Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Orðtøkini
Kapittul 27
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Rósa tær ikki av deginum í morgin, tí tú veitst ikki, hvat dagur kann føða!
2 Lat aðrar rósa tær, og ikki tín egna munn, fremmandar, og ikki tínar egnu varrar!
3 Grót er tungt, og sandur vigar nógv, men vreiði dárans er tyngri enn bæði.
4 Illsinni er grumt, og vreiði skúmar, men hvør kann standa seg móti øvund!
5 Opinlýs revsing er betri enn kærleiki, ið verður duldur.
6 Trúføst eru vinarsløg, men trúleysir eru fíggindakossir.
7 Hin metti vrakar hunang, men hinum svanga er alt beiskt søtt.
8 Sum fuglur, ið hevur verið noyddur at flýggja frá reiðri sínum, er maður, ið flakkar um, burtur frá heimi sínum.
9 Olja og roykilsi gleða hjartað, og sama gera vinareymleiki og sannhjartað ráð.
10 Slepp ikki vinmanni tínum og vinmanni faðirs tíns, og far ikki inn hjá bróður tínum, tann dag tú ert í neyð! - Granni nær hjá er betri enn bróðir langt burtur.
11 Ver vísur, sonur mín, og gleð hjarta mítt, so eg fái svarað teimum, ið háða meg!
12 Hin klóki sær vanlukkuna og leitar sær skjól; fávitskut halda áfram og noyðast at bøta.
13 Tak klæði hansara - hann er gingin í ábyrgd fyri annan, tak pant frá honum fyri fremmanda kvinnu!
14 Tann, ið harðmæltur signar vin sín árla á morgni, honum skal tað verða roknað sum illbøn.
15 Takdropi, ið aldri heldur uppat regndag, og klandrut kvinna - tey líkjast.
16 Tann, ið heldur fast við hana, heldur fast við vind, og høgra hond hansara grípur í olju.
17 Jarn brýnir jarn, og eitt menniskjað brýnir annað.
18 Tann, ið røkir fikutræ sítt, fær ávøkst tess at eta, og tann, ið aktar eftir harra sínum, verður ærdur.
19 Sum í vatninum andlit speglast móti andliti, speglar eitt menniskjahjartað annað.
20 Deyðaríkið og avgrundin mettast ikki, og eygu menniskjanna mettast heldur ikki.
21 Stoypipotturin roynir silvurið, og stoypiovnurin gullið, og maður verður dømdur eftir tí, sum hann rósar.
22 Um tú so stoytir dáran í mortaranum við stoytaranum mitt ímillum grýnini, víkir dárskapur hansara kortini ikki frá honum.
23 Gjølla mást tú vita, hvussu seyður tín sær út; hav umsorgan fyri fylgjum tínum!
24 Tí góðs varir ikki til ævigar tíðir, og krúna ikki mann eftir mann.
25 Er hoyggið samanlatið, kemur eftirgróðurin upp, og fjallagrasið verður sankað saman.
26 Og lomb hevur tú at geva tær klæði, og bukkar at keypa mark fyri,
27 og nóg mikið av geitamjólk, tær til føði og húsi tínum og gentum tínum til uppihald.