Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Ápostlasøgan
Kapittul 6
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Á hesum døgum, táið tal lærisveinanna vaks, byrjaðu Jødarnir, ið talaðu grikskt, at knarra móti Hebrearum um tað, at einkjur teirra fingu minni enn hinar við hina dagligu útbýtingina.
2 Tá kallaðu hinir tólv saman allan lærisveinaflokkin og søgdu: "Ikki sømir seg, at vit fara frá orði Guds til at tæna við borðini.
3 Útveljið tí millum tykkara, brøður, sjey menn, sum hava góðan vitnisburð um seg og eru fullir av Anda og vísdómi! Teir skulu vit so seta at røkja hetta starv.
4 Men vit skulu trúliga halda á í bønini og tænastu orðsins."
5 Hesi orð líkaði allari samkomuni væl. Teir valdu so Stefanus, mann, ið fullur var av trúgv og Heilaga Andanum, harnæst Filip, Prokorus, Nikanor, Timon, Parmenas og Nikolaus, mann úr Antiokia, sum hevði tikið við trúgv Jødanna.
6 Hesar lótu teir stíga fram fyri ápostlarnar, og teir bóðu og løgdu hendurnar á teir.
7 Orð Guds hevði framgongd, og tal lærisveinanna í Jerúsalem vaks í stórum. Stórur hópur av prestunum gjørdist trúnni lýðin.
8 Stefanus var fullur av náði og kraft og gjørdi undur og stór tekin millum fólkið.
9 Tá stigu fram nakrir úr sýnagoguni, sum kallað er eftir hinum frígivnu og eftir monnum úr Kýrene og Aleksandria, somuleiðis nakrir av teimum úr Kilikia og Asia; og teir kjakaðust við Stefanus.
10 Men teir vóru ikki førir fyri at standa móti vísdóminum og Andanum, ið hann talaði av.
11 Tá fingu teir eftir loyniligari avgerð nakrar menn at siga: "Vit hava hoyrt hann tala spottandi orð móti Mósesi og móti Gudi!"
12 Teir østu so upp fólkið og hinar elstu og skriftlærdu, og teir løgdu hond á hann, drógu hann við sær og leiddu hann fyri ráðið.
13 So førdu teir fram lygivitni, ið søgdu: "Hetta menniskja gevur ikki uppat at tala móti hesum heilaga staði og móti lógini!
14 Tí vit hava hoyrt hann siga, at hesin Jesus úr Nazaret skal bróta niður hetta stað og broyta siðirnar, ið Móses gav okkum."
15 Táið nú allir, sum í ráðnum sótu, stardu á hann, var andlit hansara teimum eins og andlitið á eingli.