Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Ápostlasøgan
Kapittul 18
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Eftir hetta fór Paulus úr Aten og kom til Korint.
2 Har hitti hann Jøda, ið æt Akvila og var ættaður úr Pontus; hann var fyri kortum komin úr Italia við konu síni, Priskillu; tí Klaudius hevði givið tað boð, at allir Jødar skuldu fara úr Róm. Til teirra fór hann.
3 Og við tað at hann hevði sama yrki, varð hann hjá teimum og arbeiddi; yrki teirra var at gera tjøld.
4 Men hvønn sabbat helt hann samtalur í sýnagoguni og sannførdi bæði Jødar og Grikkar.
5 Táið Silas og Timoteus komu úr Makedonia, hevði Paulus tí nóg mikið at gera við at tala og vitna fyri Jødunum, at Jesus er Kristus.
6 Men táið teir stóðu ímóti og spottaðu, risti hann dustið av klæðum sínum og segði við teir: "Blóð tykkara komi yvir tykkara egna høvd! Eg eri reinur; hereftir fari eg til heidningarnar."
7 So fór hann haðani og fekk sær tilhald hjá manni, ið æt Titus Justus, og sum dýrkaði Gud; hús hansara var tætt við sýnagoguna.
8 Krispus sýnagogustjóri kom til trúgv á Harran við øllum húsi sínum; og nógvir Korintmenn, sum hoyrdu hann, komu til trúgv og lótu seg doypa.
9 Harrin segði við Paulus í sjón um náttina: "Óttast ikki, nei, tala og tig ikki!
10 Tí Eg eri við tær, og eingin skal leggja hond á teg at gera tær nakað ilt; tí Eg havi nógv fólk í hesum býi."
11 So varð hann har ár og seks mánaðir og lærdi orð Guds millum teirra.
12 Men táið Gallio var landshøvdingi í Akaia, reistust Jødarnir allir sum ein móti Paulusi, drógu hann fyri dómstólin og søgdu:
13 "Hesin yvirtalar fólk at dýrka Gud tvørtur ímóti lógini!"
14 Táið nú Paulus skuldi lata upp munnin, segði Gallio við Jødarnar: "Hevði tað verið onkur órættur ella ring misgerð, tit Jødar, var góð grund fyri, at eg lurtaði tolin eftir tykkum.
15 Men er tað stríðsspurningur um læru og nøvn og lógina, ið tit hava, so síggið tit til tað sjálvir! Í slíkum vil eg ikki vera dómari."
16 - Og hann rak teir burtur frá dómstólinum.
17 Tá løgdu teir allir hond á Sostenes sýnagogustjóra og bankaðu hann beint framman fyri dómstólin. Men Gallio legði líka í alt hetta.
18 Paulus varð nú har langa tíð enn; so segði hann brøðrunum farvæl og fór við skipi til Sýrlands, og saman við honum fóru Priskilla og Akvila - eftir at hann í Kenkrea hevði latið klippa hár sítt - tí hann hevði lyfti á sær.
19 Tey komu tá til Efesus, og har læt hann tey verða eftir. Sjálvur fór hann inn í sýnagoguna og samtalaði við Jødarnar.
20 Teir bóðu hann tá verða har nakað longur; men hann samtykti ikki,
21 men segði teimum farvæl við hesum orðum: "Eg má endiliga halda hesa høgtíðina, sum fyri stendur, í Jerúsalem; men eg skal koma aftur til tykkara, um Gud vil." So fór hann við skipi úr Efesus.
22 Og táið hann var komin til Kesarea, fór hann niðan og heilsaði samkomuni og fór síðani til Antiokia.
23 Táið hann hevði verið har eina tíð, fór hann avstað aftur og ferðaðist, fyrst um alt Galataland og síðani um Frýgia, og styrkti allar lærisveinarnar.
24 Til Efesus kom nú Jødi, ið æt Apollos; hann var ættaður úr Aleksandria og var orðkringur maður, sterkur í skriftunum.
25 Hann var lærdur veg Harrans, og við tað at hann var brennandi í andanum, talaði hann og lærdi skilagott um Jesus, tóat hann bert kendi dóp Jóhannesar.
26 Hann fór at tala hugreystur í sýnagoguni. Táið Priskilla og Akvila hoyrdu hann, tóku tey hann til sín og útløgdu honum veg Guds gjøllari.
27 Táið hann so hevði hug at fara longur, til Akaia, skrivaðu brøðurnir til lærisveinarnar har og bóðu teir taka ímóti honum. Táið hann var komin hagar, varð hann við náði Guds hinum trúgvandi til stóra nyttu.
28 Tí við miklari kraft tepti hann Jødarnar, so øll hoyrdu, og prógvaði við skriftunum, at Jesus er Kristus.