Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Ápostlasøgan
Kapittul 3
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Pætur og Jóhannes fóru saman niðan í templið um bønatíman - sum var hin níggjundi.
2 Maður, sum var lamin úr móðurlívi, varð nú borin hagar; hann settu teir hvønn dag við tær dyr tempulsins, sum kallaðust Føgrudyr, so hann fekk biðið tey um olmussu, sum inn í templið fóru.
3 Táið hann sá Pætur og Jóhannes, í tí teir skuldu fara inn í templið, bað hann teir um olmussu.
4 Tá festi Pætur eyguni á hann, Jóhannes við; og Pætur segði: "Hygg á okkum!"
5 Hann aktaði tá eftir teimum, við tað at hann væntaði sær okkurt frá teimum.
6 Men Pætur segði: "Silvur og gull eigi eg ikki, men tað, sum eg havi, gevi eg tær: Í navni Jesu Krists, Nazarearans - reis teg og gakk!"
7 Og hann tók í høgru hond hansara og reisti hann upp.
8 Við tað sama kom styrki í føtur og øklar hansara, og hann sprakk upp og stóð og gekk; hann fór so inn í templið við teimum, og har gekk hann um og leyp og lovaði Gudi.
9 Alt fólkið sá hann ganga um og lova Gudi.
10 Og tey kendu hann, at hann var tann, ið hevði sitið við Føgrudyr tempulsins at fáa olmussu; og tey vóru ovfarin og full av ræðslu av tí, sum hent hann hevði.
11 Meðan hann nú helt seg aftrat Pæturi og Jóhannesi, streymaði alt fólkið ovfarið saman um teir í tí súlugongini, sum kallast Sálomons.
12 Táið Pætur sá hetta, segði hann við fólkið: "Tit menn av Ísrael! Hví undrast tit á hetta? Hví stara tit á okkum, eins og vit av okkara egna mátti ella gudsótta høvdu gjørt, at hann fær gingið?
13 Gud Ábrahams, Ísaks og Jákups, Gud fedra okkara, hevur givið tænara Sínum, Jesusi, dýrd, Honum, sum tit góvu upp og avnoktaðu fyri Pilatusi, táið hann dømdi, at Hann skuldi verða givin leysur.
14 Men tit avnoktaðu hin Heilaga og Rættvísa og bóðu um, at manndrápari skuldi verða tykkum givin.
15 Høvdinga lívsins drópu tit, Hann, sum Gud reisti upp frá hinum deyðu - sum vit eru vitni um.
16 Í trúnni á navn Hansara hevur navn Hansara styrkt henda, sum tit síggja og kenna, og trúgvin, ið virkað er við Honum, hevur fyri eygum tykkara alra gjørt, at hann nú fær nýtt allar limir sínar.
17 Og nú, brøður! Eg veit, at tit gjørdu hetta, tí tit vitstu ikki betur - bæði tit og ráðharrar tykkara.
18 Men Gud læt á henda hátt tað ganga út, sum Hann frammanundan við munni alra profetanna hevði boðað - at Kristus Hansara skuldi líða.
19 Fáið tí annað sinni og vendið við, so syndir tykkara kunnu verða útstrikaðar, og lívganartíðir kunnu koma frá ásjón Harrans,
20 og Hann kann senda hin tykkum ætlaða Kristus, Jesus,
21 sum Himmalin skal hýsa, inntil tær tíðir táið alt verður endurreist, sum Gud hevur talað um við munni heilagra profeta Sína frá upphavi.
22 Móses hevur jú sagt: "Profet eins og meg skal Harrin Gud tykkara reisa tykkum upp av brøðrum tykkara; Hann skulu tit hoyra í øllum, sum Hann talar til tykkara.
23 Og so skal verða, at hvør sál, sum hoyrir ikki tann profet, skal verða oydd úr fólkinum."
24 Somuleiðis allir profetarnir frá Sámuel og úteftir, so mangir sum hava talað, hava eisini sagt, at hesir dagar skuldu koma.
25 Tit eru synir profetanna og synir sáttmálans, ið Gud gjørdi við fedrar okkara, táið Hann segði við Ábraham: "Í avkomi tínum skulu allar ættir á jørðini verða signaðar."
26 Til tykkara fyrst sendi Gud tænara Sín, táið Hann reisti Hann upp, at signa tykkum, táið ein og hvør tykkara vendir við frá illverkum sínum."