Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Ápostlasøgan
Kapittul 24
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Fimm dagar eftir hetta fór Ánanias høvuðsprestur oman hagar við nøkrum av hinum elstu og einum røðara, Tertullusi; teir bóru fram fyri landshøvdingan klagu móti Paulusi.
2 Hann varð tá kallaður inn, og Tertullus fór nú at klaga hann og segði:
3 "Nógvan frið njóta vit við tær, og rættarbøtur á allan hátt og allastaðni falla hesum fólki í lut við umsorgan tíni; hetta ásanna vit, mektigasti Feliks, og bera tær alla tøkk.
4 Men fyri at eg skal ikki troytta teg ov leingi, biði eg teg hoyra okkum í mildleika tínum; eg skal gera stutt av.
5 Vit hava funnið henda mann at vera ein pest og ein, ið elvir ósemju millum allar Jødar um allan heimin - og oddamann villufloks Nazarearanna.
6 Eisini hevur hann roynt at vanhalga templið. Vit tóku hann tí og ætlaðu at døma hann eftir lóg okkara;
7 men Lýsias herhøvdingi gjørdi mikið yvirgangsverk: Hann kom til og tók hann úr hondum okkara.
8 Og hann segði, at teir, ið høvdu klagu móti honum, skuldu koma til tín; frá honum kanst tú sjálvur, um tú granskar málið, fáa alt at vita, sum vit klaga hann fyri."
9 - Eisini Jødarnir tóku undir og søgdu, at so var.
10 Táið landshøvdingin nú gav Paulusi tekin, at hann skuldi tala, svaraði hann: "Við tað at eg veit, at tú í mong ár hevur verið dómari hjá hesum fólki, verji eg hugreystur mál mítt.
11 Tú kanst fáa vissu fyri, at ikki eru meir enn tólv dagar, síðani eg kom niðan til Jerúsalem at tilbiðja.
12 Og hvørki í templinum ella í sýnagogunum ella úti í býnum hava teir hitt meg í orðadrátti við nakran ella funnið meg at loypa øsing í fólkið.
13 Teir kunnu heldur ikki prógva fyri tær tað, sum teir klaga meg fyri nú.
14 Men tað gangi eg við fyri tær, at eftir tí vegi, sum teir kalla villuflokk, tæni eg so Gudi fedra mína, at eg trúgvi øllum tí, sum skrivað er í lógini og profetunum,
15 og havi ta vón til Gud - tað vænta hesir við sjálvir - at uppreisn verður, bæði av rættvísum og órættvísum.
16 Tí leggi eg mær eisini eina við, altíð at hava óskadda samvitsku fyri Gudi og menniskjum.
17 So kom eg nú, eftir at mong ár vóru umliðin, at bera fólki mínum olmussur og at ofra.
18 Undir hesum hittu teir meg í templinum, eftir at eg hevði latið meg reinsa, uttan at hava elvt uppstig ella gang. Tað vóru nakrir Jødar úr Asia, sum hittu meg,
19 og teir áttu nú at verið hjástaddir her fyri tær og borið fram klagu sína - um teir hava nakra søk móti mær.
20 Ella lat hesar sjálvar siga, hvønn órætt teir funnu hjá mær, táið eg stóð fyri ráðnum
21 - uttan so tað skuldi verið hetta eina orð, ið eg rópti, táið eg stóð millum teirra: "Fyri uppreisn hinna deyðu verði eg í dag dømdur av tykkum!""
22 Men Feliks - sum fullvæl vitsti um vegin - setti málið út og segði: "Táið Lýsias herhøvdingi kemur higar oman, skal eg granska søk tykkara."
23 Og hann beyð høvuðsmanninum, at hann skuldi sita fastur, men tó so, at hann hevði frið, og at hann mátti ikki forða nøkrum av hansara egnu at koma og vera honum til tænastu.
24 Nakrar dagar eftir kom Feliks við konu síni, Drusillu, sum var jødisk; hann sendi so boð eftir Paulusi og hoyrdi hann um trúnna á Kristus Jesus.
25 Men táið hann talaði um rættferð, fráhald og hin komandi dóm, fall ræðsla á Feliks, og hann segði: "Far nú hesa ferð! Táið eg havi góðar stundir, skal eg aftur lata teg kalla til mín."
26 Hann vónaði eisini, at hann skuldi fáa pening frá Paulusi; tí læt hann hann eisini oftari føra til sín og tosaði við hann.
27 Táið so tvey ár vóru gingin, fekk Feliks eftirmann, Porkius Festus, og við tað at Feliks fegin vildi gera seg væl kendan hjá Jødunum, læt hann Paulus eftir seg sum fanga.