Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Ápostlasøgan
Kapittul 15
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Úr Judea komu nú nakrir, sum lærdu brøðurnar: "Lata tit tykkum ikki umskera eftir siði Mósesar, kunnu tit ikki frelsast!"
2 Tá varð ósemja; Paulus og Barnabas komu í ikki lítið stríð við teir. Tí varð gjørt av, at Paulus og Barnabas og nakrir aðrir av teimum skuldu fara niðan til Jerúsalem til ápostlarnar og hinar elstu, av tí at hesin spurningur var komin upp.
3 Teir vórðu nú av samkomuni sendir avstað. Teir fóru gjøgnum Fønikia og Samaria og søgdu frá, hvussu heidningarnir høvdu vent við, og teir gleddu stórliga allar brøðurnar.
4 Táið teir so komu til Jerúsalem, vórðu teir fagnaðir av samkomuni, ápostlunum og hinum elstu, og teir søgdu frá stórverkunum, ið Gud hevði gjørt við teimum.
5 Men nakrir av flokki Farisearanna, sum vóru komnir til trúnna, reistust og søgdu: "Teir eiga at verða umskornir og fáa boð um at halda Móselóg!"
6 Ápostlarnir og hinir elstu komu tá saman at samráðast um hetta.
7 Táið teir nú høvdu trætt nógv um tað, reistist Pætur og segði við teir: "Tit menn, brøður! Tit vita, at Gud langt síðani útvaldi meg millum tykkara til at vera tann, við hvørs munni heidningarnir skuldu fáa at hoyra orð evangeliums og koma til trúgv.
8 Gud, sum kennir hjørtuni, gav teimum vitnisburð, táið Hann gav teimum líka væl sum okkum Heilaga Andan.
9 Hann gjørdi ongan mun á okkum og teimum, táið Hann við trúnni reinsaði hjørtu teirra.
10 Hví freista tit tá nú Gud við at leggja ok á háls lærisveinanna, sum hvørki fedrar okkara ella vit hava verið mentir at bera!
11 Vit trúgva jú, at vit verða frelstir av náði Harrans Jesusar - vit líka væl sum teir!"
12 Tá tagdi allur flokkurin, og teir lurtaðu eftir Barnabasi og Paulusi, sum søgdu frá, hvussu stór tekin og undur Gud við teimum hevði gjørt millum heidningarnar.
13 Táið teir hildu uppat at tala, tók Jákup til orða og segði: "Tit menn, brøður! Hoyrið meg!
14 Símun hevur sagt frá, hvussu Gud í byrjan hevði umhugsan um at taka navni Sínum út fólk av heidningunum.
15 Við hetta samsvara orð profetanna - sum skrivað er:
16 "Eftir hetta skal Eg koma aftur og endurreisa falnu tjaldbúð Dávids; ja, toftir hennara skal Eg byggja upp og reisa hana upp aftur,
17 fyri at leivdin av menniskjum skal søkja Harran, allir heidningar, sum navn Mítt er nevnt yvir - sigur Harrin, sum ger hetta."
18 - Gud kennir frá ævunum øll verk Síni.
19 Eg haldi tí, at ikki eigur at verða gjørt teimum torført - heidningunum, ið venda við til Gud,
20 men at skrivað eigur at verða til teirra, at tey skulu halda seg frá at dálka seg við avgudum, frá siðloysi, frá tí, sum kvalt er, og frá blóði.
21 Tí Móses hevur frá fornari tíð menn í hvørjum býi, sum prædika hann - hann verður jú lisin upp í sýnagogunum hvønn sabbat."
22 Tá gjørdu teir av, ápostlarnir og hinir elstu saman við allari samkomuni, at velja nakrar menn millum sín og senda teir til Antiokia við Paulusi og Barnabasi; teir valdu Judas, sum kallaðist Barsabbas, og Silas; hesir vóru hávirdir menn millum brøðurnar.
23 Teir skrivaðu soleiðis við teimum: "Ápostlarnir, hinir elstu og brøðurnir heilsa brøðrunum av heidningunum í Antiokia, Sýrlandi og Kilikia.
24 Av tí at vit hava frætt, at nakrir, sum komnir eru frá okkum, hava órógvað tykkum við talu síni og volt sálum tykkara ófrið - vit hava einki boð givið teimum um tað -
25 so hava vit, eftir at vera komnir ásamt um hetta, gjørt av at velja nakrar menn og senda teir til tykkara saman við elskaðu brøðrum okkara Barnabasi og Paulusi -
26 monnum, ið hava vágað lívið fyri navn Harra okkara Jesu Krists.
27 Vit hava nú sent Judas og Silas, sum eisini við orðum skulu kunngera tykkum tað sama.
28 Heilagi Andin og vit hava tá gjørt av, onga aðra byrði at leggja á tykkum enn hetta - sum neyðugt er -:
29 At tit halda tykkum frá tí, ið ofrað er til avgudar, frá blóði, frá tí, sum kvalt er, og frá siðloysi. Táið tit halda tykkum frá hesum, skal tykkum gangast væl. Livið væl!"
30 So lótu teir teir fara, og teir komu til Antiokia. Har savnaðu teir saman allan flokkin og góvu teimum brævið.
31 Táið tey høvdu lisið tað, vórðu tey glað um troystina.
32 Judas og Silas - sum eisini vóru profetar sjálvir - ámintu brøðurnar við nógvari talu og styrktu teir.
33 Táið teir so høvdu verið har eina tíð, lótu brøðurnir teir fara í friði til teirra, sum sent teir høvdu.
34 Men Silas setti sær fyri at steðga har.
35 Paulus og Barnabas vórðu tá verandi í Antiokia; teir lærdu og kunngjørdu orð Harrans har saman við mongum øðrum.
36 Táið ein tíð var gingin, segði Paulus við Barnabas: "Lat okkum fara aftur og vitja brøður okkara í hvørjum býi, sum vit hava kunngjørt orð Harrans í, fyri at vita, hvussu teimum veit við!"
37 Barnabas vildi tá eisini taka Jóhannes við, hann, sum kallaðist Markus.
38 Men Paulus helt ikki, at teir skuldu taka hann við, sum var farin frá teimum í Pamfýlia og hevði ikki fylgt við teimum til verkið.
39 Tað kom tá til hvast stríð, so teir skiltust hvør frá øðrum; og Barnabas tók Markus við sær og fór við skipi til Kýpern.
40 Men Paulus valdi sær Silas og fór avstað, eftir at brøðurnir høvdu givið hann upp til náði Harrans.
41 Hann ferðaðist nú um Sýrland og Kilikia og styrkti samkomurnar.