Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Orðtøkini
Kapittul 5
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Sonur mín! Lurta eftir vísdómi mínum, legg oyrað til vit mítt,
2 so tú kanst goyma klók ráð, og varrar tínar kunnu varða kunnskap!
3 Tí hunangur dryppar av vørrum fremmandarar kvinnu, og hálari enn olja er muður hennara;
4 men til endan verður hon beisk sum malurt, hvøss sum tvíeggjað svørð.
5 Føtur hennara ganga niðureftir, til deyðan, spor hennara liggja beint í deyðaríkið.
6 Á leið lívsins vil hon ikki ganga; vegir hennara sneiða higar og hagar, og hon veit ikki av tí.
7 So lurta nú eftir mær, sonur mín, vík ikki frá orðum muns míns!
8 Lat leið tína liggja langt frá henni, kom ikki nær húsdurum hennara,
9 so tú kemur ikki at geva øðrum prýði títt, grummum harra ár tíni,
10 so fremmand skulu ikki verða mettað av ogn tíni, og vinningur tín skal ikki enda í húsi fremmandamans,
11 og tú ikki verða gripin av iðran, táið av tornar, táið likam títt og hold títt tærist burtur,
12 og siga: "Hvussu bar tað til, at eg hataði tykt, og at hjarta mítt virdi lítið um revsing?
13 Hví lurtaði eg ikki eftir teimum, ið lærdu meg, hví legði eg ikki oyrað til teirra, ið vegleiddu meg?
14 - Lítið vantaði á, at eg kom í størstu vanlukku mitt á dómtingi samkomunnar!"
15 Drekk vatn úr tínum egna brunni, rennandi vatn úr tíni egnu keldu!
16 Skulu keldur tínar streyma út á gøtuna, løkir tínir á torgini!
17 Nei, eina tær skulu tey tilhoyra, og ongum fremmandum saman við tær!
18 Kelda tín veri signað, gleð teg í konu ungdóms tíns!
19 Hin elskuliga hindin, hin yndisliga gemsan - barmur hennara lívgi teg altíð, ver enn sum áður drukkin av kærleika hennara!
20 Hví skuldi tú, sonur mín, verið drukkin av konu annars mans og tikið fremmanda kvinnu í favn!
21 Tí fyri eygum HARRANS eru leiðir mansins, gjølla ansar Hann eftir øllum sporum hansara.
22 Hin gudleysi kemur fastur í sínar egnu misgerðir, og hansara egnu syndasnerrur halda honum føstum.
23 Hann doyr, tí hann læt seg ikki tykta, og hansara egni stóri dárskapur voldir, at hann fer umkoll.