Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Ápostlasøgan
Kapittul 8
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Saul samtykti í, at hann varð dripin. Og sama dag brast á hørð atsókn móti samkomuni í Jerúsalem; tey vórðu øll spjadd um Judea- og Samarialand, øll uttan ápostlarnir.
2 Men nakrir menn, ið óttaðust Gud, jarðaðu Stefanus og hildu mikið sorgarljóð yvir honum.
3 Saul fór illa við samkomuni; hann gekk í hvørt hús og dró avstað bæði menn og kvinnur og læt tey seta í fangahús.
4 Tey, sum spjadd vóru, gingu nú um og kunngjørdu orð evangeliums.
5 Filip kom tá til bý í Samaria og prædikaði Kristus fyri teimum.
6 Av einum hjarta gav fólkið tí gætur, sum Filip talaði; tí tey hoyrdu og sóu tekinini, ið hann gjørdi.
7 Tí óreinir andar fóru út úr mongum, ið sett vóru av teimum, og teir róptu hart; og mong lamin og vanfør vórðu grødd.
8 Og stór gleði varð har í býnum.
9 Har var nú maður, ið æt Símun; hann hevði frammanundan fingist við gand har í býnum og gjørt fólkið í Samaria ovfarið; hann segði seg sjálvan at vera nakað stórt.
10 Honum góvu tey ans, bæði smá og stór, og søgdu: "Henda er tað, tey kalla stóru kraft Guds."
11 Tey góvu honum ans, av tí at hann í langa tíð hevði gjørt tey ovfarin við gandabrøgdum sínum.
12 Men táið tey nú trúðu Filip, sum kunngjørdi teimum evangeliið um ríki Guds og navn Jesu Krists, lótu tey seg doypa, bæði menn og kvinnur.
13 Eisini Símun sjálvur kom til trúnna, og táið hann var doyptur, helt hann seg nær at Filip. Táið hann nú sá tekinini og kraftargerðirnar, ið gjørd vórðu, varð hann rættiliga ovfarin.
14 Táið ápostlarnir í Jerúsalem fingu at hoyra, at Samaria hevði tikið við orði Guds, sendu teir Pætur og Jóhannes til teirra.
15 Táið teir komu hagar, bóðu teir fyri teimum, at tey skuldu fáa Heilaga Andan.
16 Tí Hann var ikki enn fallin á nakað av teimum; tey vóru bert doypt til navn Harrans Jesusar.
17 Teir løgdu tá hendurnar á tey, og tey fingu Heilaga Andan.
18 Táið Símun tá sá, at Heilagi Andin varð givin, við at ápostlarnir løgdu hendurnar á tey, kom hann við peningi til teirra og segði:
19 "Gevið eisini mær hetta vald, at tann, ið eg leggi hendurnar á, fær Heilaga Andan!"
20 Tá segði Pætur við hann: "Til grundar gangi silvur títt, og tú sjálvur við, táið tú heldur teg kunna keypa gávu Guds fyri pening!
21 Tú hevur hvørki part ella lut í hesum orði, tí hjarta títt er ikki rætt fyri Gudi.
22 Umvend teg tí frá hesum óndskapi tínum og bið til Harran, so hugsan hjarta tíns kanska kann verða tær fyrigivin!
23 Tí eg síggi, at tú liggur í beiskleikagalli og órættvísileinkju."
24 Tá svaraði Símun: "Biðið tit til Harran fyri mær, at einki av tí, sum tit hava sagt, skal koma á meg!"
25 Táið teir nú høvdu vitnað og talað orð Harrans, fóru teir aftur til Jerúsalem, og teir kunngjørdu evangeliið í nógvum av bygdum Samverja.
26 Eingil Harrans talaði til Filip og segði: "Reis teg og far suður eftir - eftir vegnum, ið gongur úr Jerúsalem oman til Gaza!" - Hesin vegur er oyðin.
27 Hann reistist tá og fór. Og har var Etiopari, hirðmaður, høgur maður hjá Kandake drotning í Etiopia; hann var settur yvir allar skattir hennara. Hann var komin til Jerúsalem at tilbiðja
28 og var nú heimaftur á veg; hann sat í vagni sínum og las Esaias profet.
29 Tá segði Andin við Filip: "Far og halt teg nær at hasum vagni!"
30 Filip rann tá hagar og hoyrdi hann lesa Esaias profet; og hann segði: "Skilir tú tað, ið tú lesur?"
31 Hann svaraði: "Hvussu skal eg kunna tað, uttan onkur vegleiðir meg!" Og hann bað Filip koma upp og seta seg hjá sær.
32 Stykkið av skriftini, ið hann las, var hetta: "Eins og seyður varð Hann leiddur avstað at verða dripin, og eins og lambið tegir fyri honum, ið roytir tað, so letur Hann ikki upp munnin.
33 Í tí at Hann varð settur lágt, varð dómur Hansara tikin burtur; og hvør kann siga frá ætt Hansara! Tí lív Hansara verður tikið burtur av jørðini."
34 Hirðmaðurin tók tá til orða og segði við Filip: "Eg biði teg, sig mær: Um hvønn sigur profeturin hetta, um seg sjálvan ella um ein annan?"
35 Tá læt Filip upp munnin; hann gekk út frá hesum skriftstaði og kunngjørdi honum evangeliið um Jesus.
36 Sum teir nú ferðaðust fram eftir vegnum, komu teir fram á vatn, og hirðmaðurin segði: "Hygg, her er vatn - hvat forðar fyri, at eg verði doyptur?"
37 Filip svaraði: "Trýrt tú av øllum hjarta tínum, so kann tað verða gjørt." Hann svaraði: "Eg trúgvi, at Jesus Kristus er Sonur Guds!"
38 Tá beyð hann, at vagnurin skuldi steðga, og teir fóru báðir niður í vatnið, Filip og hirðmaðurin; og hann doypti hann.
39 Táið teir so komu upp úr vatninum, rykti Andi Harrans Filip burtur, og hirðmaðurin sá hann ikki aftur; tí hann fór leið sína við gleði.
40 Men Filip varð funnin í Asdod, og hann fór um og kunngjørdi evangeliið í øllum býunum, inntil hann kom til Kesarea.