Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Ápostlasøgan
Kapittul 11
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28
1 Ápostlarnir og brøðurnir, sum í Judea vóru, fingu nú at frætta, at eisini heidningarnir høvdu tikið við orði Guds.
2 Táið Pætur so kom niðan til Jerúsalem, settu teir, sum umskornir vóru, at honum og søgdu:
3 "Tú fórt inn til óumskornar menn og átst við teimum!"
4 Tá fór Pætur at greiða teimum frá øllum, hvørjum undan øðrum, frá byrjan av; hann segði:
5 "Eg var í býnum Joppe, og bað har; tá sá eg í burturrykking sjón: Nakað eins og stórur dúkur dalaði niður; bundið var í hornini fýra á tí, og tað varð sígt niður av Himli og kom tætt til mín.
6 Eg stardi á tað og aktaði eftir tí, og sá tá hini fýrføttu dýr jarðarinnar, hini villu dýrini, skriðdýrini og fuglar himmalsins.
7 Eg hoyrdi eisini rødd, ið segði við meg: "Reis teg, Pætur, drep og et!"
8 Men eg svaraði: "Minni enn so, Harri! Aldri er nakað vanheilagt ella óreint komið mær í munn!"
9 Rødd svaraði aðru ferð av Himli: "Tað, sum Gud hevur reinsað, mást tú ikki kalla vanheilagt!"
10 Hetta hendi tríggjar ferðir; so varð tað alt samalt drigið upp aftur til Himmals.
11 Í tí sama stóðu tríggir menn uttan fyri húsið, har sum eg var; teir vóru sendir til mín úr Kesarea.
12 Og Andin segði við meg, at eg skuldi fara við teimum uttan at ivast. Hesir seks brøður komu eisini við mær, og vit komu inn í hús mansins.
13 Hann segði okkum tá, hvussu hann hevði sæð eingilin standa í húsi sínum og siga: "Send boð til Joppe og fá til tín Símun, sum hevur tilnavnið Pætur!
14 Hann skal tala orð til tín, sum tú skalt verða frelstur við, tú og alt hús títt."
15 Táið eg so var farin at tala, fall Heilagi Andin á tey eins og á okkum í upphavi.
16 Tá runnu mær orð Harrans í hug, hvussu Hann segði: "Jóhannes doypti við vatni, men tit skulu verða doyptir í Heilaga Andanum."
17 Gav nú Gud teimum somu gávu sum okkum, táið tey vóru komin til trúgv á Harran Jesus Kristus, hvør var tá eg, at eg skuldi kunna seta meg ímóti Gudi!"
18 Táið teir hetta hoyrdu, høvdu teir ikki meir at siga; og teir prísaðu Gudi og søgdu: "So hevur Gud givið eisini heidningunum umvending til lív!"
19 Tey, sum spjadd vóru við atsóknini, ið stóðst av Stefanusi, fóru nú um, líka til Fønikia, Kýpern og Antiokia, men talaðu orðið til ongan uttan bert til Jødar.
20 Men millum teirra vóru nakrir menn úr Kýpern og Kýrene, sum komu til Antiokia, og har talaðu teir til Grikkar við og kunngjørdu teimum evangeliið um Harran Jesus.
21 Hond Harrans var við teimum; stórt tal kom til trúgv og vendi við til Harran.
22 Tíðindini um hetta komu nú samkomuni í Jerúsalem fyri oyru, og teir sendu Barnabas til Antiokia.
23 Táið hann so kom hagar og fekk náði Guds at síggja, gleddist hann; og hann áminti øll, at tey skuldu seta sær fyri í hjartanum at halda fast við Harran.
24 Tí hann var góður maður og fullur av Heilaga Andanum og trúgv. - Og stórur skari varð vunnin fyri Harran.
25 So fór hann til Tarsus at leita upp Saul; og táið hann fann hann, fór hann til Antiokia við honum.
26 Heilt ár vóru teir nú saman har í samkomuni og lærdu stóran skara. - Tað var í Antiokia, lærisveinarnir fyrst vórðu kallaðir kristnir.
27 Á hesum døgum komu nakrir profetar oman úr Jerúsalem til Antiokia.
28 Ein teirra - hann æt Agabus - reistist og segði við Andanum frá, at stór hungursneyð skuldi koma yvir allan heimin; hon kom eisini á døgum Klaudiusar.
29 Tá gjørdu lærisveinarnir av, at teir skuldu senda brøðrunum, sum í Judea búðu, nakað til hjálpar, ein og hvør eftir førimuni sínum.
30 Hetta gjørdu teir við; og teir sendu Barnabas og Saul við tí til hinar elstu.