1 | Sonur mín! Gloym ikki tað, ið eg læri teg, lat hjarta títt goyma boð míni! |
|
2 | Tí langt lív og mong ár at liva og frið skulu tey geva tær í ríkum máli. |
|
3 | Lat ikki kærleika og trúfesti víkja frá tær, bind tær tey um hálsin, skriva tey á talvu hjarta tíns! |
|
4 | So skalt tú finna náði og fáa yndi, í eygum Guds og manna. |
|
5 | Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt! |
|
6 | Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar. |
|
7 | Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast HARRAN og vík frá illum! |
|
8 | Tað skal vera likami tínum grøðing og geva nýggja megi í bein tíni. |
|
9 | Ær HARRAN við tí, ið tú eigur, og við tí fyrsta av allari grøði tíni! |
|
10 | So skulu úthús tíni fyllast av yvirflóð, og vínberjaløgurin skal renna útav í persum tínum. |
|
11 | Sonur mín! Virð ikki lítið tykt HARRANS, og ver ikki ótolin, táið Hann revsar teg! |
|
12 | Tí HARRIN revsar tann, ið Hann elskar, Hann straffar sonin, ið er Honum kærur. |
|
13 | Sælur er tann, ið hevur funnið vísdóm, sælt er tað menniskja, ið vinnur sær vit. |
|
14 | Tí betri er at vinna vísdóm enn at vinna silvur, og vinningurin, ið hann gevur, er betri enn gull. |
|
15 | Hann er dýrabarari enn perlur, og av øllum dýrgripum tínum er eingin sum hann. |
|
16 | Langt lív hevur hann í høgru hond, ríkdóm og heiður í vinstru. |
|
17 | Vegir hansara eru lívsælir vegir, og allar gøtur hansara eru lukka. |
|
18 | Hann er teimum lívsins træ, sum grípa hann, og lukkuligur tann, ið ikki sleppir honum! |
|
19 | Við vísdómi hevur HARRIN grundfest jørðina; við viti hevur Hann bygt himmalin. |
|
20 | Við kunnskapi Hansara streymaðu hini djúpu vøtn fram, og við honum lata skýggini døgg dryppa niður. |
|
21 | - Sonur mín! Lat ikki vísdóm og klókskap víkja frá eygum tínum, gev teimum gætur! |
|
22 | So skulu tey vera sál tíni lív og hálsi tínum prýði. |
|
23 | Tá skalt tú trygt ganga leið tína og ikki sláa fótin ímóti. |
|
24 | Táið tú legst, skalt tú ikki óttast, og táið tú ert lagstur, skal svøvnur tín vera søtur. |
|
25 | Tá nýtist tær ikki at óttast fyri bráðari ræðslu ella fyri ódnini, táið hon brestur á yvir hinum gudleysu. |
|
26 | Tí HARRIN skal vera álit títt, og Hann skal varða fót tín frá snerruni. |
|
27 | Sýt ikki teimum hjálp, sum hava hana fyri neyðini - so satt sum tú ert mentur at lata hana! |
|
28 | Sig ikki við næsta tín: "Far, og kom aftur! Eg skal geva tær í morgin!" - táið tú fært gjørt tað alt fyri eitt! |
|
29 | Legg ikki upp ónd ráð móti næsta tínum, táið hann heldur seg búgva tryggan hjá tær! |
|
30 | Kjakast ongan við uttan grund, táið hann einki ilt hevur gjørt tær! |
|
31 | Øvunda ikki yvirgangskropp, og vel onga av øllum leiðum hansara! |
|
32 | Tí hin falski er HARRANUM andstygd, men hini sannhjartaðu eru næstu vinir Hansara. |
|
33 | Í húsi hins gudleysa er bann HARRANS, men bústað rættvísra signar Hann. |
|
34 | Spottarar spottar Hann, men eyðmjúkum gevur Hann náði. |
|
35 | Hini vísu arva heiður, men dárarnir fáa skomm í løn. |
|
|