Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Ápostlasøgan
Kapittul 7
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Høvuðspresturin segði nú: "Er hetta so?"
2 Hann svaraði: "Brøður og fedrar, hoyrið meg! Gud dýrdarinnar vísti Seg fyri faðir okkara Ábrahami, meðan hann var í Mesopotamia, áðrenn hann búsettist í Karan,
3 og segði við hann: "Far úr landi tínum og frá skyldfólki tínum, og far til landið, ið Eg skal vísa tær!"
4 Tá fór hann avstað úr Kaldearalandi og búsettist í Karan. Og táið faðir hansara var deyður, flutti Gud hann haðani til hetta landið, sum tit nú búgva í.
5 Men Hann gav honum ongan arvalut í tí, ikki so mikið sum fótbreidd; men Hann lovaði at geva honum tað í ogn og avkomi hansara eftir hann, tóat hann einki barn átti.
6 Gud talaði so: "Avkom hansara skal búgva sum útlendingar í fremmandum landi, og teir skulu gera tey til trælir og fara illa við teimum í 400 ár.
7 Men fólkið, ið tey skulu træla undir, skal Eg døma" - segði Gud - "og so skulu tey fara út haðani og skulu tæna Mær á hesum staði."
8 Hann gav honum umskeringarsáttmálan. So fekk hann sonin Ísak og umskar hann áttanda dagin; Ísakur fekk Jákup, og Jákup hinar tólv ættarfedrarnar.
9 Ættarfedrarnir bóru øvund móti Jósefi og seldu hann til Egyptalands. Men Gud var við honum,
10 bjargaði honum úr øllum trongdum hansara og gav honum náði og vísdóm fyri eygum Faraos egyptalandskongs, sum setti hann til høvdinga yvir Egyptalandi og øllum húsi sínum.
11 So kom hungur um alt Egyptaland og Kána’an, og stór trongd, og fedrar okkara funnu ikki føði.
12 Men táið Jákup fekk at frætta, at korn var í Egyptalandi, sendi hann fedrar okkara hagar, fyrst einaferð.
13 Og aðru ferð varð Jósef kendur aftur av brøðrum sínum, og Farao fekk at vita um ætt Jósefs.
14 Tá sendi Jósef boð og læt faðir sín, Jákup, og alla ætt sína kalla til sín, 75 sálir.
15 Jákup fór nú suður til Egyptalands. Og hann og fedrar okkara doyðu.
16 Teir vórðu fluttir til Sikem og lagdir í grøvina, sum Ábraham hevði keypt frá sonum Hemor í Sikem fyri virði í peningi.
17 Sum nú tíðin nærkaðist, táið lyftið skuldi ganga út, sum Gud hevði givið Ábrahami, vaks fólkið og nørdist í Egyptalandi,
18 inntil annar kongur steig fram, sum einki vitsti um Jósef.
19 Hann nýtti svik móti fólki okkara, fór illa við fedrum okkara og noyddi tey at seta út nýføddu børn síni, so tey skuldu ikki koma at liva.
20 Um ta tíðina varð Móses føddur, og hann var vakur fyri Gudi. Tríggjar mánaðir varð hann fostraður í húsi faðirs síns.
21 Og táið hann var settur út, tók dóttir Farao hann upp og fostraði hann sum sín egna son.
22 Móses varð so lærdur upp í øllum vísdómi Egypta, og megi var í orðum og verkum hansara.
23 Men táið hann var 40 ár, fekk hann í huga at vitja brøður sínar, Ísraelsmenn.
24 Táið hann tá sá ein líða órætt, vardi hann hann og hevndi hann, ið illa varð viðfarin, - hann drap Egyptan.
25 Hann hugsaði tá, at brøður hansara fóru at skilja, at Gud gav teimum frelsu við hond hansara; men teir skiltu tað ikki.
26 Dagin eftir kom hann til teirra, meðan teir klandraðust, áminti teir um at binda frið og segði: "Tit menn, tit eru jú brøður! Hví gera tit hvør øðrum órætt?"
27 Men hann, ið gjørdi næsta sínum órætt, koyrdi hann frá sær og segði: "Hvør hevur sett teg til høvdinga og dómara yvir okkum!
28 Tú ætlar kanska at drepa meg, sum tú drapst Egyptan í gjár!"
29 Av hesi talu flýddi Móses og varð útlendingur í Midjanslandi; har fekk hann tveir synir.
30 Táið so 40 ár vóru gingin, vísti eingil seg fyri honum í oyðimørkini við Sinaifjall í brennandi tornarunni.
31 Táið Móses sá hetta, undraðist hann á sjónina; og táið hann fór hagar at hyggja, hvat tað var, ljóðaði rødd Harrans til hansara:
32 "Eg eri Gud fedra tína, Gud Ábrahams, Ísaks og Jákups." Tá skalv Móses av ræðslu og tordi ikki at hyggja at tí.
33 Men Harrin segði við hann: "Loys skógvarnar av fótum tínum, tí staðið, ið tú stendur á, er heiløg jørð!
34 Eg havi gjølla sæð, hvussu illa fólk Mítt verður viðfarið í Egyptalandi; Eg havi hoyrt suff teirra, og Eg eri komin niður at frelsa tey. Kom, lat Meg senda teg til Egyptalands!"
35 - Henda Móses, sum tey avnoktaðu, við tað at tey søgdu: "Hvør hevur sett teg til høvdinga og dómara!" - hann sendi Gud bæði til høvdinga og frelsara, við hond eingilsins, ið vísti seg fyri honum í tornarunninum.
36 Hann var tann, ið leiddi tey út, og sum gjørdi undur og tekin í Egyptalandi, í Reyðahavi og í oyðimørkini 40 ár.
37 Hann er tann Móses, ið segði við Ísraelsmenn: "Profet líkan mær skal Gud reisa tykkum upp av brøðrum tykkara."
38 Hann er tann, sum í samkomuni í oyðimørkini var við einglinum, ið talaði við hann á Sinaifjalli, og við fedrum okkara; og hann fekk livandi orð at geva okkum.
39 Hann vildu fedrar okkara ikki akta, men koyrdu hann frá sær og vendu sær í hjarta sínum til Egyptalands - teir søgdu við Áron:
40 "Ger okkum gudar, sum kunnu ganga fyri okkum! Tí hesin Móses, ið leiddi okkum út av Egyptalandi - hvat av honum er vorðið, vita vit ikki."
41 Teir gjørdu kálv á teimum døgum og bóru fram offur til avgudin, og teir gleddust yvir handaverk síni.
42 Tá vendi Gud Sær frá teimum og gav tey yvir til at dýrka her himmalsins - sum skrivað er í bók profetanna: "Mundu tit, hús Ísraels, bera Mær fram sláturoffur og onnur offur 40 ár í oyðimørkini!
43 Nei, tit bóru við tykkum tjald Moloks og stjørnu Remfans guds - myndirnar, ið tit gjørdu tykkum at tilbiðja. Tí skal Eg flyta tykkum burtur, longur enn til Bábylon."
44 Fedrar okkara høvdu í oyðimørkini vitnisburðartjaldið, soleiðis sum Hann, ið talaði við Móses, gav honum boð um at gera tað eftir fyrimyndini, ið hann hevði sæð.
45 Hetta tóku fedrar okkara í arv og fluttu tað við Josva inn í landið, sum heidningarnir áttu, ið Gud rak burtur frá ásjón fedra okkara - líka til dagar Dávids.
46 Hann fann náði hjá Gudi og bað um, at hann skuldi finna Gudi Jákups bústað.
47 Men Sálomon bygdi Honum hús.
48 Tó, hin Hægsti býr ikki í húsum, ið gjørd eru við hondum - sum profeturin sigur:
49 "Himmalin er hásæti Mítt, og jørðin er fótaskammul Mín; hvat hús ætla tit at byggja Mær! - sigur Harrin - og hvar er staðið, ið Eg skal hvíla á!
50 Hevur ikki hond Mín gjørt alt hetta!"
51 Hørðu hálsar tykkara við óumskornum hjørtum og oyrum! Tit standa altíð Heilaga Andanum ímóti; so gjørdu fedrar tykkara, og so gera tit!
52 Hvør av profetunum varð ikki atsøktur av fedrum tykkara! Teir drópu teir, sum frammanundan boðaðu, at hin rættvísi skuldi koma, og Hann hava tit nú svikið og myrt -
53 tit, sum fingu lógina, givna við einglum, men hava ikki hildið hana!"
54 Táið teir hoyrdu hetta, stakk tað teir í hjørtuni, og teir gríslaðu tenn móti honum.
55 Men hann var fullur av Heilaga Andanum og hugdi alla tíðina upp til Himmals. Og hann sá dýrd Guds og Jesus standa við høgru hond Guds.
56 Hann segði: "Nú síggi eg Himlarnar opnar og Menniskjasonin standa við høgru hond Guds!"
57 Tá róptu teir hart, hildu fyri oyruni, lupu allir sum ein á hann,
58 koyrdu hann út úr staðnum og steinaðu hann. Vitnini løgdu klæðini frá sær við føturnar á ungum manni, ið æt Saul.
59 So steinaðu teir Stefanus; men hann bað og segði: "Harri Jesus, tak móti anda mínum!"
60 Og hann fall á knæ og rópti hart: "Harri, lat teir ikki gjalda hesa synd!" Táið hann hetta hevði sagt, sovnaði hann.