1 | Ein maður, ið æt Ánanias, og Saffira, kona hansara, seldu ein eigindóm. |
|
2 | Men hann tók, so kona hansara vitsti av, nakað burtur av tí, sum hann hevði fingið fyri hann; bert einum parti av tí kom hann við og legði tað fyri føtur ápostlanna. |
|
3 | Tá segði Pætur: "Ánanias! Hví hevur Satan fylt hjarta títt, so tú skuldi lúgva fyri Heilaga Andanum og taka nakað burtur av tí, sum tú fekst fyri jørðina? |
|
4 | Var hon ikki tín, so leingi sum tú átti hana, og ráddi tú ikki yvir tí, sum hon varð seld fyri! Hví hevur tú sett tær hetta fyri í hjarta tínum? Tú hevur ikki logið fyri menniskjum, men fyri Gudi!" |
|
5 | Táið Ánanias hoyrdi hesi orð, fall hann niður og gav upp andan. Og stórur ótti kom á øll, ið hoyrdu hetta. |
|
6 | Hinir ungu menninir reistust nú, gjørdu hann til og bóru hann út og jarðaðu hann. |
|
7 | Okkurt um tríggjar tímar seinni kom kona hansara inn - hon vitsti einki um tað, ið hent hevði. |
|
8 | Pætur segði tá við hana: "Sig mær, var tað fyri hetta virði, tit seldu jørðina?" Hon svaraði: "Ja, fyri hetta virði!" |
|
9 | Tá segði Pætur við hana: "Hvussu ber tað til, at tit eru vorðin samsint um at freista Anda Harrans? - Føtur teirra, ið hava jarðað mann tín, eru fyri durunum, og teir skulu bera teg út!" |
|
10 | Við tað sama fall hon niður fyri føtur hansara og gav upp andan; og táið hinir ungu menninir komu inn, funnu teir hana deyða. Teir bóru hana tá út og jarðaðu hana hjá manni hennara. |
|
11 | Stórur ótti kom á alla samkomuna og á øll, ið hoyrdu hetta. |
|
12 | Við hondum ápostlanna vórðu mong tekin og undur gjørd millum fólkið. Tey hildu seg av einum hjarta saman í súlugong Sálomons. |
|
13 | Av hinum tordi eingin at halda seg aftrat teimum; men fólkið prísaði teimum stórliga. |
|
14 | Fleiri og fleiri, sum trúðu, løgdust til Harran, bæði menn og kvinnur í hópatali. |
|
15 | Ja, tey bóru hini sjúku út á gøturnar og løgdu tey á seingir og beinkir, fyri at um ikki annað, so tó skuggi Pæturs kundi bera á summi av teimum, táið hann kom. |
|
16 | Eisini úr bygdunum har rundanum streymaði fólkið í hópatali til Jerúsalem og hevði við sær sjúk og slík, sum plágað vóru av óreinum andum. Og tey vórðu øll grødd. |
|
17 | Tá reistust høvuðspresturin og allir teir, ið hildu við honum - Saddukearaflokkurin - og teir vórðu fullir av vreiði, |
|
18 | løgdu hond á ápostlarnar og settu teir í hitt almenna fangahúsið. |
|
19 | Men eingil Harrans læt um náttina upp dyr fangahússins, leiddi teir út og segði: |
|
20 | "Farið avstað, stígið fram, og talið í templinum øll hesi orð lívsins fyri fólkinum!" |
|
21 | Táið teir hoyrdu hetta, fóru teir í lýsingini inn í templið og lærdu. Táið so høvuðspresturin og teir, ið við honum hildu, komu, kallaðu teir saman ráðið og allar hinar elstu av Ísraelsmonnum. So sendu teir boð í fangahúsið, at teir skuldu verða leiddir fram. |
|
22 | Men táið tænararnir komu hagar, funnu teir teir ikki í fangahúsinum; teir komu tá aftur, bóru boð um hetta og søgdu: |
|
23 | "Fangahúsið funnu vit tryggiliga læst, og vaktarmenninir stóðu fyri durunum; men táið vit lótu upp, funnu vit ongan inni har." |
|
24 | Táið høvuðsmaður tempulsins og høvuðsprestarnir hoyrdu hesi orð, vitstu teir ikki, hvat teir skuldu hugsa um teir, og hvussu hetta fór at verða. |
|
25 | Tá kom ein og bar teimum hesi boð: "Menninir, ið tit settu í fangahús, standa í templinum og læra fólkið." |
|
26 | Tá fór høvuðsmaðurin avstað við tænarunum eftir teimum; tó nýttu teir ikki vald, tí teir høvdu ótta fyri fólkinum, at teir skuldu verða steinaðir. |
|
27 | Táið teir so vóru komnir við teimum, leiddu teir teir fram fyri ráðið. Høvuðspresturin tók teir nú til avhoyringar og segði: |
|
28 | "Vit góvu tykkum av álvara tað boð, at tit máttu ikki læra í hesum navni; og nú hava tit fylt Jerúsalem við læru tykkara og ætla at føra blóðið av hesum manni yvir okkum!" |
|
29 | Men Pætur og hinir ápostlarnir svaraðu: "Ein eigur at lýða Gud meir enn menniskju! |
|
30 | Gud fedra okkara reisti upp Jesus, sum tit drópu við at heingja Hann á træ. |
|
31 | Hann hevur Gud sett høgt við høgru hond Sína til høvdinga og frelsara fyri at geva Ísrael umvending og syndafyrigeving. |
|
32 | Vit eru vitni Hansara um hetta - og Heilagi Andin við - Hann, sum Gud hevur givið teimum, ið lýða Hann." |
|
33 | Táið teir hoyrdu hetta, skar tað teir í hjartað, og teir løgdu upp ráð um at drepa teir. |
|
34 | Men tá reistist í ráðnum Fariseari, ið æt Gamaliel, lóglærari, sum var nógv umhildin av øllum fólkinum; hann segði, at teir skuldu lata menninar fara út eitt sindur. |
|
35 | So segði hann við teir: "Tit menn av Ísrael! Ansið tykkum væl, hvat tit gera við hesar menn! |
|
36 | Nakað síðani steig Teudas fram; hann segði seg at vera nakað, og flokkur av monnum fór at halda seg aftrat honum, okkurt um 400. Men hann varð dripin, og allir, ið trúðu honum, spjaddust og vórðu til einkis. |
|
37 | Eftir hann steig Judas úr Galilea fram - tað var, táið skattaútskrivingin var; hann fekk mongd av fólki at fylgja sær eftir. Men eisini hann læt lív, og øll, sum trúðu honum, vórðu spjadd sundur. |
|
38 | Nú sigi eg tykkum: Haldið tykkum frá hesum monnum, og gevið teimum frið! Tí er hetta ráð ella hetta verk frá menniskjum, so kemur tað upp í einki. |
|
39 | Og er tað frá Gudi, kunnu tit ikki gera teir til einkis. Verðið ikki funnir slíkir, sum stríða móti Gudi!" |
|
40 | Teir aktaðu nú hann; teir kallaðu ápostlarnar inn aftur og lótu teir húðfleingja og forbuðu teimum at tala í navni Jesusar. So lótu teir teir fara. |
|
41 | Teir fóru so burtur frá ráðnum, glaðir um, at teir vóru hildnir verdir at verða vanærdir fyri navnsins skuld. |
|
42 | Og teir góvu ikki uppat at læra hvønn dag í templinum og í húsunum og at kunngera evangeliið um Kristus Jesus. |
|
|