1 | Í Ikonium fóru teir nú saman inn í sýnagogu Jødanna og talaðu so, at stór mongd, bæði av Jødum og Grikkum, kom til trúgv. |
|
2 | Men Jødarnir, sum ikki vildu trúgva, vaktu øsing og illan hug hjá heidningunum móti brøðrunum. |
|
3 | Har vóru teir nú langa tíð og talaðu djarvir í Harranum, og Hann gav náðiorði Sínum vitnisburð og læt tekin og undur verða gjørd við hondum teirra. |
|
4 | Men fólkið í býnum býtti seg sundur; summi hildu við Jødunum, og summi við ápostlunum. |
|
5 | Táið nú stormur varð reistur móti teimum, bæði av heidningum og av Jødum við yvirmonnum teirra, at fara illa við teimum og steina teir |
|
6 | - og teir fingu hetta at vita - flýddu teir til býirnar Lystra og Derbe í Lýkaonia og til landið har um vegir. |
|
7 | Har kunngjørdu teir evangeliið. |
|
8 | Í Lystra sat maður, sum ongan mátt hevði í fótunum; hann var lamin frá móðurlívi og hevði aldri gingið. |
|
9 | Hann hoyrdi Paulus tala. Táið nú Paulus festi eyguni á hann og sá, at hann hevði trúgv at verða grøddur, segði hann hart: |
|
10 | "Reis teg og statt á fótum tínum!" Tá sprakk hann upp og fór at ganga. |
|
11 | Táið fólkið sá tað, sum Paulus hevði gjørt, lyftu tey upp rødd sína og róptu á lýkaoniskum: "Gudarnir eru vorðnir menniskjum líkir og eru komnir niður til okkara!" |
|
12 | Tey kallaðu Barnabas Zeus; men Paulus kallaðu tey Hermes, av tí at tað var hann, ið førdi orðið. |
|
13 | Presturin í zeustemplinum, sum uttan fyri býin var, kom at portrunum við tarvum og kransum og ætlaði at ofra saman við fólkinum. |
|
14 | Men táið ápostlarnir, Barnabas og Paulus, hoyrdu hetta, skræddu teir klæði síni og lupu inn millum fólkið, |
|
15 | róptu og søgdu: "Tit menn! Hvat er tað, tit gera! Eisini vit eru menniskju, undir somu korum sum tit, og vit kunngera tykkum evangeliið, at tit skulu venda tykkum burt frá hesum tómu gudum til hin livandi Gud, sum hevur gjørt himmal, jørð, hav og alt, sum teimum er í, |
|
16 | Hann, sum í farnum tíðum læt allar heidningarnar ganga teirra egnu vegir; |
|
17 | tó læt Hann ikki Seg sjálvan uttan vitnisburð; tí Hann gjørdi gott, gav tykkum regn og fruktbarar tíðir av himli og mettaði hjørtu tykkara við føði og gleði." |
|
18 | Og tað var nóg illa, at teir við at siga hetta fingu hildið fólkinum frá at ofra til sín. |
|
19 | Men nú komu nakrir Jødar hagar úr Antiokia og Ikonium. Teir fingu fólkið í sín part, og tey steinaðu Paulus og drógu hann út um býin, í teirri trúgv, at hann var deyður. |
|
20 | Men táið lærisveinarnir savnaðust rundan um hann, reistist hann og fór inn í býin. Og dagin eftir fór hann við Barnabasi avstað til Derbe. |
|
21 | Teir kunngjørdu nú evangeliið har í býnum og vunnu nógvar lærisveinar. So fóru teir aftur til Lystra, Ikonium og Antiokia |
|
22 | og styrktu sálir lærisveinanna, ámintu tey um at standa føst í trúnni og søgdu teimum, at tað er gjøgnum nógvar trongdir, vit skulu ganga inn í ríki Guds. |
|
23 | So valdu teir teimum elstar í hvørji samkomu og fingu síðani við bøn og føstu Harranum tey, Honum, sum tey høvdu fest trúgv á. |
|
24 | Teir ferðaðust nú gjøgnum Pisidia og komu til Pamfýlia. |
|
25 | Táið teir høvdu talað orðið í Perge, fóru teir til Attalia. |
|
26 | Haðani fóru teir við skipi til Antiokia, staðið, har teir vóru fingnir náði Guds til verkið, ið teir nú høvdu fullført. |
|
27 | Táið teir komu hagar, kallaðu teir saman samkomuna og søgdu teimum frá stórverkunum, ið Gud hevði gjørt við teimum, og at Hann hevði latið heidningunum upp dyr trúarinnar. |
|
28 | Og so vórðu teir hjá lærisveinunum har ikki so stutta tíð. |
|
|