Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Ápostlasøgan
Kapittul 13
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Í Antiokia, í samkomuni har, vóru profetar og lærarar - Barnabas, Símun, sum hevði tilnavnið Niger, Lukius úr Kýrene, Manaen, sum var fosturbróðir Heródes fjórðingshøvdinga, og Saul.
2 Meðan tey nú hildu gudstænastu og fastaðu, segði Heilagi Andin: "Takið Mær út Barnabas og Saul til verkið, ið Eg havi kallað teir til!"
3 Tá fastaðu tey og bóðu; og teir løgdu hendurnar á teir og lótu teir so fara avstað.
4 Táið teir nú soleiðis av Heilaga Andanum vóru sendir út, fóru teir oman til Seleukia og fóru haðani við skipi til Kýpern.
5 Táið teir vóru komnir til Salamis, kunngjørdu teir orð Guds í sýnagogum Jødanna. Teir høvdu eisini Jóhannes við at ganga sær til handa.
6 Táið teir nú høvdu ferðast um alla oynna, líka til Pafus, hittu teir gandakall, lygiprofet, Jøda, ið æt Barjesus.
7 Hann var hjá landshøvdinganum, Sergiusi Paulusi, sum var vitigur maður. Landshøvdingin kallaði Barnabas og Saul til sín og bað um at fáa orð Guds at hoyra.
8 Men Elymas, gandakallurin - tí so er navn hansara útlagt - stóð teimum ímóti og royndi at venda landshøvdinganum burtur frá trúnni.
9 Tá varð Saul - sum eisini kallaðist Paulus - fyltur av Heilaga Andanum, hugdi hvast uppá hann og segði:
10 "Á djevulsbarn títt, tú, sum fullur ert av øllum sviki og óndskapi, fíggindi als, ið rætt er! Vilt tú ikki geva uppat at rangsnúgva beinu vegum Harrans!
11 Og nú - hond Harrans er á tær, og tú skalt verða blindur og eina tíð ikki síggja sólina!" - Við tað sama fall toka og myrkur á hann, og hann gekk um og leitaði eftir onkrum, ið kundi leiða hann.
12 Táið landshøvdingin sá hetta, ið hent hevði, kom hann til trúgv, og hann undraðist stórliga á læru Harrans.
13 Paulus og teir, ið við honum vóru, fóru so við skipi úr Pafus og komu til Perge í Pamfýlia. Men Jóhannes skiltist frá teimum og fór aftur til Jerúsalem.
14 Teir hildu nú áfram úr Perge og komu til Antiokia í Pisidia. Har fóru teir inn í sýnagoguna sabbatin og settust.
15 Táið nú upp var lisið úr lógini og profetunum, sendu sýnagogustjórarnir boð yvir til teirra og lótu siga: "Tit menn, brøður! Hava tit orð at áminna fólkið við, so talið!"
16 Tá reistist Paulus, gav tekin við hondini, at tøgn skuldi vera, og segði: "Tit menn av Ísrael, og tit, ið óttast Gud - lurtið eftir!
17 Gud hjá hesum fólki, Ísrael, útvaldi fedrar okkara; Hann setti fólkið høgt, meðan tey vóru útlendingar í Egyptalandi, og leiddi tey við upplyftum armi út haðani.
18 Og um 40 ár toldi Hann atburð teirra í oyðimørkini.
19 Hann oyddi sjey fólkasløg í Kána’anslandi og skifti land teirra í arv millum teirra.
20 Eftir hetta gav Hann teimum dómarar í okkurt um 450 ár, inntil Sámuel profet.
21 So bóðu teir um kong, og Gud gav teimum Saul, son Kis, mann av ætt Benjamins, í 40 ár.
22 Táið Hann so hevði sett hann av, reisti Hann teimum Dávid upp til kong. Honum gav Hann eisini henda vitnisburð: "Eg havi funnið Dávid, son Ísai, mann eftir hjarta Mínum; hann skal gera allan vilja Mín."
23 Av ætt hansara læt Gud - eftir lyfti Sínum - Jesus koma, Ísrael til Frelsara,
24 eftir at Jóhannes, undan komu Hansara, hevði prædikað umvendingardóp fyri øllum fólki Ísraels.
25 Táið Jóhannes var tætt við endan av skeiði sínum, segði hann: "Tann, ið tit halda meg vera, eri eg ikki; men eftir meg kemur ein, sum eg ikki eri verdur at loysa skógvarnar av fótunum á."
26 Tit menn, brøður, synir ættar Ábrahams, og teir ímillum tykkara, sum óttast Gud! Okkum er orðið um hesa frelsu sent.
27 Tí teir, sum í Jerúsalem búgva, og ráðharrar teirra kendu Hann ikki; teir dømdu Hann - og uppfyltu soleiðis orð profetanna, sum hvønn sabbat verða lisin upp.
28 Og tóat teir onga deyðasøk funnu hjá Honum, bóðu teir Pilatus um, at Hann skuldi verða dripin.
29 Táið teir so høvdu fullført alt, ið skrivað er um Hann, tóku teir Hann niður av trænum og løgdu Hann í grøv.
30 Men Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu,
31 og Hann opinberaði Seg í nógvar dagar fyri teimum, sum vóru farnir við Honum úr Galilea til Jerúsalem, og sum nú eru vitni Hansara fyri fólkinum.
32 Vit kunngera tykkum nú evangeliið um lyftið, ið givið varð fedrunum - at tað hevur Gud uppfylt okkum, børnum teirra, táið Hann reisti Jesus upp
33 - soleiðis sum eisini er skrivað í øðrum sálmi: "Tú ert Sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag."
34 Og at Hann hevur reist Hann upp frá hinum deyðu, so Hann ikki meiri skal venda aftur til rot, hevur Hann sagt so: "Eg skal veita tykkum hini heiløgu lyfti, sum Dávidi vóru givin, hini trúføstu."
35 Tí sigur hann eisini í einum øðrum sálmi: "Tú skalt ikki lata hin Heilaga Tín síggja rot."
36 Dávid sovnaði jú, táið hann í lívstíð síni hevði tænt ráði Guds, og hann varð savnaður til fedrar sínar og sá rot;
37 men tann, ið Gud reisti upp, sá ikki rot.
38 So skulu tit tá vita, tit menn, brøður, at við Honum verður tykkum kunngjørd fyrigeving syndanna;
39 og frá øllum, sum tit ikki kundu verða rættvísgjørdir frá við Móselóg, verður í Honum hvør tann, sum trýr, rættvísgjørdur.
40 Síggið nú til, at ikki tað, sum sagt er hjá profetunum, kemur yvir tykkum:
41 "Hyggið, vanvirðarar tykkara, og undrist og verðið til einkis! Tí verk geri Eg á døgum tykkara - verk, sum tit ikki høvdu trúð, um onkur segði tykkum frá tí!""
42 Táið tey nú fóru út, bóðu tey teir um, at hesi orð skuldu verða talað til teirra næsta sabbat.
43 Táið tænastan í sýnagoguni var at enda, fylgdu nógvir Jødar og gudræddir trúskiftingar Paulusi og Barnabasi. Teir talaðu tá til teirra og ámintu tey um at halda fast við náði Guds.
44 Næsta sabbat kom so nærum allur býurin saman at hoyra orð Guds.
45 Men táið Jødarnir sóu hetta nógva fólk, vórðu teir fullir av øvund og søgdu ímóti tí, sum Paulus talaði, ja, bæði søgdu ímóti og spottaðu.
46 Tá talaðu Paulus og Barnabas beint fram og søgdu: "Neyðugt var, at orð Guds fyrst varð talað til tykkara; men við tað at tit koyra tað frá tykkum og meta tykkum ikki sjálvar verdar hitt æviga lív - ja, so venda vit okkum til heidningarnar.
47 Tí so er boð Harrans til okkara: "Eg havi sett Teg heidningum til ljós, so Tú skalt vera frelsa líka at enda jarðarinnar!""
48 Táið heidningarnir hoyrdu hetta, vórðu teir glaðir og prísaðu orði Harrans; og tey tóku við trúgv, so mong sum vóru ætlað til ævigt lív.
49 Og orð Harrans breiddist um alt landið.
50 Men Jødarnir uppøstu hinar mætu kvinnurnar, sum óttaðust Gud og hinar fremstu menninar í býnum, og teir birtu atsókn móti Paulusi og Barnabasi og róku teir út um landamark síni.
51 Teir ristu tá dustið av fótum sínum móti teimum og fóru til Ikonium.
52 Men lærisveinarnir vórðu fullir av gleði og Heilaga Andanum.