Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Ápostlasøgan
Kapittul 4
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Meðan teir nú talaðu til fólkið, komu prestarnir og høvuðsmaðurin fyri templinum og Saddukeararnir á teir.
2 Teir vóru illir um, at teir lærdu fólkið og í Jesusi kunngjørdu uppreisnina frá hinum deyðu.
3 Tí løgdu teir nú hond á teir og settu teir fastar inntil dagin eftir; tí tað var longu kvøld.
4 Men mong av teimum, ið høvdu hoyrt orðið, komu til trúnna, og talið á monnunum varð nú um 5000.
5 Dagin eftir savnaðust so ráðharrar og hinir elstu og hinir skriftlærdu teirra í Jerúsalem,
6 eisini Annas høvuðsprestur og Kaifas, Jóhannes, Aleksander og allir, ið vóru av høvuðsprestaætt.
7 Teir lótu leiða teir fram fyri seg og spurdu teir: "Við hvørji kraft ella við hvørjum navni hava tit gjørt hetta?"
8 Tá segði Pætur við teir, fyltur av Heilaga Andanum: "Tit ráðharrar og elstu fólksins!
9 Við tað at vit í dag verða tiknir til avhoyringar fyri vælgerð móti sjúkum manni - um, hvørjum hann er grøddur við,
10 so skulu tit allir og alt fólk Ísraels vita, at við navni Jesu Krists, Nazarearans, sum tit krossfestu, men sum Gud vakti upp frá hinum deyðu - við Honum er tað, hesin stendur frískur fyri eygum tykkara.
11 Hann er steinurin, ið vrakaður varð av tykkum, sum bygdu, men sum er vorðin hornsteinur.
12 Og frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við."
13 Táið teir sóu, hvussu hugreystir Pætur og Jóhannes vóru, og dugdu at síggja, at teir vóru ólærdir og leikir menn, undraðust teir. Teir kendu teir aftur, at teir høvdu verið við Jesusi.
14 Og við tað at teir sóu mannin, ið grøddur var, standa hjá teimum, fingu teir ikki sagt ímóti.
15 Teir bóðu teir tá fara út frá ráðnum. So ráðførdu teir seg hvør við annan og søgdu:
16 "Hvat skulu vit gera við hesar menn? Tí at skilligt tekin er gjørt við teimum, er jú øllum opinbert, sum í Jerúsalem búgva, og tað kunnu vit ikki nokta.
17 Men fyri at tað skal ikki breiða seg meiri út millum fólkið, so latið okkum strangliga hótta teir, ikki aftur at tala til nakað menniskja í hesum navni!"
18 So róptu teir teir inn og forbuðu teimum heilt at tala ella læra í navni Jesusar.
19 Men Pætur og Jóhannes svaraðu teimum: "Dømið sjálvir, um tað er rætt fyri Gudi at lýða tykkum meir enn Gud!
20 Vit kunnu jú ikki lata vera at tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt!"
21 Teir hóttu teir tá enn meir og lótu teir so fara. Tí fyri fólksins skuld sóu teir sær ongar vegir til at straffa teir, við tað at øll lovaðu Gudi fyri tað, sum hent hevði.
22 Tí maðurin, sum við hesum tekini var grøddur, var yvir 40 ár.
23 Táið teir nú vóru leysgivnir, komu teir til síni egnu og søgdu teimum frá øllum, ið høvuðsprestarnir og hinir elstu høvdu sagt við teir.
24 Táið tey hoyrdu tað, lyftu tey av einum hjarta upp rødd sína til Gud og søgdu: "Harri, Tú, sum hevur gjørt himmalin, jørðina og havið og alt, sum teimum er í!
25 Tú hevur við munni Dávids, tænara Tíns, sagt: "Hví froystu heidningarnir, og hví høvdu fólkini fáfongt í huga?
26 Kongar jarðarinnar reistust, og høvdingarnir tóku seg saman móti Harranum og móti hinum salvaða Hansara."
27 Ja, av sonnum, í hesum býi hava teir tikið seg saman móti heilaga tænara Tínum, Jesusi, sum Tú salvaði - bæði Heródes og Pontius Pilatus, saman við heidningunum og fólkum Ísraels
28 - til at gera tað, sum hond Tín og ráð Títt frammanundan høvdu gjørt av, skuldi henda.
29 Og nú, Harri! Hav eyga við hóttum teirra, og gev tænarum Tínum at tala orð Títt við øllum dirvi,
30 við tað at Tú rættir út hond Tína til grøðing og letur tekin og undur henda við navni Jesusar, heilaga tænara Tíns!"
31 Táið tey høvdu biðið, skalv staðið, har tey vóru savnað, og tey vórðu øll fylt av Heilaga Andanum; og teir talaðu orð Guds við dirvi.
32 Allur flokkur teirra, ið komin vóru til trúgv, hevði eitt hjarta og eina sál; ikki ein segði um nakað av tí, sum hann átti, at tað var hansara egna; nei, tey høvdu alt í felagsskapi.
33 Við stórari kraft bóru ápostlarnir fram vitnisburðin um uppreisn Harrans Jesusar; og stór náði var yvir teimum øllum.
34 Tí ikki var eitt teirra, sum leið neyð; øll, ið áttu jørð og hús, seldu tað og komu við virði tess, sum tey høvdu selt,
35 og løgdu tað fyri føtur ápostlanna. Tað varð so býtt út til ein og hvønn, eftir sum honum tørvaði.
36 Jósef, sum av ápostlunum varð kallaður við tilnavninum Barnabas - tað er útlagt: Troystarsonur - Levitur, ættaður úr Kýpern -
37 seldi nakað av jørð, ið hann átti, og kom við peninginum og legði hann fyri føtur ápostlanna.