Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Ápostlasøgan
Kapittul 19
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Meðan Apollos var í Korint, kom Paulus til Efesus, eftir at hann hevði ferðast um hinar ovaru landspartarnar.
2 Har hitti hann nakrar lærisveinar, og hann segði við teir: "Fingu tit Heilaga Andan, táið tit komu til trúgv?" Teir svaraðu honum: "Vit hava ikki so mikið sum hoyrt, at Heilagi Andin er."
3 Hann segði: "Hvørjum dópi vórðu tit tá doyptir við?" Teir svaraðu: "Við dópi Jóhannesar."
4 Tá segði Paulus: "Jóhannes doypti við umvendingardópi, táið hann segði við fólkið, at tey skuldu trúgva á Hann, sum eftir hann kom, tað er á Jesus."
5 Táið teir hoyrdu hetta, lótu teir seg doypa til navn Harrans Jesusar.
6 Og táið Paulus legði hendurnar á teir, kom Heilagi Andin yvir teir, og teir talaðu við tungum og profeteraðu.
7 Teir vóru í alt um tólv menn.
8 Hann fór nú inn í sýnagoguna og vitnaði hugreystur í tríggjar mánaðir; hann helt samtalur og sannførdi tey um tað, sum hoyrir ríki Guds til.
9 Men av tí at nakrir herdu seg og vildu ikki trúgva, og tosaðu ilt um vegin, so fólkið hoyrdi, rýmdi hann frá teimum, skilti lærisveinarnar frá teimum og helt dagliga samtalur í skúla Týrannusar.
10 Hetta vardi við í tvey ár, so at øll, sum í Asia búðu, fingu at hoyra orð Harrans, bæði Jødar og Grikkar.
11 Gud gjørdi við hondum Paulusar størri kraftargerðir enn vanligt,
12 so at enntá sveittadúkar og fyriklæði, sum verið høvdu á likami hansara, vórðu borin til hini sjúku; sjúkurnar viku tá frá teimum, og hinir illu andarnir fóru út.
13 Men eisini nakrir av hinum jødisku andamanarunum, ið struku um, tóku sær fyri at nevna navn Harrans Jesusar yvir teimum, sum høvdu hinar illu andarnar; teir søgdu: "Eg mani tykkum við hinum Jesusi, sum Paulus prædikar!"
14 Teir, ið hetta gjørdu, vóru sjey synir Skevas, jødiskan høvuðsprest.
15 Men hin illi andin svaraði teimum: "Jesus kenni eg, og Paulus veit eg um; men tit, hvørjir eru tit!"
16 Og maðurin, sum hin illi andin var í, leyp á teir, vann av teimum og fekk slíkt vald á teimum, at teir flýddu naknir og særdir av húsinum.
17 Hetta fingu nú øll, sum í Efesus búðu, at vita, bæði Jødar og Grikkar; og ótti fall á tey øll, og navn Harrans Jesusar varð stórliga prísað.
18 Mong av teimum, ið komin vóru til trúgv, komu og játtaðu atburð sín og søgdu frá honum.
19 Og mong av teimum, ið høvdu fingist við at ganda, bóru saman bøkur sínar og brendu tær upp fyri eygum alra; virði teirra varð roknað út og funnið at vera 50 000 silvurpeningar.
20 Við slíkari kraft virkaði orð Harrans og fekk vald.
21 Táið nú hetta var fullført, setti Paulus sær fyri í andanum, at hann skuldi ferðast um Makedonia og Akaia og so fara til Jerúsalem; og hann segði: "Táið eg havi verið har, má eg eisini síggja Róm!"
22 Hann sendi tá tveir av teimum, ið gingu honum til handa, Timoteus og Erastus, til Makedonia; sjálvur varð hann eina tíð enn í Asia.
23 Um hesa tíðina varð ikki lítil gøla um vegin.
24 Har var silvursmiður, ið æt Demetrius. Hann gjørdi artemistempul av silvuri og veitti smiðunum ikki lítla inntøku.
25 Hann kallaði nú teir saman, somuleiðis arbeiðsmenninar, ið fingust við slíkt, og segði: "Tit menn! Tit vita, at av hesum arbeiði hava vit stóru inntøku okkara.
26 Og nú síggja og hoyra tit, at ikki bert í Efesus, men næstan um alt Asia hevur hesin Paulus við yvirtalan síni villleitt stóran hóp, við tað at hann sigur, at tað eru ikki Gudar, teir, ið gjørdir verða við hondum.
27 Nú er ikki bert vandi fyri, at hetta yrki okkara skal verða vanvirt, men eisini, at tempul hinnar stóru gudinnu Artemisar skal verða hildið fyri einki, og at endi skal verða gjørdur á stórleika hennara, sum alt Asia og jarðarríki dýrkar!"
28 Táið teir hoyrdu hetta, vórðu teir fullir av vreiði og róptu: "Stór er Artemis Efesusmanna!"
29 Røringur kom nú í allan staðin, og tey tustu øll sum eitt á sjónleikarstaðið og rivu við sær Gajus og Aristarkus, sum vóru úr Makedonia og ferðaðust saman við Paulusi.
30 Paulus ætlaði tá at fara inn ímillum fólkið, men lærisveinarnir góvu honum ikki loyvi til tað.
31 Eisini nakrir av leikstjórunum, sum vóru vinir hansara, sendu honum boð og bóðu hann ikki vága sær inn á sjónleikarstaðið.
32 Summi róptu nú eitt, summi annað; tí alt fólkið, ið samankomið var, var uppøst, og tey flestu vitstu ikki, hví tey vóru komin saman.
33 Tey drógu nú Aleksander út úr fólkahópinum - Jødarnir skúgvaðu hann fram. Aleksander gjørdi tekin við hondini, at hann ætlaði at halda verjurøðu fyri fólkinum.
34 Men táið tey fingu at vita, at hann var Jødi, fóru tey at rópa, øll sum eitt, í úti við tveir tímar: "Stór er Artemis Efesusmanna!"
35 Býskrivarin fekk tó fólkið at sissast og segði: "Tit menn í Efesus! Man nakað menniskja vera, sum veit ikki, at staður Efesusmanna er tempulverjari hinnar stóru Artemisar og himmalfalnu myndarinnar!
36 Táið nú eingin kann siga ímóti hesum, eiga tit at vera sáttligir og ikki leypa framav!
37 Tit eru komnir higar við hesum monnum, ið hvørki eru tempulránsmenn ella spotta gudinnu tykkara.
38 Hava nú Demetrius og smiðirnir við honum klagu móti nøkrum, verða jú tingdagar hildnir, og landshøvdingar eru; stevni teir hvør øðrum fyri rættin!
39 Og hava tit nakað at krevja í nøkrum øðrum, má tað verða avgjørt á lógligum tingfundi!
40 Vandi er jú fyri, at vit enntá verða klagaðir fyri uppreistur fyri hetta, sum í dag hevur hent, við tað at eingin grund er fyri tí; hetta uppstig eru vit ikki førir at gera roknskap fyri."
41 Við at siga hetta fekk hann fólkið, ið saman var komið, at skiljast.