Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Orðtøkini
Kapittul 2
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Sonur mín! Tekur tú við orðum mínum og goymir boð míni hjá tær,
2 so tú vendir oyra tínum til vísdóm og boyggir hjarta títt til klókskap,
3 ja, kallar tú á vitið og rópar hart eftir klókskapinum,
4 leitar tú eftir honum sum eftir silvuri, og grevur tú eftir honum sum eftir dýrgripum,
5 so skalt tú skilja, hvat tað er at óttast HARRAN, og vinna tær kunnskap um Gud.
6 Tí HARRIN er tann, sum gevur vísdóm, av munni Hansara koma kunnskapur og vit;
7 Hann goymir hinum sannhjartaðu lukku, Hann er øllum teimum skjøldur, sum liva ólastandi!
8 Hann vakir yvir gøtum rættarins og varðveitir veg hinna heiløgu Sína.
9 Tá skalt tú skilja rættvísi, rætt og rættsinni, ja, eina og hvørja góða leið.
10 Tí vísdómur skal koma í hjarta títt, og kunnskapur skal gleða sál tína;
11 skil skal halda vakt yvir tær, vit skal vera verja tín
12 - at bjarga tær frá ringum leiðum, frá fólki, sum talar tað, ið rangvørgt er,
13 frá teimum, sum fara av rættvísileiðum og ganga á gøtum myrkursins,
14 sum hava gleði av at gera ilt og rópa av gleði um tað, ið rangvørgt og ónt er,
15 sum ganga á sniðgøtum og fylgja rangvørgum leiðum.
16 Vísdómurin skal frelsa teg frá konu annars mans, frá fremmandari kvinnu við sleiskum orðum,
17 sum hevur svikið ungdómsvin sín og gloymt sáttmála Guds síns.
18 Tí hús hennara søkkur niður í deyðan, og vegir hennara ganga niður til deydningarnar;
19 aftur kemur eingin, ið inn til hennara fer, teir náa aldri leiðum lívsins.
20 Vísdómurin skal hjálpa tær at ganga vegin, ið hini góðu ganga, og halda teg á leiðum rættvísra.
21 Tí hini sannhjartaðu skulu búgva í landinum, og hini ólastandi skulu verða eftir í tí;
22 men hini gudleysu skulu verða beind av landinum, og hini trúleysu skulu verða rykt burtur úr tí.