Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Ápostlasøgan
Kapittul 22
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 "Tit menn, brøður og fedrar! Hoyrið nú verjurøðu mína fyri tykkum!"
2 Táið tey hoyrdu, at hann talaði til teirra á hebraiskum máli, hildu tey seg enn stillari. Hann segði tá:
3 "Eg eri Jødi, føddur í Tarsus í Kilikia, men uppvaksin í hesum staði, upplærdur við føtur Gamaliels eftir fedralóg okkara í strangleika hennara. Eg var íðin fyri Gudi, sum tit allir eru í dag.
4 Eg søkti at hesum vegi líka til deyðan, bant og setti í fangahús bæði menn og kvinnur -
5 sum eisini høvuðspresturin og alt elstaráðið kann vitna um meg; frá teimum fekk eg enntá brøv til brøðurnar í Damaskus og fór hagar til eisini at føra tey, ið har vóru, bundin til Jerúsalem, so tey kundu verða revsað.
6 Men meðan eg var á veg og var komin nær til Damaskus, lýsti knappliga um middagin sterkt ljós av himli rundan um meg.
7 Eg fall til jarðar og hoyrdi rødd, ið segði við meg: "Saul, Saul! Hví søkir tú at Mær?"
8 Eg svaraði: "Hvør ert Tú, Harri?" Hann segði við meg: "Eg eri Jesus úr Nazaret, Hann, sum tú søkir at."
9 - Teir, ið við mær vóru, sóu ljósið, men hoyrdu ikki rødd Hansara, sum talaði við meg.
10 Eg segði tá: "Hvat skal eg gera, Harri?" Harrin svaraði mær: "Reis teg og far inn í Damaskus! Har skal verða talað til tín um alt, ið tær er ætlað at gera."
11 Men við tað at eg hevði mist sjónina av skini ljóssins, tóku teir, sum við mær vóru, í hond mína og leiddu meg, og soleiðis kom eg inn í Damaskus.
12 Ein, ið æt Ánanias, maður, ið óttaðist Gud eftir lógini og hevði góðan vitnisburð frá øllum Jødum, ið har búðu,
13 kom nú til mín, steig fram fyri meg og segði: "Saul, bróðir, hygg upp!" Í somu stund hugdi eg uppá hann.
14 Tá segði hann: "Gud fedra okkara hevur útvalt teg at kenna vilja Sín og síggja hin Rættvísa og hoyra røddina av munni Hansara.
15 Tí tú skalt vera Honum vitni fyri øllum menniskjum um tað, sum tú hevur sæð og hoyrt.
16 Og nú, hví drálar tú? Reis teg, lat teg doypa, og fá syndir tínar avtváaðar, táið tú ákallar navn Hansara!"
17 Táið eg so var komin aftur til Jerúsalem, fall eg, meðan eg bað í templinum, í burturrykking;
18 eg sá Hann, og Hann segði við meg: "Skunda tær og far sum skjótast burt úr Jerúsalem! Tí tey fara ikki at taka við vitnisburði tínum um Meg!"
19 Tá segði eg: "Harri, tey vita sjálv, at eg setti í fangahús og í hvørji sýnagogu húðflongdi tey, sum trúgva á Teg!
20 Táið blóð Stefanusar, vitnis Tíns, varð úthelt, stóð eg sjálvur hjá og samtykti í tí og ansaði eftir klæðum teirra, sum drópu hann."
21 Men Hann svaraði mær: "Far avstað! Eg skal senda teg til heidningar langt burtur!""
22 Tey lurtaðu eftir honum, inntil hann segði hetta. Men nú lyftu tey upp rødd sína og søgdu: "Burt av jørðini við einum slíkum! Hann eigur ikki at liva!"
23 Við tað at tey nú róptu, skræddu klæðini av sær og blakaðu dust upp í loft,
24 beyð herhøvdingin, at hann skuldi verða leiddur inn í borgina; og hann segði, at teir skuldu taka hann til avhoyringar við húðfleinging, so hann kundi fáa at vita, av hvørji grund tey róptu so móti honum.
25 Men táið teir høvdu strekt hann út at verða húðflongdan, segði Paulus við høvuðsmannin, ið hjá stóð: "Loyvist tykkum at húðfleingja rómverskan borgara, og tað ódømdan?"
26 Táið høvuðsmaðurin hoyrdi hetta, fór hann til herhøvdingan og bar honum boð um tað og segði: "Hvat er tað, tú ætlar at gera! Maðurin er jú rómverskur borgari!"
27 Herhøvdingin fór tá til hansara og spurdi hann: "Sig mær, ert tú rómverskur borgari?" Hann svaraði: "Ja."
28 Herhøvdingin segði: "Eg havi keypt mær henda borgararætt fyri nógvan pening." Paulus svaraði: "Og eg eri føddur til hann!"
29 Nú fóru teir við tað sama frá honum, teir, sum skuldu avhoyra hann. Og nú herhøvdingin fekk at vita, at hann var rómverskur borgari, varð hann eisini skakkur, tí hann hevði bundið hann.
30 Men við tað at hann vildi hava okkurt álítandi at vita um, hvat hann var klagaður fyri av Jødunum, læt hann hann dagin eftir loysa úr bondunum og gav boð, at høvuðsprestarnir og alt ráðið skuldi koma saman. So læt hann leiða Paulus oman og føra fram fyri teir.