Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Ápostlasøgan
Kapittul 20
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Táið nú hesin røringur var hildin uppat, kallaði Paulus lærisveinarnar til sín og áminti teir, segði teimum farvæl og fór avstað haðani at fara til Makedonia.
2 Táið hann hevði ferðast um hesar landspartar og hevði ámint tey við nógvari talu, kom hann til Grikkalands.
3 Har varð hann tríggjar mánaðir. Og við tað at Jødarnir lúrdu eftir honum, júst táið hann skuldi fara við skipi til Sýria, gjørdi hann av at gera afturferðina gjøgnum Makedonia.
4 Í fylgi við honum til Asia vóru Sopater, sonur Pyrrus, úr Berøa, av Tessalonikamonnum Aristarkus og Sekundus, Gajus úr Derbe og Timoteus, og Týkikus og Trofimus úr Asia.
5 Hesir fóru undan og bíðaðu eftir okkum í Troas.
6 Men vit fóru, eftir dagar hinna ósúrgaðu breyða, við skipi úr Filippi og komu fimm dagar eftir til teirra í Troas. Har vórðu vit sjey dagar.
7 Fyrsta dagin í vikuni vóru vit tá komin saman at bróta breyðið, og Paulus helt samtalur við teir, við tað at hann dagin eftir ætlaði at fara haðani. Hann helt á at tala líka til midnátt.
8 Nógvar lampur vóru í salinum í erva, har vit vóru savnað.
9 Í vindeyganum sat ungur maður, ið æt Eutykus; hann var fast sovnaður, við tað at Paulus talaði so leingi. Svøvnurin hevði slíkt vald á honum, at hann datt niður av triðju hædd og varð tikin upp deyður.
10 Tá fór Paulus oman, kastaði seg yvir hann, tók tvørtur um hann og segði: "Haldið ongan gang! Sálin er í honum."
11 So fór hann upp aftur og breyt breyðið og át av tí. Síðani talaði hann leingi við tey enn, líka inntil lýsti; tá fór hann avstað.
12 Men tey komu upp við hinum unga manni livandi og vóru ikki lítið troystað.
13 Vit fóru nú undan umborð í skipið og fóru til Assus; har skuldu vit taka Paulus við; so hevði hann álagt okkum, tí hann ætlaði sjálvur at koma til gongu hagar.
14 Táið hann nú kom til okkara í Assus, tóku vit hann umborð og komu til Mitylene.
15 So hildu vit avstað haðani og komu dagin eftir beint áraka Kios. Uppaftur dagin eftir fóru vit inn í Samos, vórðu liggjandi í Trogillium og komu so næsta dag til Milet.
16 Tí Paulus hevði sett sær fyri at leypa Efesus um, fyri at hann skuldi ikki koma at verða tarnaður í Asia; tí hann hevði skund fyri at koma til Jerúsalem til hvítusunnu, um tað var honum gjørligt.
17 Men úr Milet sendi hann boð til Efesus og læt hinar elstu í samkomuni kalla til sín.
18 Táið teir komu til hansara, segði hann við teir: "Tit vita, hvussu atferð mín hevur verið millum tykkara alla tíðina, frá fyrsta degi eg kom til Asia,
19 hvussu eg havi tænt Harranum í øllum eyðmjúkleika, við tárum og í freistingum, sum eru komnar á meg, við tað at Jødarnir hava ligið eftir mær.
20 Tit vita, at eg havi ikki hildið aftur nakað av tí, sum tykkum kundi vera til gagn, men kunngjørdi tykkum tað, bæði á samkomum og í húsunum.
21 Eg vitnaði bæði fyri Jødum og Grikkum um umvendingina til Gud og trúnna á Harra okkara Jesus Kristus.
22 Og nú - bundin í andanum fari eg til Jerúsalem - og veit ikki, hvat har skal møta mær,
23 bert, at Heilagi Andin í hvørjum býi vitnar fyri mær og sigur, at bond og trongdir bíða mær.
24 Men eg rokni lív mítt einki vert fyri meg sjálvan, bert eg kann enda skeið mítt og tænastuna, ið eg havi fingið frá Harranum Jesusi - at vitna um náðievangelium Guds.
25 Og nú - eg veit, at tit fáa ikki andlit mítt at síggja aftur, øll tit, sum eg gekk ímillum og prædikaði ríkið.
26 Eg vitni tí fyri tykkum henda dag, at eg eri reinur fyri blóð alra.
27 Tí eg havi einki hildið aftur, men kunngjørt tykkum alt ráð Guds.
28 Ansið tí eftir tykkum sjálvum og eftir øllum fylginum, har Heilagi Andin hevur sett tykkum sum umsjónarmenn at røkta samkomu Guds, sum Hann vann Sær við Sínum egna blóði!
29 Eg veit, at eftir at eg eri farin, skulu svárir úlvar koma inn ímillum tykkara, og teir skulu ikki eira fylginum.
30 Ja, millum tykkum sjálvar skulu menn stíga upp, sum skulu tala tað, ið rangvørgt er, fyri at draga lærisveinarnar eftir sær.
31 Vakið tí, og minnist til, at í trý ár havi eg ikki givið uppat, nátt og dag at áminna ein og hvønn við tárum!
32 Og nú gevi eg tykkum upp til Gud og náðiorð Hansara, Hann, sum er mentur at byggja tykkum upp og geva tykkum arvalut millum øll tey, sum halgað eru.
33 Eg havi ikki tráað eftir silvuri, gulli ella klæðum frá nøkrum.
34 Tit vita sjálvir, at tað, sum mær hevur tørvað, mær og teimum, sum við mær vóru, hava hesar hendur arbeitt fyri.
35 Í øllum vísti eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og taka okkum av hinum veiku - og minnast orð Harrans Jesusar, at Hann hevur sjálvur sagt: "Sælari er at geva enn at fáa.""
36 Táið hann hetta hevði sagt, fall hann á knæ og bað saman við teimum øllum.
37 Tá skóru teir allir í at gráta so sáran, og teir fullu Paulusi um hálsin og kystu hann.
38 Og mest av øllum vóru teir tungir av orðinum, ið hann hevði sagt, at teir skuldu aldri síggja andlit hansara aftur. So fylgdu teir honum til skipið.