Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Ápostlasøgan
Kapittul 28
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Táið vit nú vóru bjargaðir, fingu vit at vita, at oyggin æt Malta.
2 Fólkið á oynni vísti okkum óvanligan menniskjakærleika; tey kyndu bál og tóku sær av okkum øllum, við tað at nú var farið at regna, og kalt var.
3 Í tí Paulus kastaði á bálið eina rúgvu av turrum greinum, sum hann hevði sankað saman, skreið ormur út undan hitanum og beit seg fastan í hond hansara.
4 Táið tey, ið á oynni búðu, sóu dýrið hanga í hond hansara, søgdu tey hvørt við annað: "Hasin maður er óivað manndrápari, sum hevndin ikki gevur loyvi at liva, tóat hann er bjargaður frá sjónum!"
5 Men hann risti dýrið av sær í eldin og hevði einki mein av tí.
6 Tey væntaðu, at hann fór at hovna ella knappliga detta niður deyður. Men táið tey høvdu bíðað leingi og sóu, at einki sakti hann, fóru tey at hugsa annað og søgdu, at hann var gudur.
7 Nær við hetta stað hevði maður, ið æt Publius, garð; hann var hægsti maður í oynni. Hann tók vinarliga ímóti okkum og hýsti okkum tríggjar dagar.
8 So bar á, at faðir Publius lá sjúkur av blóðgangi og við fepri. Paulus fór tá inn til hansara, bað og legði hendurnar á hann og grøddi hann.
9 Táið hetta hevði hent, komu eisini hini har í oynni, sum sjúkur høvdu, og vórðu grødd.
10 Tey vístu okkum eisini miklan heiður; og táið vit fóru haðani, bóru tey umborð í skipið tað, sum okkum tørvaði.
11 Táið tríggir mánaðir vóru gingnir, fóru vit haðani við skipi úr Aleksandria, sum hevði havt vetrarlegu har við oynna og hevði merki Tvíburanna.
12 Vit fóru inn í Sýrakus og vórðu har tríggjar dagar.
13 Haðani sigldu vit longur og komu til Regium. Dagin eftir fingu vit sunnanvind og komu næsta dag til Puteoli.
14 Har hittu vit brøður og vórðu bidnir at steðga hjá teimum sjey dagar. So fóru vit til Róm.
15 Brøðurnir har - sum høvdu frætt um okkum - komu ímóti okkum til Forum Appii og Tres Taberne. Táið Paulus fekk at síggja teir, takkaði hann Gudi og fekk mót av nýggjum.
16 Táið vit nú vóru komnir til Róm, gav høvuðsmaðurin fangarnar upp til høvdingan fyri lívvaktini; tó slapp Paulus at búgva fyri seg sjálvan saman við hermanninum, ið helt vakt yvir honum.
17 Táið tríggir dagar vóru gingnir, kallaði hann saman hinar fremstu menninar millum Jødarnar, og táið teir vóru komnir saman, segði hann við teir: "Tit menn, brøður! Tóat eg einki havi gjørt móti fólki okkara ella móti siðum fedra okkara, varð eg úr Jerúsalem givin Rómverjum í hendur sum fangi.
18 Og táið teir høvdu avhoyrt meg, ætlaðu teir at geva meg leysan, við tað at eingin deyðasøk fanst hjá mær.
19 Men av tí at Jødarnir settu seg ímóti tí, varð eg noyddur at skjóta mál mítt til keisaran - tó ikki, sum at eg hevði nakra klagu móti fólki mínum.
20 Hetta er grundin fyri, at eg havi latið tykkum kalla higar at síggja tykkum og tosa við tykkum; tí tað er fyri vón Ísraels, eg beri hesa leinkju."
21 Tá svaraðu teir honum: "Hvørki hava vit fingið bræv um teg úr Judea, ei heldur er nakar av brøðrunum komin og hevur borið ring tíðindi um teg - sagt nakað ilt um teg.
22 Men vit vilja fegin hoyra frá tær, hvat tú hugsar; tí okkum er kunnigt um henda flokk, at hann allastaðni verður mótmæltur."
23 Teir ásettu so dag við hann, og tá komu teir fjølmentari til hansara í herbergið; hann útlegði tá fyri teimum og vitnaði um ríki Guds og royndi at sannføra teir viðvíkjandi Jesusi, út av Móselóg og profetunum, frá árla á morgni líka til kvølds.
24 Nakrir vórðu sannførdir av tí, sum sagt varð, men summir trúðu ikki.
25 Teir fóru so frá honum, ósamdir sín ámillum, eftir at Paulus hevði sagt hetta eina orð: "Rætt talaði Heilagi Andin við Esaiasi profeti til fedrar tykkara, táið Hann segði:
26 "Far til hetta fólk og sig: Við hoyrandi oyrum skulu tit hoyra og tó einki fata, og við síggjandi eygum skulu tit síggja og tó einki skilja.
27 Tí hjartað í hesum fólki er hert; við oyrunum hoyra tey tungliga, og eyguni hava tey latið aftur, fyri at tey skulu ikki síggja við eygunum, hoyra við oyrunum, skilja við hjartanum og venda við, so Eg kundi grøtt tey."
28 Tí skulu tit vita, at henda frelsa Guds er send heidningunum; teir fara eisini at hoyra!"
29 Táið hann hetta hevði sagt, fóru Jødarnir avstað, og teir trættu ógvuliga hvør við annan.
30 Full tvey ár varð hann nú í leiguherbergi sínum. Øllum, ið til hansara komu, tók hann ímóti;
31 og hann prædikaði ríki Guds og lærdi um Harran Jesus við øllum dirvi, óhindraður.