Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Orðtøkini
Kapittul 28
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Hini gudleysu flýggja, tóat eingin er eftir teimum, men hini rættvísu eru trygg sum ungleyvan.
2 Syndar land, fær tað nógvar harrar, men táið menniskjuni eru klók og vitig, livir høvdingin leingi.
3 Fátækur harri, sum kúgar ørm, er eins og regn, ið skolar burtur kornið, so einki breyð verður.
4 Tey, sum svíkja lógina, rósa gudleysum, men tey, sum halda lógina, liggja í stríði við tey.
5 Ónd menniskju duga ikki á at skyna, hvat ið rætt er, men tey, sum søkja HARRAN, skilja alt.
6 Betri er fátækur, ið livir ólastandi, enn falskur, ið gongur á tvinnanda leiðum, um hann so er ríkur.
7 Tann, ið fylgir lógini, er vitigur sonur, men tann, ið er vinur við burturspillarar, ger faðir sínum skomm.
8 Tann, ið nørir um góðs sítt við rentu og yvirmáli, savnar tað til tann, ið ger miskunn móti fátækum.
9 Tann, ið vendir oyrað burtur frá lógini - um tað so er bøn hansara, er hon andstygd.
10 Tann, ið leiðir hini sannhjartaðu vill inn á ónda leið, skal falla í sína egnu grøv; men lýtaleys skulu arva tað, ið gott er.
11 Ríkur maður er vísur í egnum eygum, men hin fátæki sum vit hevur, dugir at síggja, hvussu hann er.
12 Táið hini rættvísu fegnast, er alt dýrd og frøi, men táið gudleys koma til ræði, má leitast eftir fólki.
13 Tann, ið dylur syndir sínar, hevur onga eydnu, men tann, ið játtar tær og vendir sær frá teimum, finnur miskunn.
14 Sælur er tann, ið altíð óttast; men tann, ið herðir hjarta sítt, hann fellur í vanlukku.
15 Sum brølandi leyva og glúpsk bjørn er gudleysur høvdingi yvir fátækum fólki.
16 Tú høvdingi, sum ert fátækur í viti og ríkur í yvirgangsverkum! - Tey, sum hata órættvísan vinning, skulu liva leingi!
17 Tað menniskja, sum blóðskyld hvílir á, flýggjar, og tað beint í grøv sína; eingin má hjálpa tí!
18 Tann, ið ólastandi livir, skal verða bjargaður, men hin falski, ið gongur á tvinnanda leiðum, skal falla á aðrari.
19 Tann, ið dýrkar jørð sína, verður mettaður av breyði, men tann, sum rennur eftir tí, ið tómt er, verður mettaður av armóð.
20 Trúfastur maður verður ríkliga signaður, men tann, ið vil skunda sær at verða ríkur, verður ikki óstraffaður.
21 At gera mannamun er ikki gott, men mangur og ein verður brotsmaður fyri breyðbita.
22 Í bráðskundi vil hin øvundsjúki verða ríkur - og veit ikki, at trongd fer at koma á hann!
23 Tann, ið hevur at einum, skal eftirsíðani verða betur kendur enn tann, ið hevur sleiska tungu.
24 Tann, ið rænir frá faðir sínum og móður síni, og so sigur: "Tað er eingin synd!" er felagi oyðarans.
25 Hin havisjúki voldir ósemju, men tann, ið lítur á HARRAN, verður ríkliga mettaður.
26 Tann, ið lítur á vit sítt, er dári, men tann, ið gongur fram í vísdómi, verður bjargaður.
27 Tann, ið gevur hinum fátæka, honum skal einki fattast, men tann, ið letur eyguni aftur, fær manga illbønina.
28 Táið hini gudleysu koma til ræði, krógvar fólk seg, men táið tey ganga undir, verða hini rættvísu mong.