 Nøkur av teimum góvu honum tá rætt og fóru at halda seg aftrat Paulusi og Silasi, somuleiðis stór mongd av Grikkunum, ið dýrkaðu Gud, og ikki fáar av hinum mætastu kvinnunum.
5 Tá kom øvund á Jødarnar, og teir tóku við sær nakrar óvandamenn av letingunum á torginum, fingu saman mannfjøld og loyptu røring í staðin; so hildu teir á hús Jasons og royndu at fáa fatur á teimum fyri at føra teir út til fólkið.
6 Táið teir ikki funnu teir, drógu teir Jason og nakrar brøður fram fyri býstýrið og róptu: "Hesir, sum hava endavent øllum heiminum, eru nú eisini komnir higar!
7 Teimum hevur Jason tikið ímóti; og øll hesi gera beint ímóti boðum keisarans og siga, at ein annar er kongur, Jesus!"
8 Og teir loyptu ræðslu á fólkið og býstýrið, sum hoyrdu hetta.
9 Býstýrið læt tá Jason og hinar geva pant fyri seg, og síðani lótu teir teir fara.
10 Alt fyri eitt somu nátt sendu brøðurnir Paulus og Silas avstað til Berøa. Táið teir komu hagar, fóru teir inn í sýnagogu Jødanna.
11 Hesir vóru meiri rætthugsandi enn hinir í Tessalonika; teir tóku ímóti orðinum við allari vælvild og rannsakaðu dagliga skriftirnar fyri at síggja, um hetta var so.
12 Av teimum komu tá nógvir til trúgv, somuleiðis ikki fáir mætir Grikkar, bæði kvinnur og menn.
13 Men táið Jødarnir í Tessalonika fingu at vita, at orð Guds varð kunngjørt av Paulusi í Berøa við, komu teir og loyptu eisini har øði í fólkið.
14 Tá sendu brøðurnir við tað sama Paulus avstað - líka at sjónum; men bæði Silas og Timoteus vórðu eftir har.
15 Teir, ið fylgdu Paulusi, fóru nú við honum líka til Aten og fóru so avstað aftur og høvdu boð við sær til Silas og Timoteus, at teir sum skjótast skuldu koma til hansara.
16 Meðan Paulus tá bíðaði eftir teimum í Aten, harmaðist andi hansara í honum, táið hann sá, at býurin var fullur av avgudum.
17 Hann talaði tí í sýnagoguni við Jødarnar og teir, sum dýrkaðu Gud, og á torginum hvønn dag við tey, sum hann hitti.
18 Eisini nakrir av hinum epikursku og stoisku vísdómslærarunum góvu seg í orðaskifti við hann; summir søgdu: "Hvat er tað, hatta møsnið sigur?" Men summir søgdu: "Hann tykist at vera ein, ið boðar útlendskar gudar!" - av tí at hann kunngjørdi evangeliið um Jesus og uppreisnina.
19 So tóku teir hann, fóru niðan á Areopagus við honum og søgdu: "Kunnu vit fáa at vita, hvat hetta er fyri nýggj læra, tú boðar?
20 Tí tað er nakað ókunnigt, tú letur koma okkum fyri oyru; vit vilja tí vita, hvat hetta hevur at týða."
21 - Øll í Aten og hini fremmandu, ið har vóru, góvu sær ikki stundir til annað enn at siga ella hoyra nýtt.
22 Paulus steig nú fram mitt á Areopagus og segði: "Tit menn í Aten! Eg síggi, at tit á allan hátt eru ógvuliga ídnir fyri gudsdýrkan tykkara.
23 Tí táið eg gekk um og hugdi at halgidómum tykkara, fann eg eisini altar við hesi innskrift: "Fyri ókendan Gud." - Hann, ið tit soleiðis dýrka og ikki kenna, Hann kunngeri eg tykkum.
24 Gud, sum hevur gjørt heimin og alt, sum honum er í, Hann, ið er Harri himmals og jarðar, býr ikki í templum, sum gjørd eru við hondum;
25 Hann verður heldur ikki tæntur av menniskjahondum sum ein, ið nakað tørvar; tí tað er Hann sjálvur, sum gevur øllum lív og anda og alt.
26 Hann hevur gjørt øll fólkasløg av einum blóði - til at búgva um alt jarðarríki; og Hann hevur givið teimum ásettar tíðir og markini fyri bústøðum teirra,
27 fyri at tey skuldu søkja Gud, um tey tó kundu kenna og finna Hann - tóat Hann er ikki langt frá nøkrum av okkum.
28 Tí í Honum liva, rørast og eru vit - sum eisini nøkur av skøldum tykkara hava sagt: "Vit eru jú eisini ætt Hansara."
29 Táið vit nú eru ætt Guds, mugu vit ikki halda, at Guddómurin er líkur gulli, silvuri ella steini, nøkrum, ið gjørt er av hegni og hugsan manna.
30 Eftir at Gud tá hevur havt tol við tíðum vankunnleikans, gevur Hann nú menniskjunum tað boð, at tey øll allastaðni skulu venda við.
31 Tí Hann hevur ásett dag, táið Hann skal døma jarðarríki við rættvísi - við manni, sum Hann hevur sett til tað; og hetta hevur Hann prógvað øllum við at reisa Hann upp frá hinum deyðu."
32 - Táið teir hoyrdu um uppreisn hinna deyðu, spottaðu summir; men summir søgdu: "Vit skulu hoyra teg aftur um hetta!"
33 - Soleiðis skiltist Paulus frá teimum.
34 Men nakrir menn hildu seg til hansara og komu til trúgv; teirra millum var Dionýsius, limur av areopagusráðnum, kvinna, ið æt Damaris, og nøkur onnur við teimum.