1 | Um hesa tíðina legði Heródes kongur hond á nøkur av samkomuni og fór illa við teimum. |
|
2 | Jákup, bróður Jóhannes, læt hann drepa við svørði. |
|
3 | Táið hann sá, at hetta líkaði Jødunum væl, helt hann fram og læt eisini Pætur taka. - Tá vóru dagar hinna ósúrgaðu breyða. |
|
4 | Táið hann hevði tikið hann, setti hann hann í fangahús og álegði fýra vaktarskiftum við fýra hermonnum í hvørjum at hava hann í varðveitslu; tí eftir páskir ætlaði hann at leiða hann fram fyri fólkið. |
|
5 | So varð nú vakt hildin yvir Pæturi í fangahúsinum; men av samkomuni varð støðugt hildin bøn til Gud fyri honum. |
|
6 | Táið nú Heródes skuldi fara at leiða hann fram, svav Pætur ta náttina millum tveir hermenn og var bundin við tveimum leinkjum; og vaktarmenn uttan fyri dyrnar hildu vakt yvir fangahúsinum. |
|
7 | Tá stóð eingil Harrans har, og ljós skein í fangarúminum; hann sló Pætur í síðuna, vakti hann og segði: "Reis teg, ver skjótur!" Og leinkjurnar fullu av hondum hansara. |
|
8 | Eisini segði eingilin við hann: "Gyrð teg og lat teg í skógvarnar!" Hann so gjørdi. So segði hann við hann: "Kasta kappa tín um teg og kom við mær!" |
|
9 | Hann fór tá út og fylgdi honum; hann vitsti ikki, at tað, sum eingilin gjørdi, var veruleiki, men helt, at tað var sjón, hann sá. |
|
10 | Teir gingu nú fyrst fram við eini vakt og so fram við aðrari og komu tá til jarnportrið, ið gekk út til staðin; tað fór upp fyri teimum av sær sjálvum, og teir komu út og gingu gjøgnum eina gøtu; í tí sama skiltist eingilin frá honum. |
|
11 | Táið Pætur kom til sín sjálvs, segði hann: "Nú veit eg av sonnum, at Harrin hevur sent eingil Sín út og fríað meg av hond Heródesar og frá øllum, sum Jødafólkið hevði væntað sær!" |
|
12 | Táið hann nú hevði summað seg, fór hann til hús Mariu, móður Jóhannesar, sum hevði tilnavnið Markus; har vóru mong savnað og bóðu. |
|
13 | Táið hann bankaði á porturdyrnar, kom arbeiðskona, ið æt Rode, at vita, hvør tað var. |
|
14 | Táið hon kendi mál Pæturs, varð hon so glað, at hon læt ikki upp portrið, men leyp inn og segði, at Pætur stóð uttanfyri. |
|
15 | Tá søgdu tey við hana: "Tú ert í ørviti!" Men hon segði, at tað skuldu tey trúgva, at so var. Tá søgdu tey: "Tað er eingil hansara!" |
|
16 | Men Pætur helt á at banka; og táið tey lótu upp, sóu tey hann og vórðu ovfarin. |
|
17 | Hann gjørdi við hondini tekin til teirra, at tey skuldu tiga; so segði hann teimum, hvussu Harrin hevði leitt hann út úr fangahúsinum, og legði aftrat: "Sigið Jákupi og brøðrunum hetta!" Síðani fór hann út og fór til annað stað. |
|
18 | Táið nú var vorðið dagur, var ikki smávegis standur av hermonnunum um, hvat ið var vorðið av Pæturi. |
|
19 | Heródes læt leita eftir honum og fann hann ikki; so tók hann vaktarmenninar til avhoyringar og beyð, at teir skuldu verða dripnir. Síðani fór hann úr Judea til Kesarea og varð verandi har. |
|
20 | Hann var ógvuliga illur inn á fólkið í Týrus og Sidon. Men teir komu samráddir til hansara; og táið teir høvdu fingið Blastus, kamarharra kongsins, í part við sær, bóðu teir um frið; tí land teirra hevði innløgur úr landi kongsins. |
|
21 | Ásettan dag læt nú Heródes seg í kongaskrúð, settist í hásætið og helt røðu til teirra. |
|
22 | Fólkið rópti til hansara: "Hetta er rødd Guds og ikki menniskjarødd!" |
|
23 | Í somu stund sló eingil Harrans hann, aftur fyri at hann gav ikki Gudi dýrdina; hann varð etin upp av ormum og gav upp andan. |
|
24 | Men orð Guds hevði framgongd og útbreiddist. |
|
25 | Barnabas og Saul komu so aftur úr Jerúsalem, táið teir høvdu fullført tænastu sína, og teir høvdu við sær Jóhannes, sum hevði tilnavnið Markus. |
|
|